fríggjadagur 10. august 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPIRNAR
GMAÐUR!
felag var tikið við í falli
num«.
Hetta er ikki rætt. Hetta
er beinleiðis skeivt. Tað var
ikki »syrgiligi húsagangurin
hjá Faroe Seafood«, sum
gjørdi, at KRK-Holding um
vegis
Trans-Farex
Invest
misti pengar. Hetta átti Kaj
Leo Johannesen sum nevnd
arformaður í P/F KRK-Hold
ing sjálvandi at vitað! Hesir
pengar vórðu mistir fleiri ár
fyri húsagangin. Tá Kaup
thing Bank – sum fíggjaði
Faroe Seafood – lat aftur í
Føroyum í 2007, endaði tað
við,
at
fíggingin
varð
uppsøgd,
og
tað
tók
fíggjarliga
grundarlagið
undan Faroe Seafood. Parta
peningurin varð niðurskriv
aður til 0 krónur, og nýggjur
kapitalur fingin til vega, og
tá var P/F Trans-Farex Invest
, sum P/F KRK-Holding átti í,
ikki við. Tað var tí, at P/F
Trans-Farex
Invest
misti
partapeningin í Faroe Sea
food, sum annars gjørdi tveir
ársroknskapir afturat, áðr
enn felagið fór á húsagang í
2010.
Vil ikki útflýggja
búroknskapir
Í fyrr nevndu samrøðu við
Rás2 týsdagin spurdi Hilmar
Jan løgmann beinleiðis, um
TAKS hevur mist nakað
upp á hini feløgini eins og
Sp/F Sisero. Til tað svaraði
løgmaður, at »man má hava
ein kreditorlista fyri at vita
tað, men tað visti hann einki
um«.
– Eg var nevndarformaður,
men tað eru sjálvandi stjórar,
sum koyra feløgini..., segði
løgmaður.
Aftur her leggur hann
ábyrgdina frá sær. Sum nevnt
omanfyri hevur ein nevndar
formaður fulla ábrygd og
ábyrgist beinleiðis fyri parta
felagslógini. Nevndin, undir
leiðslu av nevndarformanni
num skal tryggja, at felagið
hevur forsvarligan rakstur.
Hesa ábyrgd hevði Kaj
Leo Johannesen sum nevnd
arformaður.
Í nevndu samrøðu varð
løgmaður eisini spurdur, um
hann fór at leggja búrokn
skapirnar fram fyri almenn
ingin. Til hetta svaraði løg
maður, at teir eru almennir,
og at Sosialurin bara kann
biðja um teir frá TAKS.
Her fór løgmaður aftur
skeivur, tí búroknskapir eru
IKKI almennir.
Bara tey, ið varða av feløg
unum – og kreditorar, hava
atgongd til hesar roknskapir.
Sosialurin hevur síðani biðið
løgmann um at útflýggja
okkum hesar, men tað vil
hann ikki.
Løgmaður flytir fokus
Hilmar Jan spurdi eisini løg
mann, um tað ikki var smaks
leyst av honum at bera
saman sína ábyrgd sum
nevndarformaður í hesum
feløgum við smápartaeigar
arnar í Eik Banka, har hann
segði seg ikki vóna, at nøkur
rokning kom til hansara fyri
húsagangin hjá Eik Banka.
Men tað helt løgmaður als
ikki vera smaksleyst, tí hann
hevði sjálvur mist pengar í
Eik.
Føroya Løgmaður misskil
ir okkurt heilt grundleggjan
di, um hann veruliga meinar,
at hann kann bera tað saman
at eiga nøkur fá partabrøv í
Eik Banka og so at vera
nevndarformaður í feløgum,
ið varða av virðum fyri tví
siffraðar milliónaupphædd
ir.
At løgmaður roynir at
gera hetta til eitt mál millum
Sosialin – ella blaðstjóran
persónliga – og løgmann er
sjálvandi fyri at flyta fokus.
Málið var so sera einfalt:
– Hava feløgini hjá løg
manni givið øðrum tap –
harímillum TAKS?
Tá løgmaður ger so nógv
fyri at flyta fokus – og verður
avdúkaður fyri at siga ósatt
um tann minsta og einasta
búroknskapin, sum higartil
er almannakunngjørdur, so
loyva vit okkum at ivast í, um
hann sigur satt um hinar
búroknsskapirnar, sum eru
nógvar ferðir størri.
Løgmaður eigur tí at
leggja hesar roknskapir fram
fyri almenningin, og vit taka
hervið umbøninia uppaftur:
– Harra løgmaður, lat
okkum fáa hesar roknskapir,
so vit kunnu almannakunn
gera teir!
Vil løgmaður ikki tað, so
hevur hann ein stóran tru
pulleika.
Vil løgmaður ikki tað, so
hevur øll tann politiska skip
anin í Føroyum ein stóran
trupulleika, tí so hava vit ein
løgmann við einum trúvirðis
trupulleika.
Vil løgmaður ikki tað, so
hava allar Føroyar ein tru
pulleika.
Tíðarrøð
26. mai:
Lesararbræv á Vágaportalinum, har sagt verður m. a.,
at løgmaður og Jørgen Niclasen gjøgnum verandi ella
likviderað feløg skylda TAKS mvg
30. mai:
Sosialurin endurgevur skuldsetingarnar og spyr, um
nakað man vera um málið.
31. mai:
Løgmaður avsannar á Vágaportalinum skuldsetingarnar,
sum hann einki kennir til – og stendur púra spyrjandi
1. juni:
Løgmaður avsannar skuldsetingarnar í Sosialinum:
– Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu
sannføring skydaðu feløgini ongum nakað. Alt er
uppgjørt, og hvør hevur fingið sítt, segði hann
12. juni:
Sosialurin fær innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero – tí
at felagið skyldar Sosialium pengar. Roynt verður at fáa
innlit í hini feløgini, tó uttan úrslit
Sosialurin leggur búroknskapin fyri løgmann,
sum ikki vil kennast við hann. Sigur seg bara vera
minnilutapartaeigara. Men hann er nevndarformaður
3. august:
Sosialurin prenta grein, har víst verður á, at løgmaður,
hóast hann hevur sagt nei, hevur givið tí almenna tap
upp á 200.000 krónur.
7. august:
Løgmaður sendir út tíðindaskriv, sum hann eisini
kunnger á Facebook, har hann sigur seg vera skeivt
endurgivnan í Sosialinum 1. juni – altso fyri næstan
10 vikum síðani. Sigur tó einki um, at hann so eisini er
skeivt endurgivin á Vágaportalinum.
Løgmaður ber saman støðu sína í Sp/F Sisero við
støðu sína sum smápartaeigari í Eik, hóast tað er
himmal víður munur á at vera nevndarformaður og
smápartaeigari
Sosialurin biður løgmann útflýggja búroknskapirnar,
men hesi umbøn sýtir løgmaður.