Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Nú er fosturtøka aftur sett á breddan í Føroyum. Tað hendir við jøvnum mill­um bili, at politikarar og onn­ur fara at kjakast um fostur­ tøku­lóg­gávuna í Føroyum, men enn hava vit somu lóg­, sum varð samtykt í 1959. Í lógini stendur millum annað, at ein kvinnan einans kann fáa fosturtøku, um hennara lív verður sett í vanda, ella um hon kemur í eina svára kreppu, um graviti­teturin heldur fram. Eisini stendur í lógini, at fosturtøka kann fremjast fram til 14. viku, men í Før­oy­ um hava vit í mong ár prakti­ serað, at kvinnur fáa fostur­ tøku fram til 12. viku. Katrin Kallsberg, serlækni á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað avgjørt kann tulkast nær ein kvinna kann koma í svára kreppu, og hvat ein svár kreppa er. Tí kann sigast, at í løtuni eru tað læknarnir sum avgera hvør kann fáa fosturtøku og ikki, tá ið lógin er somikið víð og ógreið. Fara ikki at misnýta fría fosturtøku Katrin Kallsberg hevur starvast í Norra, har frí fostur­tøka er galdandi. Henn­ara royndir í Norra siga, at kvinnur framvegis halda tað er ein sera trupul av­gerð at taka, hóast lógin gev­ur teimum loyvi til at taka fostur­tøku. – Allar kvinnur halda tað er trupult at taka hesa stóru avgerð. Eg trúgvi ikki at nøk­ ur kvinna fer at lata vera við at taka preventión, og ístaðin fáa sær fosturtøku, um møguleiki verður fyri tí, sigur Katrin Kallsberg. Á Landssjúkrahúsinum hittir Katrin javnan kvinnur, sum ynskja fosturtøkur, og orsøkirnar eru nógvar. – Summar hava verið við barn áðrenn, og tað barnið hevur havt ógvusligt brek. Tí stúra tær fyri at fáa eitt barn aftrat. Aðrar hava júst fingið eitt barn, og hildu ikki tær kundi blíva við barn aftur, meðan tær góvu bróst. Summar hava eisini aðrar trupulleikar, so sum tørv á sosialari hjálp, greiður Katrin Kallsberg frá. Eftir hennara tykki ber tað ikki til at siga nakað um hvørjar kvinnur tað eru, sum vilja fremja fosturtøku. Tað eru kvinnur í øllum hugsandi aldri og støðum, sum velja fosturtøku. barbara@sosialurin.fo Fosturtøka: Eingin kvinna heldur tað er lætt Fosturtøka Allar kvinnur eru í einari sera sperdari støðu, tá ið tær velja fosturtøku. Eg havi ongantíð møtt einari kvinnu, sum heldur tað er lætt at taka fosturtøku. Men tær allarflestu eru kortini vísar í, at tær taka røttu avgerð, tá ið tær velja fosturtøku, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum starvast á Landssjúkrahúsinum Mytur um fosturtøkur og fyribyrging • Tað er als ikki neyðugt ella sunt at steðga við p-pillarum • Tú kann gerast við barn hóast tú gevur bróst. • Tú kann gerast við barn hóast tú ert komin upp í árini. • Tú kann gerast við barn eftir eina fosturtøku. Einasti vandin er um tú fært ein ringan bruna, sum ikki verður viðgjørdur. • Angribollin minkar ikki um vandan fyri at fáa børn seinni í lívinum. Katrin Kallsberg •Angribollin er eitt frálíkt alternativ til fosturtøku. Angribollin fæst á Apotekinum. •Øll, sum byrja eitt sexlív, eiga at hava ein angribolla liggjandi við hús, og annars seta seg inn í hvat endamálið við angribollanum er. •Ung, sum byrja at hava eitt sexlív, eiga at hava sett seg inn í hvussu tey skulu verja seg. •Ung eiga at søkja sær hjálp og ráð frá vaksnum fólkum, tá ið umræður preventión, soleiðis at tey ikki koma í eina óhepna støðu, tá ið tey byrja sítt sexlív. •Foreldur eiga at upplýsa børn teirra um preventión, og um hvussu stóran týdning tað hevur at verja seg. Heldur ov tíðliga enn ov seint. Góð ráð Eg trúgvi ikki at nøk­ur kvinna fer at lata vera við at taka preventión, og ístaðin fáa sær fosturtøku, um møguleiki verður fyri tí, sigur Katrin Kallsberg