fríggjadagur 10. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fosturtøka
Kommunulæknin: Kvinnan skal
seta seg í samband í kommunulæknan,
sum skal staðfesta, at kvinnan er við
barn. Kommunulæknin skal staðfesta,
um kvinnan lýkur krøvini í lógini um
fosturtøkur, og ger hon tað, verður
hon beind víðari á Landssjúkrahúsið.
Haraftrat skal kommunulæknin upplýsa
um hvørjir aðrir møguleikar eru.
Landssjúkrahúsið: Síðani skal
kvinnan út á Landssjúkrahúsið, har
staðfest verður, um fostrið er í lív
móðurini ella uttan fyri. Tað verður
gjørt við ultraljóðsskanning. Læknarnir
á Landssjúkrahúsinum kanna eisini fyri
klamydia. Hevur kvinnan klamydia skal
tað viðgerast áðrenn, tí annars er vandi
fyri at klamydia brunin verður førdur
í lívmóðrina, tá ið fostrið skal takast.
Eisini her skal kvinnan tosa við læknan
á Landssjúkrahúsinum, og hesin læknin
skal eisini staðfesta, um kvinnan lýkur
krøvini í lógini fyri at fáa fosturtøku.
Metir læknin á Landssjúkrahúsinum,
at kvinnan er egnað til fosturtøku,
verður ein tíð sett av til fosturtøkuna.
Fosturtøka: Síðani skal kvinnan taka
fostrið á Landssjúkrahúsinum. Kvinnan
verður løgd í fulla doyving, meðan
hetta fer fram, og eftir hon vaknar skal
hon liggja til observatión í tveir tímar.
Áðrenn kvinnan verður doyvd verður
hon spurd einaferð aftrat, um hon
framvegis ynskir fosturtøku.
Aftaná: Tá ið kvinnan vaknar skal
hon fáa upplýsingar um hvat hon skal
gera, um hon byrjar at fáa ilt í búkin ella
fær fepur. Um hon skuldi blivið sjúk av
fepri ella búkilsku teir næstu dagarnar,
so skal hon seta seg í samband við
kommunulæknan, tí tað er vandi fyri,
at bruni er komin í undirlívið.
Soleiðis fer ein fosturtøka fram
Í hesum døgum arbeiðir
Karsten Hansen, heilsumála
ráðharri við einum uppskotið
um eina fosturtøkunevnd,
sum skal veita ráðgeving
til kvinnur, sum vilja hava
fosturtøku.
Í dag er støðan tann, at
kvinnur eru noyddar at tosa
við sín kommunulækna, og
ein lækna á Landssjúkra
húsinum áðrenn fosturtøkan
verður framd. Nú vil Karsten
Hansen eisini hava, at kvinn
urnar vera noyddar til at fáa
ráðgeving frá einum ser
frøðingin, sum ein fostur
tøkunevnd skal seta.
– Tað er als ikki so, at
kvinnan skal sita framman
fyri einari nevnd, men vit
skulu hava ein álitisvekjandi
persón, sum kann ráðgeva
hesum kvinnum í hvørjir
aðrir møguleikar eru, sigur
Karsten Hansen.
Hann heldur, at skipanin
á økinum í dag riggar ikki, og
tí hevur samgongan skrivað
í samgonguskjalið, at korini
hjá teimum, sum ynskja
fosturtøku, skulu betrast.
– Tað er sjáldan, at sjálvt
barnið
er
trupulleikin.
Mangan snýr tað seg um eitt
parlag, sum ikki riggar, ella
fíggjarligir trupulleikar, og tá
ið kvinnan frammanundan
er í einari ringari støðu, og
síðani gerst við barn, so kann
hon fara heilt í svart. Men
eitt ljós er fyri endanum av
tunlinum, og tað skal hesin
ráðgevin
hjálpa
teimum
við at síggja, sigur Karsten
Hansen.
At ráðgeva kvinnum í slík
um støðum er okkara upp
gáva sum samfelag, men vit
skulu eisini lyfta kvinnurnar
tvørturum hesa støðu, og
hjálpa teimum víðari í ger
andisdegnum.
–
Vit
mugu
hjálpa
kvinnum í slíkum støðum,
og vísa á ein gerandisdag
við barninum. Vit mugu
ráðgeva so vísiliga, at tær
kanska duga at síggja, at tær
ikki noyðast at enda lívið á
tí barnið, sum tær ganga við,
sigur Karsten Hansen.
Umboðini í nevndini skulu
vera serfrøðingar. Karsten
Hansen sigur, at talan er um
eitt nú sosialráðgevar, sálar
frøðingar og prestlærdar
persónar, sum skulu manna
nevndina.
Karsten Hansen staðfestir,
at hóast hendan fosturtøku
nevndin skal setast, so er
endamálið ikki at broyta
lógina.
Hóast fleiri atfinningar
hava verið seinastu dagarnar
um, at hendan ráðgevingin
ikki verður eitt tilboð, men
eitt krav, so heldur Karsten
Hansen ikki, at hetta er ein
trupulleiki.
– Frammanundan krevja
vit av kvinnum, at tær skulu
til kommunulæknan og ein
lækna á Landssjúkrahús
inum, so eg skilji ikki hví
hetta er so nógv øðrvísi. Tað
vísir seg, at einans nakrar
fáar kvinnur leita sær hjálp
frá Sjálvhjálpini árliga, so
vit mugu staðfesta, at Sjálv
hjálpin ikki riggar, sigur
Karsten Hansen, heilsumála
ráðgarri.
barbara@sosialurin.fo
Kvinnan skal ikki
fyri eina nevnd
Karsten Hansen:
Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um uppskotið hjá Karsteni Hansen, heilsumálaráðharra, um at
seta eina fosturtøkunevnd. – Kvinnurnar skulu sjálvandi ikki seta seg frammanfyri eina nevnd at práta um
støðuna, sigur Karsten Hansen. Nevndin skal seta ein væl egnaðan persón, sum skal standa fyri ráðgevingini
– Tað er sjáldan, at sjálvt barnið er trupulleikin. Men eitt
ljós er fyri endanum av tunlinum, og tað skal hesin ráð
gevin hjálpa teimum við at síggja, sigur Karsten Hansen
Tað er als ikki so,
at kvinnan skal sita
frammanfyri einari
nevnd, men vit skulu
hava ein álitisvekjandi
persón, sum kann
ráðgeva hesum kvinnum