fríggjadagur 10. august 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tað er sjón fyri søgn, at
norðalaga í Føroyum trívist
sjálvbjargnishugurin í størri
mun enn syðst í Føroyum,
soleiðis at vit í gjár, sunnu
dagin, í Útvarpi Kringvarp
sins hava hoyrt formannin í
Norðoya Sambandsfelag siga,
at hann metir, at skipanin,
Føroyar liva undir við Heima
stýrislógini, er afturúrsigld, í
mun til tann tørv Føroyar
hava á sambandi við onnur
lond!
Hetta
er
politiskt
fyribrigdi, sum vit kundu
granskað og vent og snarað
av berum áhuga, men heldur
eiga vit at heilsa rákinum,
veruleikanum og pragmat
isku tankagongdini vælkom
num.
Føroya løgmaður úttrykti
ynski um sjálstøðugar Før
oyar í síni løgmansrøðu
ólavsøkudag 2012 og kemur
útsøgnin hjá John William
Joensen í kjalarvørrinum av
kjakinum, sum nú er íkomið í
Sambandsflokkinum. Og tað
fara vit at lata Sambands
flokkin kjaka seg ígjøgnum,
men ímeðan kunnu vit stað
festa og arbeiða og kunnu
rannsaka okkum sjálvi sum
einstaklingar,
politiskir
flokkar, sum fólk og tjóð.
Sambandsflokkurin hev
ur ein liberalan vong á fleiri
økjum og at hesin eisini
kennir tørv á at hava frítt at
fara í mun til tjóðina er væl
skilligt og púra logiskt í mun
til liberala hugsan. Í stevnu
ská floksins stendur:
»Sambandsflokkurin
hevur til aðalmál í ríkis
felagsskapi
við
Danmark
at arbeiða fyri frílýntari og
hollari menning av føroysku
tjóðini, stjórnarliga, fíggjar
liga og mentanarliga«
Millum kjarnuvirðini á
heimasíðu
Sambandsflok
sins stendur hetta slagorðið:
»Samstarv
–
millum
politikarar, millum flokkar
og millum lond.«
Og
viðmerkingin
til
kjarnuvirðini er: »Ofta taka
vit hesi politisku kjarnuvirði
sum eina sjálvfylgju, men
Sambandsflokkurin heldur,
at tað er neyðugt alla tíðina
at eftirmeta kjarnuvirðini og
royna at geva teimum veru
ligt innihald.«
Hetta er tað, sum størsti
og elsti flokkur á Føroya
Løgtingi hevur sum stevnu
og her hómast ein natúrlig
fram-drift í mun til tann
tørv hetta oyggjasamfelagið
í Atlantshavi hevur.
Lat okkum stutt hyggja
at, hvat hinir flokkarnir siga
um tjóðskaparmálið:
Fólkaflokkurin
Um vit hyggja at stevnu
miðum Fólkafloksins hesum
viðvíkjandi, so stendur um
sjálvræði:
»Fólkaflokkurin er ein
borgarligur tjóðskaparflokk
ur og hevur sum stavnhald,
at í Føroyum skulu føroy
ingar ráða. Vit skulu valda,
har vit gjalda. Vit skulu hava
tamarhald á føroyska bú
skapinum, tí politiskt sjálv
ræði kann einans røkkast við
búskaparligum sjálvbjargni.«
Og síðani koma fleiri
punkt, sum meiri og minni
ítøkiliga geva boð uppá, hvat
skal gerast reint búskapar
liga, løgfrøðiliga og polit
iskt. Her eru stórar ætlanir
okkara tjóð at frama – í øll
um førum á skrift!
Tjóðveldi
Sokallaði loysingarflokkurin,
Tjóðveldi, sigur um tjóðina
og frælsi:
»Tjóðarfrælsi er fortreytin
fyri at tryggja okkum javn
støðu millum heimsins tjóð
ir. Men tjóðarfrælsi er bert
eitt amboð. Tað fær bert eitt
veruligt innihald, tá ið vit
skipa eitt samfelag við frælsi
og javnrættindum innan
hýsis.« (undir ”Hugsjónin” á
heimasíðu Tjóðveldis)
Í stevnu Tjóðveldis stend
ur m.a.:
»1. Føroyska tjóðveldið
verður stovnsett við fólka
ræði í politiska, vinnuliga,
sosiala og mentanarliga lívi
landsins.
Einki útlendskt vald eig
ur nakran rætt til ræði og
ognir í landinum. Føroyar
verða loystar úr øllum út
lendskum bondum, soleiðis
sum føroyska tjóðin avgjørdi
á fólkaatkvøðuni 14. septem
ber 1946.
8. Sum tjóð í frælsum
landi taka føroyingar lut í
altjóðasamstarvi
um
slík
mál, sum týdning hava fyri
tjóðina.«
Hetta vita øll um flokkin,
men spurningurin er: Megn
ar hann seming um tjóðskap
armálið?
Sjálvstýrisflokkurin
Hesin flokkur, sum saman við
Sambandsflokkinum er elsti
flokkur á Føroya Løgtingi,
sigur í síni stevnuskrá undir
yvirskriftini ”Sjálvstýri og
stýrisskipan”:
»Virkað verður fyri fullum
sjálvstýri, at føroyingar ger
ast sjálvbjargnir, og at Før
oyar verða viðurkendar sum
tjóð. Grundlóg verður gjørd
fyri Føroyar. Ríkisrættarliga
støða Føroya verður løgd út
til fólkaatkvøðu.
Bert lógir, sum í síni heild
eru samtyktar av Føroya Løg
tingi eiga at galda í Føroyum.
Føroyskur
heimarættur
og føroyskt pass eiga at
verða staðfest.
Fólkatingssessirnir verða
tiknir av.«
Hetta er rættiliga greið
tala og eg spyrji meg sjálva,
hvørjum bíðað verður eftir -
106 ár aftaná at flokkurin sá
dagsins ljós.
Miðflokkurin
Miðflokkurin
setir
aðra
politiska stevnu fremri enn
tjóðskaparmálið, men undir
yvirskriftini ”Stýrisskipan”
stendur á heimasíðu flok
sins:
»1.Í øllum spurningum
og avgerðum eigur føroyska
tjóðin at hava fullan av
gerðarrætt og ábyrgd.«
Og
undir
yvirskriftini
»Millumtjóða
samstarv«
sigur Miðflokkurin:
»1. Flokkurin er ímóti ES-
limaskapi. Samarbeiði okk
ara við onnur lond eigur
at byggja á sjálvstøðugar
handils- og fiskivinnuavtalur
við allar heimsins tjóðir.
2. Samstarvið í útnorði og
við norðurlond skal menn
ast.
3. Miðvíst eigur at verða
virka fyri samstarvi við aðrar
tjóðir á teim kunnleikaøkjum
vit eru bestir til.“knohow”,
sum t.d. á sjóvinnuøkinum.«
Øll hesi punkt kunnu
lesast sum ein frameftir
lítandi ætlan at finna Før
oyum fótafesti í altjóða sam
felagnum, har Føroyar hava
ábyrgd og fullan avgerðar
rætt.
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin
hevur
sum Miðflokkurin ongantíð
havt tjóðarfrælsi sum aðal
mál, men sjálvt í stevnumið
unum hjá hesum sosialdemo
kratiska flokki stendur undir
punktinum »Altjóðagerð«:
»Føroyar skulu eisini í
framtíðini teljast ímillum
heimsins bestu vælferðar
samfeløg. Vit skulu taka
ímóti
avbjóðingunum
og
møguleikunum
í
altjóða
gerðini, samstundis sum vit
stimbra og fjálga um okkara
egna samleika og okkara
egnu tjóðareyðkenni í heims
samfelagnum.«
Sum eg lesi hetta, so er
eingin andsøgn hjá Javn
aðarflokkinum í at taka
tjóðarfrælsi, um bert atlit
verða tikin til vælferðasam
felagið.
Framsókn
Framsókn er stovnað fyri at
nøra um frælsið m.a. tjóðar
frælsið og undir stovnan orð
aðu vit okkara sjónarmið um
tjóðarfrælsi soleiðis:
»Tað er í strembanini eftir
at standa á egnum beinum,
at vit fáa tann størsta fram
burðin. Tí er føroyskt full
veldi eitt framtíðarmál hjá
Framsókn.
Vit
skulu
sjálvi
taka
ábyrgd og ræði á okkara eg
na tjóðarbúskapi og seta
sjøtil á eina tilgongd, har
ríkisveitingin minkar nið
ur í einki. Tað merkir ikki,
at vit byrgja okkum inni,
tvørturímóti merkir sjálv
ræði, at vit gerast sterkari í
felagsskapi við onnur.
Sjálvræði gevur áræði og
sjálvsálit, sum skulu vera
sterkasta eyðkenni við okk
ara samleika. Tí setir Fram
sókn frælsi fremst.
Føroyar eru land og alt
vald í Føroyum kemur frá
Føroya fólki.
Ein stjórnarskipan, sum
gevur Føroya fólki hesa
heimild, skal samtykkjast á
eini fólkaatkvøðu.«
Og í beinleiðis sambandi
við
okkara
stremban
eftir
hesum
máli
siga
vit
í
ætlanunum
fyri
nýggju
tingsetuna
undir
yvirskriftini »Sjálvbjargni«:
»Á veg móti einum sjálv
berandi
búskapi
verður
neyðugt at gera breiðar semj
ur at grunda politisk átøk á.
Framsókn vil hava javn
vág á fíggjarlógina skjótast
tilber, og at hetta verður
gjørt við nýskipanum og
við nýggjum inntøkum frá
okkara tilfeingi.
Framsókn fer at leggja
fra uppskot um, hvussu vit
niðurlaða ríkisveitingina í
mun til búskaparvøksturin,
og at búskapargrunnurin
hereftir skal virka sum kon
jukturjavnari.«
Undir
yvirskriftini
”Uttanríkismál” siga vit:
»Vit eru í heilum í klem
mu, tá Danmark ríkisins
vegna
hugsar
og
virkar
saman við ES. Í heilum
gongur
Danmark
ímóti
føroyskum
áhugamálum.
Hetta er sera óheppið fyri
okkum, men tað vísir bert,
at uttanríkismál okkara ikki
longur kunnu verða skipað,
sum tey eru – støðan er ikki
haldgóð, hvørki fyri okkum
ella Danmark.«
Undir
yvirskriftini
»Tjóðarfrælsi« siga vit:
»Bert einstakar orðingar
gjørdu, at steðgur kom í
arbeiðið at gera lóg um
stjórnarskipan fyri Føroyar.
Framsókn vil hava málið
aftur á dagsskrá, soleiðis at
lógin kann fáa endaliga við
gerð og verða samtykt av
Føroya fólki.
Tað tykist, sum at vit før
oyingar ikki skulu hoyra
heima í altjóða samfelag
num - sum annað enn dan
ir. Heimurin flytur seg við
fullari ferð, men vit føroyin
gar sita at kalla ongantíð við
borðini, har avgerðir verða
tiknar. Tí er avgerandi, at
arbeiðið at gera eina føroysk
ari stjórnarskipan verður tik
ið uppaftur og gjørt liðugt.
Okkum føroyingum tørv
ar at fáa sett orð á okkara
samleika og í eini grund
leggjandi skipan lýsa rætt
indi og skyldur okkara sum
fólk. Langt áleiðis eru vit
øll - samríkisfólk eins væl
og sjálvstýrisfólk – samd
um okkara samleika. Eftir er
bara at fáa hetta staðfest og
lýst.«
Eg síggi fleiri líkheitir enn
munir, tá tað kemur til vilja
flokkanna á pappírinum at
tryggja Føroyum teir møgu
leikar, sum vit hava brúk
fyri á altjóða pallinum, sum
sjálvstøðug tjóð. Júst hvussu
vit skulu skipa hetta, haldi
eg ikki eigur at vera eitt
klandursmál, sum forkem
ur endamálinum: at skapa
okkara samfelagi betri og
fríari møguleikar at vinna
og samvinna har og við
tey, sum tað loysir seg best.
Framsókn hevur boðað frá,
at vit av øllum alvi vilja virka
fyri breiðum semjum um tey
týdningarmiklu
politisku
stórmálini – og tjóðskapa
rmálið er sanniliga eitt av
teimum – sjálvt sambands
løgmaður ásannar hetta.
Eru vit semjusøkjandi og
hava viljan, so koma vit á
mál. Fólkakæra skaldið yrkti
um okkum: ”saman at halda
var ei okkum givið” – kundu
vit ikki gjørt hesa orðing til
skammar?
Er stundin ikki komin til
handa, at vit taka lógvatak
saman – alt fólkið, allir flokk
ar á Føroya Løgtingi - landi
og fólki til frama?w
Er stundin komin til handa?
Hanna Jensen
Framsókn