Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Javnaðar­flokkurin á odda S o gjørdist Javn­aðar­ flokkurin størsti flokk­ur á tingi. Í hvørt fall sam­bært seinastu gallup­kann­ing. Og tað hevði flokkurin væl og virðiliga uppiborið. Flokk­ urin hevði vaks­ið við trim­um ting­monn­um. Eg meti, at Petur M. Dam, sáli, og Vilhelm Jo­han­ne­sen eru millum fræg­astu poli­ tik­ar­ar, ið sitið hava á tingi, síðani heima­stýris­lógin kom í gildi – alt meðan sitandi sam­gonga smalkar um leið­ ir­nar smalar hjá teim­um á niðastu róku­num. Hin 1. apríl 1957 kom í gildi í Danmark nýggj fólka­ pensiónslóg. Hon av­loysti gomlu lógina um »alder­ doms­for­sorg«. Løgtingsval var í Før­oy­ um í november í 1958. Til hetta val sendi Før­oya Javn­ að­ar­f­lokkur út bókling við upp­lýsing um hesa nýggju lóg­ina, sum eisini kundi koma at galda fyri Føroyar. • Danski staturin skuldi gjalda 50% • Føroyski landskassin skuldi gjalda 40% • Føroysku kommunurnar skuldu gjalda 10% Føroyski Javn­að­ar­flokk­urin fór við løg­tings­valið fram frá fimm til átta tingmenn. Og føroyski Javn­að­ar­ flokk­urin helt lyfti sítt. Petur M. Dam, sáli, gjørd­ist Før­oya løg­mað­ur, og stutt eftir kom í gildi fyri Føroyar lóg um fólkapensión, sum av­ loysi hina gomlu lóg­ina um aldursrentu. Menn hava hildið, at fólka­pensiónin er ov lítil, ser­liga nú hon ikki er ajour­ førd við fólka­pen­siónina í Dan­mark. Og menn løg­d­u til brots at leita eftir eini skipan, sum kundi útvega fólka­pen­sióni­s­t­um nakrar krón­ur meira á ellisárum. Minnist meg rætt var tað Javn­aðar­ting­mað­ur­in Vilhelm Johanne­sen, sum ferðasti um í fleiri lond­ um til tess at finna eina hóskandi skipan, sum kundi vera eitt ískoyti til fólka­ pen­sión­ina. Úrslitið var hin sa­m­haldsfasti eftir­lønar­ grunn­urin. Men synd er at siga, at teir borgarligu flokk­ ar­nir í Føroyum lov­prís­aðu hesi skip­an. Tvørt­ur­ímóti. Tó, eftir mik­ið stríð eydnaðist at fáa meiriluta fyri hesi skip­ an – í skerdum líki – so­leið­is at útgjaldið kom at vera um helvtina av tí, sum upp­runa­ liga var ætlað. Í stuttum kunnu vit í mynda­talu taka sam­an um royndirnar hjá Javn­að­ar­ flokki­num at út­vega før­oysk­ um pen­sión­ist­um mann­ sømi­lig kor. Javn­aðarflokkurin plant­aði tvær plantur. Hesar planturnar fin­gu ávika­vist nøvnini: • Fólkapensión og • Samhaldsfasti eftirlønargrunnur. Og ikki kann sigast annað, enn at Javn­að­ar­flokkurin eft­ir førimuni hev­ur roynt at fingið plant­ur­nar at trív­ast. Nevnast sum dømi kann, at maður og kona, sum bæði eru pen­siónistar, tilsamans fáa umleið kr 15.000 um mán­ að­in ella kr 180.000 um árið. Símun Pauli Jacobsen Vestmanna Tað eydnaðist herfyri bæði at fyriskipa og halda ólav­ søku­na í bestu semju utt­ an trupulleikar - og utt­an partapolitikk. Tað vóru nógv­ ir hundraðtals ein­stak­lingar við í hesum arbeiði, umframt stovnar, fyritøkur og okkara egna fyrisiting. Í lutfalli skuldi verið ein­ falt eftirsíðan at skipa ova­ stevnuna. Men tað er í veru­ leikanum ikki so ein­falt, tí eisini her liggur eitt øgi­ligt arbeiði aftanfyri. Mest eru tað einstaklingar og felags­ skapir, men sum vant er tað okkara umsiting, sum legg­ur til rættis neyðugu karm­ar­ nar. Í míni tíð sum býráðs­lim­ ur og borgarstjóri hevur ikki verið vanligt at blanda parta­ politikk upp í tílík felags átøk, har oftast alt bý­ráð­ið er púra samt um at lata fyri­ sit­ing­ina leggja karm­ar­nar til rættis til feløg og ein­stak­ ling­ar at fylla út í. Tí harmar tað almikið at síggja grein hjá Jákup av Skarði í miðlunum, har hann bein­leiðis ger ovastevnuna til eitt politiskt evni í sambandi við komandi kommunuvalið - og tilskrivar sínum egnu floks­feløgum í Tjóðveldi eina og aleina heiðurin fyri øllum, sum hevur verið Nólsoynni at bata. Kann ikki hugsa mær, at floksfelagar hansara eru fegnir um hetta. Alt arbeiðið, gjørt er í Nólsoy síðan saman­legg­ing­ ina, er eitt úrslit av breiðum polit­iskum semjum, og tað er utt­an mun til um vit tosa um sigl­ing, bátabrúgvar, asfalt, kloak­k­er­ing og hundrað onn­ ur mál, sum m.a. er tikin upp á huga- og hugnaligum borg­ ara­fund­um í Nólsoy. Arbeiðið í Tórshavnar býráð er ikki serliga parta­ polit­iskt og hevur aldri verið tað. Á serliga mentanarliga øki­num hevur vanliga verið semja um, at vit røkka longst við at draga somu línu. Í øllum mentanarligum arbeiði hjá okkum gera vit breiðar politiskar semj­ur, okkara stóra um­sit­ing a­r­ beið­ir síðan við kørm­un­um, sum borgarin síðan fyllir. Tað harmar meg almikið, um menn nú missa stevið og vit heilt missa taktina, bara tí onkur heldur seg kunna fáa politiskan løtu­ vinn­ing burturúr hiðan og til valið. Tað vænti eg fer at miseydnast. Tí soleiðis spæl­ ir klaverið ikki – heldur ikki tað mentanarliga. Ovastevnan er ikki partapolitisk Heðin Mortensen borgarstjóri 1. Tú mást ikki drekka. 2. Tú mást ikki vera sam­ kynd/ur. Skalt tú verða ein rætt trúgv­andi persónur eftir før­oysk­um standardi, so eru bara at fylgja 1. og 2. boði, tí so ornar restin seg sjálvt. At allur heimurin veit av, at vit hava katólskar prestar, sum eru pedofilar. Tað er ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara tvey boð. Tá bókin “Sig at du lyver”, for­taldi okkum, at tað ikki bara eru katólskir prestar, sum gera seg inn á børn, men eisini føroyingar innan før­oysk­ar samkomur, tá var tað heldur ikki so farligt. Tí í Før­oy­um hava vit bara 2 boð. Tá Jesus í Matteus í 19, 21 sig­ur: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli”, so er tað heldur ikki so far­ligt, tí í Føroyum hava vit bara 2 boð. Tískil er uppskriftin til ein einvegis ferðaseðil til himm­als øgiliga einføld: 1. Syrg fyri at niðurgera sam­kynd og lat tey allatíð merk­ja hitan frá tí grábeinta. 2. Sært tú ein møguleika, so vælsignaði peika og døm tey, sum nerta dropan. Fylgir tú føroysku himna upp­skrift­ini omanfyri, so hev­ur tú vunnið ein einvegis ferða­seðil til himmals. Favorit synd ger okkum blind Í Føroyum hevur mann funn­ið sær tvær favorit synd­ir – samkynd og alkohol - sum yvirskugga alt annað, ið kristi­n­dómurin umboðar. Hví hoyra vit ongan av teim­um harðmæltu “kristnu” traðka fram og siga: - Eg havi fingið nokk av, at há­lønt­ir mið- og fólkafloks politik­ar­ar koyra við dýrum bil­um, hava dýr hús og ganga í dýrum klædningum, tí Jes­ us segði sjálvur, at vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fá­tæku, og tú skalt eiga dýr­ an grip í himli. Hvussu ofta hava tey krist­nu brúkt hatta brotið úr bíbliuni? Ongantíð, tí her er talan um sjálvkritikk, og pro­blem­ið við sjálvkritikki er, at tað rakar ein sjálvan. Og tá fylgjurnar av av kritikki­num eru, at mann verður noydd­ur at lækka sín egna livi­s­tand­ard. Tá er tað nógv lætt­ari at finna feilir hjá øðr­um, og at ignorera boðini frá Jesus, og fyri alt í verðini halda fast við tann føroyska læru­ setn­ing­in: Í Føroyum hava vit bara tvey boð. Í Føroyum hava vit bara tvey boð Hergeir Stakksund