fríggjadagur 10. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útvarpið og L.G.B.T.
kjak
Thomas J.
Askham
Síðstu árini er ein nýggj
»vekingarrørsla«, LGBT, við
altjóða stuðli, og við almenn
um fíggjarligum stuðli, vorð
in meiri og meiri sjónlig,
eisini her á landi.
Undan, undir og eftir
ólavsøku, kundu vit hvørki
blaða í Dimma ella Sosiali
num, ella tendra fyri Útvarpi
ella Sjónvarpi, uttan at vek
ingartónarnir frá hesi rørslu
sóust og hoyrdust.
Jú, dugnalig og málrættað
hava vekingarfólkini verið.
Hvat eru hetta so fyri
vekingartónar?
Jú, nú skulu fólk av sama
kyni kunna ganga saman í
parlag/hjúnalag, og tí skulu
landsins lógir broytast og
smíðast so, at hetta verður
gjørt lógligt.
Hvør skal vekjast?
Jú, helst alt Føroya fólk,
men mest politikararnir, sum
jú smíða landsins lógir.
Hvørjum skal so Føroya
fólk, íroknað Føroya Løgting,
vekjast frá?
Jú, tí fleiri túsund ára
gamla almenna hugsannar-
og livihátti, og tí meiri enn
túsund ára gamla kristna
siðaarvi her á landi, at eitt
hjúnalag bara er millum ein
mann og eina kvinnu.
Vekingarrøddirnar siga, at
kærleikin er “kynsneutralur”
og tí kann “parlagið/hjúna
lagið” eins væl vera millum
tveir menn ella tvær kvinnur.
Enn eru føroysku veking
arfólkini meiri hóglig, enn
t.d. tey donsku, tí tey krevja
eisini at kunna vera vígd í
kirkjum.
LGBT krevur kanska ikki
enn, at ættleiðing verður
ein sjálvsagd fylgja av hesi
broyting, tí tveir menn ella
tvær kvinnur jú ikki á “nátúr
ligan” hátt fáa børn og harvið
føra ættina víðari – føra sam
felagið víðari.
Verður
tað
ónatúrliga,
við lóg, gjørt lógligt og
“natúrligt” hvussu kemur
so familjumynstrið og sam
felagið at síggja út, og hvussu
koma t.d. komandi lærubøk
ur í fólkaskúlanum, at um
røða hesi viðurskifti?
At hetta er ein sera, sera
álvarsom veking, sum er við
at taka seg upp, er greitt.
Fyrst var tað § 266b, sum
mátti koma í gildið, fyri at
verja móti happing.
Nú er tað hjúnalagslógin
sum skal broytast, óivað
til eitt “kynsleyst” parlag/
hjúnalag.
Verður tað næsta lóg um
ættleiðing, tí tað er óivað
“keðiligt” í longdini við ong
um børnum? Hvat verður tað
triðja, fjórða...?
Er ikki eitt orðatak sum
sigur: “Har sum ein skriðan
er lopin, er onnur væntandi”
Man kendi danski dóm
prósturin
C.
Skovgaard
Petersen, fáa rætt, tá hann
um síðstu tíðir sigur: “Tá skal
lógloysið gerast til lóg”?
Paradokssalt,
so
segði
løgmaður í løgmansrøðuni,
at peningur skal nýtast til
fólkavøkstur her á landið, so
stuðlar hann, og aðrir politik
arar, krøvunum hjá LGBT,
sum ikki fremur fólkavøkst
ur – tvørturímóti.
Vit kristnu skulu hvørki
døma ella fordøma fólk, sum
liva øðrvísi, enn bíblian sigur.
Dómurin er Guds aleina. Til
tikið er eisini orðatakið:
“Kasta ikki við steinum, tá
tú sjálvur býrt í glashúsi”
Men eitt er kortini greitt.
Tann, sum í álvara lesur
bíbliuna, sum Guds orð og
kanon,(rættisnórur/byggi
snórur) fyri lívið og levnaði,
sær at tílíkur liviháttur sum
LGBT stríðist fyri, als ikki er
sambærligur við Guds vilja
og kann tí ikki vælsignast av
honum. Tvørturímóti.
Tað eru ikki bara Móselóg
og Paulus (t.d. 3. Mós. 18 og
Róm. 1) sum samkyndur livi
háttur hevur ímóti sær - sum
tað mangan háðandi verður
sagt.
Tey fáa eisini Jesus, Guds
son og heimsins frelsara ímó
ti sær, sum segði:
“Hava tit ikki lisið, at skap
arin frá upphavi skapaði tey
sum kall og konu, og segði:
”Tí skal maður fara frá
faðir sínum og móðir síni
og halda seg til konu sína,
og tey tvey skulu vera eitt
hold?” So eru tey ikki longur
tvey, men eitt hold. Tað, sum
Guð tí hevur samankomið,
má maður ikki sundur skilja”
Matt.19.
Tí er tað eitt sera, sera,
sera álvarsamt krav (og lívs-
háttur) sum LGBT stríðist
fyri, tí kravið stríðir greitt
móti Guds vilja við lívinum
og við hjúnalagnum. Sam
stundis stríðir kravið ímóti
tí
livihátti,
sum
annars
er vanligur, har “kjarnu
familjan” við einum manni
og einari konu, við “faðir
og móðir” og í flestu førum
børnum,
er
grundarlagið
undir samfelagnum.
Væl er mannalívið, vegna
syndafallið, vorið trupult,
enntá sera trupult í nógvum
førum. Nógv kundi verið
skrivað um tað.
Tað gevur tó hvørki mær
ella øðrum loyvi til at taka
støðu í lívsins stóru spurn
ingum, eina við útgangsstøði
í, hvat mítt egna hjarta, kensl
ur, tráðan siga, ella hvat er
“inn” í tíðini. Tí sum Jeremia
profetur sigur: “Svikafult er
hjartað fram um alt annað,
tað er brekað, og hvør kennir
tað? Jer. 17,9
Hjartað og kenslur kunnu
siga eitt í dag og eitt annað
um nakrar dagar.
Tí tørvar menniskja eitt
grundarlag at standa á og
taka støðu út frá, sum liggur
uttanfyri menniskja. Tað var
ein av høvuðsgrundunum til,
at Gud gav okkum bíbliuna.
Teir “vekingartónarnir” eg
hoyri frá LGBT kennast so
ónatúrligir, so niðurgerandi,
(tí menniskja er krúnan á
skaparverkinum) og so nýtir
rørslan “samkynd djór” í ólav
søkuframsýningini, fyri at
stimbra upp undir sín “sam
leika”.
Eg harmist sáran, og í ein
ávísan mun nøtri og spyrji:
Er tað kanska mær, tað er
galið við?
Eg havi kallað LGBT fyri
eina vekingarrørslu. Kanska
eitt løgið heiti - og tó.
Tað, sum fólk vanliga
seta í samband við veking
arrørslur, er millum annað,
at tey fólkini ynskja at taka
Bíbliuna í álvara og ynskja
at liva eftir henni. Tey eru
Gudsóttandi og æra harvið
Gud.
Jesus sigur í Jóhannes
14,15: “Elska tit meg, tá haldi
boð míni!”
Trúvirði í kristintrúnni
avspeglast í lýdni móti Guds
orði.
Rørslan LGBT umboðar
hon ikki tað beint mótsætta?
Tey taka jú ikki bíbliuna í
álvara og liva tí ikki eftir hen-
ni á tí seksuella økinum. Tey
vilja, við lógini í ryggin, liva
beint móti Guds orði. Er tað
ikki at vilja liva leys av Gudi
– gudleys?
Rørslan er eisini “mis-s
ionerandi” tí fyri stuttum
tosaðu tey enntá um at fara
út í skúlarnar, har tey vildu
møta børnunum, framtíð
Føroya, fyri at “undirvísa”
um samkynt lív - sum nakað
natúrligt.
Man Amnesti fara at
hjálpa teimum føroyingum,
sum møguliga koma at vera
dømdir/revsaðir, tí teir vegna
samvitsku
og
sannføring
sína (sum er bundin til
bíbliuna) koma at tala ímóti
siðloysið og tí lívi, sum LGBT
ynskir, um nú Løgtingið
viknar í knøunum og broytir
lógina?
Góðu føroyingar og góðu
kristnu vinir.
Her stendur ómetaliga
nógv uppá spæl. Tí er fyrst
og fremst neyðugt, at øll,
sum biðja, fara inn í eitt
álvarsamt
og
áhaldandi
bønarátak fyri føroya fólki,
fyri Løgtingi og Landsstýrið,
at tey ikki smíða lógir, sum
stríða móti bíbliuni.
Latum okkum eisini biðja
fyri
fólkunum
aftanfyri
LGBT.
Fáa vit eina gjøgnumgríp
andi gudgivna veking, koma
vit at síggja undur.
Áhaldandi
bønarátakið
má eisini vera fyri bispi,
prestunum, samkomuleiðar
um, og øðrum kristiligum
leiðarum, sum jú standa við
serligari ábyrgd.
Møguliga er eisini neyð
ugt, at kirkjan og samkom
urnar finna saman í onkrum
felags átaki, sum stimbrar
kristinlívið og kristnu virðini
her á landi og út um heimin.
Til seinast vil eg av hjarta
taka undir við tjóðsanginum,
og gera eftir triðja ørindi:
“Eg níði tí niður í bøn til
tín, Gud:
Hin heilagi friður mær
falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt
land!
Nýggj vekingarrørsla
Torleif
Johannesen
Tað er sera umráðandi, tá
ein ynskir at fáa sín boð
skap út, at ein hevur so gott
samskifti við fjølmiðlarnar
sum til ber. Í so máta má
sigast, at okkara almenna
útvarp hevur gjørt sítt allar
besta fyri L.G.B.T. og limir
tarra. Tað man vera fáur av
øðrum minnelutum her á
landi, sum hava havt hend
an møguleikan at hava
almenna
útvarpsmannig
rennandi í hølinum á sær við
einum og tveimun starvs
fólkum, sum søgdu frá, hvat
hendi í gjøgnum dagin og
daganar á Ólavsøku.
Dagin fyri Ólavsøku vóru
høvuðsyvirskriftinar mill
um annað Makrelur og tey
samkyndu, vit fingu at vita,
at Ólavsøkan bleiv skotin í
gongd við Pride skrúðgongu,
útvarpsmannigin
hevði
gjørt seg væl út til dagin,
eitt frásøgufólk var í høllini,
har skrúðgongan byrjaði,
eitt annað var og tók ímóti
í býnum, umframt hesa
dekkan av hesi skrúðgongu
komu hópin av innsløgum
gjøgnum dagin, tað byrjaði
við summarmorgun, og so
komu innsløgini so at siga
pø á pø hesar tíðir á degnum
kl 12.20 kl 16 aftur 16.30 kl 17
kl 18.10 og so tók SvF við kl
19. So kom næsti dagur, aftur
sama evni í sendinginum kl
14 & 18 og so aftur 29. juli og
so nú í skrivandi løtu 30. juli
so er hetta enn ein partur
av tíðindatilfarinum, og so
aftur 31 juli,hetta er so sætti
ella sjeyndi dagur á rað, har
evnið er tey samkyndu í tíð
indaflutniginum.
Sum
hetta
er
blivið
blást upp, kann ein nær
um fáa ta fatan, at tað var
nakað nýtt her á landi at
vera samkyndur, og hetta
tíðindavirðið var so stórt, at
vit máttu fáa hetta fleiri ferð
um dagin í samanhangandi
dag eftir dag. Hetta kann
bert skiljast sum, at hetta
er eitt hjartamál fyri hen
da
almenna
stovnin
at
taka hesi krøv fram hjá
hesum minniluta so ofta
hvønn dagin, høvdu so aðr
ir minnilutar havt somu
møguleikar at fáa sín boð
skap út gjøgnum útvarpið,
men so er ikki.
Sjálvur hevur ein gjørt sín
ar royndir at borið eitt hvørt
tiltak, ein hevur skipað fyri
gjøgnum tíðunar, til Útvarpið
og spurt, um tað kann koma
við í sendingina á middegi og
kvøldið, tá hevur svarið verið
sum oftast, at tað kemur bert
ta einu ferðina við, onkuntíð
kom tað slett ikki við. Kenni
annan minniluta her á landi,
sum bjóðaði Útvarpinum til
tíðindafund, hesin minni
lutabólkur skuldi hava nøkur
tiltøk, og hevði tí tørv á at fáa
boðskapin út til tað allmen
nu Føroyar, tey bjóðaðu tí
útvarpinum at vera við til ein
tíðindafund, tey møttu snøgt
sagt ikki upp, (at so eitt starv
sfólk setti seg í samband sein
ni hoyrur til søguna,) men tá
var viðkomandi Útvarpsfólk
kontaktað aftur.
Eg loyvi mær at brúka
hesa
samanbering
,
tí
man far nær um ta fatan,
at korini eru so út av lagi
vánalig her í Føroyum hjá
L.G.B.T. og limum teirra.
Tit hava fram um allar aðr
ar minnilutar her á landi
óhindraða atgongd til okk
ara alment fíggjaða útvarp
at fáa tykkara boðskap út,
tað er ikki vánaligt reið
skap at hava at arbeiða
við, bert fyri at nevna eitt
gott reisskap tit hava fyri
at fáa tykkara boðskap út,
tað prógvaðu hesir daganir
væl og virðiliga. Ongin skal
halda, at eg meini, at hes
in
minnilutabólkur
ikki
skal koma til orðana, tað
vildi verið ódemokratist,
vit hava jú skrivi- og lesi
frælsi, hetta er at lýsa,
hvussu okkara allmenna
Útvarp metur og sær upp
á ymiskleikan og sær upp
á tíðindavirðið og týdnigin
hjá teimum ymisku minni
lutabólkinum her á landi.
Tað man neyvan bert vera
eg, sum upplivdi tíðinda
flutningin um Ólavsøkuna,
og daganar eftir, bæði troytt
andi og einstáttaðan hjá
útvarpinum.