fríggjadagur 10. august 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Nógv
skal
til
áðrenn
politiska umhvørvið ressast
og sigur sína meining, men
brotið á ólavsøku í løgmans
røðuni um nýggju kósina og
totalu kúvendingina hjá sam
bandsformanninum um trý
ríki í einum ríki, hava gjørt
hol í sjógvin, og eru sjálvandi
í beinleiðis andsøgn við
grundleggjandi sambands
politikk. Hetta hevur serliga
fingið sambandsveljarar at
siga sína hugsan um fram
tíðarvisjónir løgmans, og
hava tey kært sína neyð um,
hvaðar leiðin gongur!? Og
úrslitið var, at tingmanning
floksins fór, eftir ógvusligt
trýst frá baklandinum, kropp
av kroppi og segði seg at vera
ósamdan við formannin í
hansara
dreymavisjónum!
Sambandsflokkurin blívur
ongantíð loysingarflokkur,
punktum! Løgmaður einsa
mallur, misálit frá sínum
egnu! Hetta heilt løgna fyri
brigdi, at sjálvur sambands
formaðurin tosar í ramasta
álvara
um
at
stovnseta
ríki
Føroyar,
er
teimum
so fremmant, at tey skilja
púrt onki – flokkurin sum
í sínum skjaldramerki ber
sambandsnavnið,
er
nú
farin at tosa um loysing frá
danska ríkinum, sum hev
ur verið við til at tryggja
føroyingum sømilig kor á
lívsleiðini, serliga á almanna-,
sjúkrahús- og undirvísingar
økinum.
Og so úttalilsi frá løg
manni um, at vit skulu hava
trý ríki í einum ríki, hvat
merkir tað í veruleikanum?
Ber tað í heila tikið til, ella
eru hetta bert tóm fjákut
orð uttan minsta vet av
sannleika? Og aftur her ein
total yvirgeving politiskt
til Fólkaflokkin og Jørgen
Niclasen, sum hava havt
buktina og báðar endarnar
síðani henda samgongan sá
dagsins ljós! Nú kom so Kaj
Leo eisini úr skápinum sum
ramur
loysingarmaður
–
hvør skuldi trú tí??!!
Trý ríki í einum? Skulu
vit hava suvernitet, also
taka loysingina og kvetta
við Danmark, so krevur tað,
at vit verunliga stovnseta
okkara egna ríki við teimum
skyldum og rættindum, sum
løgmaður
eftirlýsir,
sum
sjálvstøðugir
(suverenir)
statir nú einaferð hava í
altjóða samfelagnum. Tað
er ein erlig søk at droyma
um loysing, men at hetta
sjónarmið
er
komið
frá
sjálvum
sambandsfor
manninum er at fara óer
liga fram, og selja eina tað
mest grundleggjandi vøru
sambandsins undir følskum
vørumerki - og hvørjum?
Sær løgmaður fyri sær, at
Danmark, Føroyar og Grøn
land hava hvør sítt um
boð t.d. í ST, sum tríggir
suverenir statir í einum ríki,
har risalond við nógvum
minnilutafólkabólkum
og
málum, sum telja fleirfaldað
fólkatalinum
í
Føroyum,
Danmark og Grønlandi til
samans, sum t.d. USA, Russ
land og Kina hava bert ta
einu atkvøðuna? Nei, harra
løgmaður, her hongur ikki
saman! Hetta er tann reini
babylonski forvirringur –
og eg skilji so væl meiniga
sambandsveljaran,
sum
altíð hevur fingið at vita
upp undir hvørt einastra
val, at sambandsflokkurin
er einasti sanni verji av ríkis
felagsskapinum, men veljar
in fekk ein judaskoss á ólav
søku.
Ábreiðslurnar móti sam
bandsformanninum
hava
verið ógvusligar. Og ser
liga frá leiðandi fólkum
í
flokkinum,
fyrrverandi
formonnunum,
núverandi
landsstýrisfólkum,
fólka
tingsmanni og flestu núver
andi tingfólkum, enntá við
kravi um, at Kaj Leo leggur
frá sær, og alt baklandið
tekur undir við kritikkinum,
sum er vælskiljandi. Ússaligu
viðmerkingar
løgmans,
um at hann er bara ein
indianari í flokkinum, sum
einhvør annar, eru bein
leiðis barnsligar fyri ein
floksformann,
samgongu
leiðara og løgmann!! Nær
fer løgmaður at traðka í
karakter? Bert ein nýggjur,
óroyndur
sambandsting
maður úr Sørvági hevur
ikki skilt álvarsligu støðuna
í flokkinum. Og so er tað
lokali indianarahøvdingurin
í Norðuroyggjum, sum ikki
dugir at skilja millum orðini
tjóð (í passinum hjá John
William stendur, at hann er
danskur statsborgari!!) og
fullveldisríki – tað er spurn
ingurin, sum vit skulu fyr
ihalda okkum til. Og, tíbetur,
hava tey flestu skilt álvars
liga boðskapin.
Dreymurin hjá Kaj Leo
Johan
Samuelsen
Endamál lærdómsins er at
útskifta afturlatin sinn við
opin sinn.
Nakað soleiðis segði fyrr
verandi amerikanski politik
arin og útgevarin av Forbes
Magazine, Malcolm Forbes.
Hesi orð runnu mær í hug,
tá eg hoyrdi mentamála
ráðharran Bjørn Kalsø í út
varpinum, har hann útlegði
ætlanir sínar at partvís um
leggja
lestrarstuðulin
til
føroyingar, ið ætlandi fara
at lesa uttanfyri Norður
lond, til lán. Eg vil viðmæla,
at Bjørn Kalsø tekur orðini
hjá Forbes til sín og fer inn í
hetta kjak við opnum heldur
enn afturlatnum sinni.
Kona mín og eg hava
síðan 2007 notið ótrúliga
góðu skipanina ,vit hava
sum
føroyingar,
ið
lesa
uttanfyri Norðurlond. Onn
ur, ið vit hava lisið saman við
her í Newcastle hava øvun
da okkum skipanina, tí tey
allarflestu eru skuldarbund
in eftir loknan lestnað. Ikki
vit og tað er gott, tí tað gevur
okkum nógv fríðari ræsur tá
lesnaðurin er yvirstaðin.
Alt gott um at fáa føroy
ingar heim eftir lesnað. Tað
eigur at verða endamálið hjá
stjórnini í Føroyum at fáa
øll heimaftur og tað liggur
eisini fremst í huganum
hjá teimum allarflestu les
andi at koma heim aftur.
Tó má eitt endamál verða
við tí. Endamálið haldi eg
eigur at verða ein visjón um
ein fjølbroyttan ar-beiðs
marknað, har útbúnir føroy
ingar við gleði koma heim,
tí møguleikin at nýta sína
útbúgving liggur opin. Tað
ger hann ikki í løtuni og tí
koma
nógvir
føroyingar
ikki heim. Við at gera ar
beiðsmarknaðin meira fjøl
broyttan koma alt fleiri før
oyingar heim og á henda hátt
verða tær 10 milliónirnar
árliga, ið landið brúkar uppá
lesandið, endurgoldnar.
Hvussu skal tað gerast?
Tað eru nógvir møguleik
ar og tað snýr seg um at hava
eitt opið sinn. Eg vil nerta við
tveir.
1. Ger skipanir til lesandi,
har tey hava møguleikan
at koma inn á arbeiðspláss,
privat og almenn, og harvið
fáa arbeiðsroyndir og møgu
liga bjóða starv, um viðkom
andi ger eitt gott arbeiði.
Hetta er ikki ein dýr skipan, tí
oftast eru slík størv ikki væl
lønt, men tað eru royndirnar,
ið viðkomandi byggir upp, ið
er veruligi vinningurin.
2. Ger tað lættari hjá ný
útbunum at fáa pening til
íverksetan, byrja fyritøkur
o.s.fr,
har
tey
beinleiðis
kunnu
evna
spennandi
verkætlanir til, ið verða sett
ar saman av tí vitan, ið tey
hava vunnið sær. Hetta er
sjálvandi meira kostnaðar
mikið, men kann geva fleiri
ferðir aftur, um skipanin
verður gjørd smidlig og rætta
hjálpin er tøk. Sum dømi
kann eg nevna lærustovnin,
ið eg havi verið á, Newcastle
University. Har hava tey eitt,
ið eitur Rise Up. Har kann eg
fara inn og fáa atgongd til
marknaðargreiningar, teldu,
ein til ein leiðbeining frá
lærdum fólkið við royndum
innan tað økið, ið eg havi
áhuga í o.s.fr. Henda leiklut
kundi mentamálaráðið tikið
á seg og givið øllum henda
møguleika, saman við góðum
íleggingarmøguleikum. Her
er eisini meira náturligt at
tosa um lán heldur enn stuð
ul.
Tað er púra sikkurt, at
nógv góð fólk í Føroyum
høvdu heldur enn fegin vilja
verið við til eina verkætlan
sum hesa.
Sum sagt, hetta eru bara
tveir møguleikar, men tað
eru nógv fleiri. Tað snýr seg
bara um at hava sinnið opið
og verða opin fyri nýhugsan.
Um stuðulin til skúlagjald
verður umlagdur til lán verð
ur úrslitið, at nógv koma
heim tí tey noyðast og ikki tí
tey vilja. Tað kann ikki verða
endamálið.
Eisini fer mann at sígga,
at positiva gongdin seinastu
árini, har alt fleiri fara longur
út enn Danmark, hugsa seg
tvær ferðir áðrenn tey fara
og nógv setast aftur og fjøl
broytni broytist til tað verra.
Annars haldi eg tað verða
skemtiligt, at 10 milliónir
árliga er ein útreiðsla, ið má
tálmast, tí mann heldur, at
tað fæst ikki nokk burturúr,
men at ein politikkari fær
upp til kr. 170.000 í ferða
endurgjaldið um árið, er ein
íløga, ið er neyðug.
Leggi ikki lestrar
stuðulin um til lán
Sólvit Nolsø