Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Ísland hevur Bláa Lónið. Dan­mark hevur Lítlu Hav­ frún­na. Og Føroyar hava ólav­søku­na. Tjóðarhátíð før­ oy­inga eigur at verða markn­ að­a­r­førd kring Norður­ev­ ropa sum mest ser­staka árliga hending í Norð­ur­høv­ um, ið ferðafólk bara mugu upp­liva Nýggi stjórin á Ferðaráði Før­oya hevur eina visjón um, at størri dentur skal leggjast á at marknaðarføra Føroyar. Hon hevur eisini nevnt, at neyðugt er at fáa greitt fram í marknaðarføringini uttan­ lands, hvat vørumerkið hjá Før­oy­um er. Lítið er at ivast í, at før­ oyska landslagið er hug­tak­ a­ndi hjá útlendskum ferða­ fólk­um at uppliva. Eisini man veðrið vera ein ser­lig uppliving, tí tað er so um­ leyp­andi. Simon Anholt nevn­di, at vert er at gera vart við, at vit í Føroyum hava nógv veður. Men tann størsta og mest sermerkta hendingin av øllum í Føroyum, sum vit ongantíð hava mark­nað­ar­ ført serliga væl, er ólavsøkan. Hvørt ár síðst í juli vísa vit fram tað besta av politikki, ment­an, átrúnaði, ítrótti, undi­r­haldi, tónleiki og list, men vit boða ikki væl frá tí. Spyrt tú íslendingar, hvat teir vita um Føroyar, svara teir flestu, at teir hava hoyrt um ólavsøkuna. Nógv­ir danskarar hava eisini hoyrt um føroysku tjóðar­há­tíð­ina, og norðmenn vita, at upp­ run­in til føroysku tjóðar­há­ tíðina er fall Ólavs kongs á Stikla­støðum. Men nógv fleiri áttu at hoyrt um ólavsøkuna. Før­ oy­ing­ar eiga miðvíst at fara undir at marknaðarføra sína tjóðarhátíð í øllum Norður­ evropa sum mest ser­støku árligu hending í Norður­at­ lantshavi. Hetta hevði ment vitan­ina um Føroyar og fing­ ið fleiri ferðafólk higar. Føroyar mugu brandast, hoyra vit so mangan sagt á ný­mót­ans máli. Rætt er tað, og brandið hava vit altíð havt – tað er ólavsøkan. Í nýggj­ari tíð hava vit so fing­ið upp aftur fleiri góð før­oysk vørumerkir, eitt nú G! Festi­ val­in og Summar­festi­valin. Ímynda vit okkum, at vit fara at marknaðarføra ólav­ søku­na væl, kundi ólavsøkan verið ment soleiðis, at hon aftrat ólavsøkuaftan og ólav­søku­degi gjørdist ein mentanar- og listahátíð, ið byrj­aði 25. juli og endaði 1. august. Við fleiri mentanar- og lista­døg­um kring ólavsøkuna hevði verið lættari hjá øllum at vitjað mongu tiltøkini, ið altíð eru á skrá, og sum kundu komið aftrat. Vit høvdu kunnað víst tað besta fram av føroyskum skapan­ ar­hugi í eina heila viku. Og gjørdu vit hetta, hevði ver­ið so skjótt, at ólavsøkan vaks nærum saman við G! Festivalinum og Summar­ festi­val­inum. Hetta hevði ver­ið ein vinningur fyri alt landið. Føroyar høvdu kom­ ið á breddan víða hvar, og ferða­vinnan hevði tikið seg skjótt fram. Ferðaráð Føroya, Tórs­ havn­ar Kommuna og onnur áhug­að eiga beinanvegin at gera eina ætlan fyri, hvussu ólavsøkan og før­oy­ska summarið skulu markn­að­ arførast. Átakið fer heilt vist at verða bæði høvuðs­stað­ num og øllum landinum at frama. Ólavsøkan er føroyska vørumerkið Jógvan Arge, býráðslimur í Havn Hjúnarlagið. Hví er tað politiskt? Kunnu fólk ikki bara velja maka sum teim­ um lystir uttan at alt skal definerast í lógina og vera statstengt? Sjálvur vildi eg hildi, at man skal heldur avtaka hjúnar­lógina og bara hava persónlig rættindir. Hjúnar­lógin skapir ofta split og gnidn­ingar millum fólk, held­ur enn at sameina fólk. Um ein kirkja ella sam­ koma vil ella ikki vil gifta onkr­an, so mugu tær kirkjur/samkomur hava tað fræl­si til at velja, hvat tey halda og ynskja - trúðar­ frælsi. Sjálvur haldi eg, at hjúnar­bandið er millum mann og kvinnu; men um onk­ur so vildi havt ein form fyri vígslum, sum er nakað annað enn tað traditionella mill­um mann og kvinnu, so kundu tey jú stovna sína egnu meinigheit, samkomu, áhuga­felag ella líknandi til sermoni­ina - uttan at vera polit­iskt. Tað kunnu tey sum so eisini í dag, bara ikki defi­ nera í lógini. Men hví endi­ liga undir lógina? Tað er eitt størri frælsi at hava frælsi at gera tað man hev­ur hug til í hesum føri, held­ur enn at alt verður skip­að undir lóg. Lógir skuldu bara verið yvir­skipaðar og til at trygg­ ja sínar medborgarar, so at ongin ger seg inn á hvønn annan. Politikkarar skuldu tískil hug­sa um viskileðrið heldur enn blýantin í hesum føri. Við frælsiskvøðu Hjúnarlagið - hví politiskt? Í hesum valskeiði hevur kom­ mun­an lagt orku í og sett fitt av peningi av til at kanna, hvus­su kommunan er, átti at ver­ið og einaferð skal verða. Ar­beið­ið er lagt í at nýhugsa Klaks­vík­ina, tí vit vilja vaksa og vinna! Vita heldur enn gita Fyri at vita heldur enn gita varð farið til verka. Fyrst sam­tyktu vit at fara undir trivn­að­a­r­ætlan, har spurt var í býnum, hvussu vinnulív, mentan­a­r­lív og borgarar sóu kommununa og hvørjar æt­ lan­ir og tankar kundu skapa eina betri kommunu og trivn­að í økinum/Klaksvík. Har­næst varð skipað fyri eini uttanhýsis kanning av sjálvari skipanini í bý­ráð­ num: hvussu virkar arbeiðið í húsinum, hvussu ber til at umskipa og fáa størri gagn av tilfeingi, og hvussu vilja vit hava umsiting og polit­iska arbeiði at virka bet­ur. Og at enda skipaði bý­ráð­ið fyri einari stórari arki­tekta­kapp­ ing at skipa miðbýin betri og hugna­ligari, so trivnaður og virk­semi koma í hásæti. Hetta eru arbeiði, samt bý­ ráð hevur staðið saman um –hesi eru vital økið, ið eru al­ neyðug, skal Klaksvíkin og kommu­na vera við í hørðu kapp­ing­ini um tilfeingi og fólka­vøkst­ur. Fólk trívast –men ikki nóg væl Sum er, so vísa tølini ikki, at vit hava afturgongd í fólka­ tali­num í mun til aðrar partar av landinum. Ein orsøk er helst, at ungfólk støðast í størri mun, nú koyrandi er til Havn­ar dagliga. Tað ber til at lesa á Fróðskaparsetrinum og øðrum lærustovnum og koma aft­ur og fram dagliga uttan alt ov nógv hóvasták. Og tað ber til at hava eitt arbeiðið uttan fyri kommununa og koma til hús hvørt kvøld. Men hesi fólk leggja nógv fyri at vera verandi í kommununi. Tí eigur kommunan at taka sær væl og virði­liga av sínum borgarum og skapa trivnað, so hesin ból­kur framhaldandi fer at trív­ast í býnum, eins og aðrir bólk­ar fara at støðast betur. Framhaldandi arbeiði Úrslitini av trivn­að­ar­arbeiði­ num í hesi býráðssetu eru nú øll tøk. Nú vita vit hampiliga væl, hvussu støðan er. Og eft­ir er so at taka tey tøk, ið eru neyðug til tess at fáa nak­að burtur úr hesum for­ ar­beiðinum, sum nú er gjørt. Eru vit ikki sinnað at ný­ skipa, so er arbeiðið farið fyri skeyti, og fitt av peningi burt­ urs­piltu­r. Hinvegin, vilja vit og tora vit at ganga plankan út, so kunnu vit fáa ein bý og eitt umhvørvi, sum borgarin kann vera nøgdur við. Í míni verð er ongin ivi um, at Klaksvíkar kommuna eigur at satsa upp á fasilitetirnar, ið skapa trivnað og í størri mun hugsa um, hvussu til­ boð­ini til borgaran geva bes­ tu meining. Samstarv og felagsskapur Men avgerandi neyðugt fyri Klaks­víkina er samstarv. Til tess at náa úrslitum og røkka settum ætlanum, so má øll nýhugsan eiga rúmd í politiska arbeiðinum. Tað er uppgávan hjá einum borgar­ stjóra at hava format til at skapa eitt rúmligt samfelag, eitt virðiligt samstarv inn­ an­hýsis og at syrgja fyri at býráðslimir og umsiting sam­starva og trívast, og trivn­að­urin í býnum økist. Tí tað eru ikki hissini tøk, ið eru neyðug, skal stóra mið­ býar­ætlanin rigga. Og skulu vit orka, so er neyðugt at allir part­ar í kommununi spæla við. Arbeiðið at gerast ein vinnara­kommuna liggur í býráðshúsinum. Tað er bý­ráðs­ húsið –umsiting og borgar­ stjóri, sum hava ábyrgd av, at tænastan til borgaran er á hædd við tað, borgarin og kommuna ynskja og at sam­ skipa tað arbeiðið, ið skal gerast. Størsta og fremsta virki fram­yvir verður at sameina fólk og bý til at náa settu málunum! Klaksvík -ein vinnarakommuna Óluva Klettskarð, býráðslimur fyri Tjóðveldi Jens Kartin Rasmussen