fríggjadagur 10. august 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað var nógvur vindur í Havn í gjár
og fyrireikarnir av NM fyri U17
landsliðið valdu at flyta føroysku
dystirnar, sum skuldu upprunaliga
spæla á Argjum, í Gundadal. Sjálvt
á niðara vølli í Gundadali var til
tíðir nógvur vindur. So kann ein
bara fyristilla sær hvussu nógvur
vindur var á vøllinum á Argjum.
Tað darvaði tó ikki spældi so
nógv, at tað ikki var spælandi í
Gundadali, men av og á fór onkur
bóltur sendandi langt uppum ella
við síðuna av orsaka av vindinum.
Føroyingar einki
aftanfyri Finnland
Føroyska U17 landsliðið hevði
undan dystinum móti Finnlandi
spælt tveir javnar og góðar dystir
móti ávíkavist Onglandi og Noreg.
Báðu ferðir var talan um tepur
tap. Hesa ferð gekk eitt betri og
føroysku dreingirnir fingu fyrsta
stigið til høldar.
Tað byrjaði eitt sindur varið.
Føroyska liðið hevði vindin ímóti.
Dánjal Godtfred var aftur at síggja
í miðverjuni. Hann mátti fara út
aftaná eitt korter í fyrsta dystinum
móti Onglandi. Hetta gjørdi at lið
skiparin, Hákun Edmundsson, varð
fluttur fram á miðvøllin, eftir at
hava traðkað í miðverjuni.
Finska landsliðið spældi ein
fínan dyst móti Onglandi týsdagin
og tí kundi hugsast, at talan fór at
verða um ein eins torføra dyst fyri
føroyska liðið, sum móti Onglandi.
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at
føroysku dreingirnir stóðu lítið og
til tíðir einki aftanfyri finska liðið.
Ikki fyrr enn fimm minuttir fyri
hálvleik fekk Finnland sín fyrsta
veruliga møguleika. Ein fram
herji hjá teimum varð spældur
leysur í brotsteiginum, men Elias
Rasmussen stórbjargaði í føroyska
málinum.
Óneyðug gul kort
Dysturin var á ongan hátt hart
spældur. Talan var um ein javnan
dyst og tí vóru sjálvandi eisini fleiri
nærdystir, men einki ófantaligt ella
ógvusligt. Stutt fyri hálvleik fáa
Absalon Eliasen og ein finskur leik
ari hvør sítt gult kort eftir ein nær
dyst. Íslendski dómarin bríkslar
fyri uppkasti.
Tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik ger Absalon so eitt lítið
fríspark heilt úti í vinstru síðu.
Dómarin fer í lumman eftir gula
kortinum og er skjótur upp við tí
reyða eisini.
Tað er ongin ivi um at tað er ringt
at verða dómari og teir skulu, eins
og øll onnur, eisini hava lov at gera
feilir. Men hetta er ikki fyrstu ferð,
at ein kundi hugsa sær at dómarin
hevur eina eitt sindur betri fatan av
spælinum, enn bara at ganga hart
og kontant eftir reglusettinum,
sum teir verða upplærdir eftir.
Dómarin kundi lættliga givið
Absalon Eliasen eina ávaring fyri
frísparkið, uttan at reka mannin
av vøllinum fyri eitt lítið fríspark.
Eitt sindur av fatan fyri spælinum
og dómarin hevði ikki tikið eina
so týdningarmikla avgerð og rikið
mannin av vøllinum. Kann hann
verða gula kortið fyri eygðleiðar
anum, sikkurt nokk. Men vónandi
lærir hann eins og hinir á vøllinum
av sínum feilum. Stutt og greitt
eitt býtt og óneyðugt reytt at geva
einum U17 landsliðsleikara í einum
jøvnum og góðum dysti, sum verður
spældur í góðum anda. Vánaligt!
Pól F. Joensen, annar av venjar
unum hjá U17, vildi illa gera við
merkingar til dømingina eftir
góða avrikið, men segði so mikið,
at hann helt als ikki talan var um
reytt kort.
Fullu ikki í fátt
Føroyska liðið helt fram við at
stríðast eftir útvísingina, og vóru
tríggjar ferðir nær við at leggja seg
á odda. Fyrst var høgi framherjin úr
Brøndby, John Frederiksen, spældur
leysur, men hann rakti ikki málið.
Tíggju minuttir fyri tíð kom
Jógvan A. á Lag Jacobsen at standa
væl fyri í brotsteiginum eftir horna
spark, men finski málmaðurin
bjargaði skotinum.
Seinasti møguleikin kom í evstu
løtu, tá Jóannes Bjartalíð var um
reppið at blíva leysur, men málmað
urin kom út og bjargaði.
– Hetta var málið vit settu okk
um. Vit skuldu hava stig í dystinum
og tað eydnaðist. Okkara stríddust
væl og kundu havt vunnið dystin,
staðfesti Pól F. Joensen eftir
dystin.
Góð kapping fyri U17
Hóast U17 landsliðið bara hevur eitt
stig at vísa á eftir tríggjar dystir, so
hava teir staðið seg ótrúliga væl.
Tvey tepur tap móti Onglandi og
Noreg, umframt ein javnleik móti
Finnlandi við 10 monnum ein stór
an part av seinna hálvleiki.
Onkur serkønur innanfyri øki
hevði enntá hug at siga, at hann helt
hetta verða tað besta U17 landsliðið
í søguni hjá Føroyum.
Tað man vera sjáldan, um
nakrantíð, at eitt føroyskt U
landslið bara hevur latið trý mál
ígjøgnum upp á tríggjar dystir.
Liðið hevur eisini fleiri góðar
leikarar, sum hava møguleikar at
menna seg til komandi 1.liðs leik
arar og landsliðsleikarar.
U17 skal spæla móti Íslandi leyg
ardagin um sjeynda plássið.
U19 tapti stórt
U19 landsliðið tapti stórt fyri
svenska U17 landsliðnum. Longu
aftaná 24 minuttir var støðan 3-0 til
Svøríki, sum vísti stóra styrki. U19
landsliðið manglaði millum annað
Poul Ingason og Ragnar Tausen,
sum eru farnir aftur til TB, sum
skal spæla móti B36 í Effodeildini
leygardagin.
Dysturin endaði við einum 4-1
ósigri, har føroyska liðið eisini
brendi brotsspark í seinna hálvleiki.
Jón Áki Jacobsen minkaði um mun
in fyri Føroyar við beinleiðis horna
sparki.
U19 landsliðið hevur virkað held
ur óupplagt í løtum og tað hevur
kostað dýrt. Hinvegin, so vann U19
landsliðið eisini greitt á Íslandi. Teir
skulu nú møta Finnlandi í finaluni
um 5. plássið.
Finalurnar leygardagin
Finalurnar í NM kappingini verður
í Gundadali millum Ongland og
Svøríki. Tað kundi verið lík til,
at Svøríki er nakað sterkari enn
enska landsliðið. Svøríki er komið í
finaluna við fullum stigatali, meðan
Ongland við 0-0 javneliki í gjár móti
Noreg kom í finaluna við sjey av
níggju møguligum stigum.
Fyri føroysku liðini kom tað
væl við, at tey ikki skulu møtast í
plaseringsdystinum. So sleppa tey
at royna seg móti aðrari mótstøðu
eina seinastu ferð.
trondur@sosialurin.fo
nm u17
So fekk U17 stig
Fótbóltur Føroyska U17 landsliðið hevur spælt tríggjar góðar dystir í NM kappingi. Í gjár eydnaðist eisini at
fáa eitt fult uppiborið stig í hús við tíggjum monnum móti Finnlandi. U19 landsliðið tapti greitt fyri Svøríki
NM Støðan Bólkur A
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 Ongland
3
2
1
0
6
2
4
7
2 Noreg
3
1
2
0
3
2
1
5
3 Finnland
3
0
2
1
4
6
-2
2
4 Føroyar
3
0
1
2
0
3
-3
1
NM Støðan Bólkur B
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 Svøríki
3
3
0
0
9
3
6
9
2 Danmark
3
2
0
1
8
3
5
6
3 Føroyar U19
3
1
0
2
4
10
-6
3
4 Ísland
3
0
0
3
2
7
-5
0
Svøríki - Føroyar U19 4-1 (4-0)
1-0 Anton Jønsson Saletros, 15.min
2-0 Christer Lipovac, 20.min
3-0 Christer Lipovac, 24.min
4-0 Isak Ssewankambo, 43.min (br)
4-1 Jón Áki Jacobsen, 78.min
Føroyar: 4-3-2-1
Niklas Thomsen - Teitur J. Olsen, Poul N. Mikkelsen, ,
Sonni R. Nattestad, Allan J. Hansen - Magnus Egilsson,
Tórur Justesen, Hørður Askham - Rói av Fløtum, Hendrik á
Fríðriksmørk - Rasmus Dan Sørensen
Á bonkinum: Jákup Højgaard, Karl Martin Danielsen, Jón Áki
Jacobsen, Andrias H. Eriksen, Marcus Bruun Rasmussen,
Jákup S. Olsen og Petur Andreasen.
Føroyar - Finnland 0-0 (0-0)
Reytt kort: Absalon Eliasen, 50
Føroyar U17: 4-1-4-1
Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Leivur
Højgaard, Dánjal Godtfred, Absalon Eliasen - Jákup F.
Hansen - Jógvan A. á Lag Jacobsen, Betuel Hansen,
Hákun Edmundsson,, Meinhard Olsen(Jóhannus
Hansen 76.min)- John Frederiksen(Steintór Fagradal,
62.min)
Á bonkinum: Jóannes Bjartalíð, Aron Clementsen, Emil
R. Madsen, Dan í Soylu og Levi Jøkladal