fríggjadagur 10. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Usain Bolt setti hóskvøldið ein
tjúkka striku undir, at hann er
kvikasti maður í heiminum. Á 200
metrum vann hann við tíðini 19,32
og vísti sínum argasta kappingar
neyta, Yohan Blake, til silvurið.
Hann rann við tíðini 19,44. Warren
Weir
fullførdi
yvirlegnið
hjá
Jamaica, har einans 3,8 mió. fólk
búgva, við at taka bronsuna við
tíðini 19,88.
Skrivaði søgu
Lítil ivi var um góðu møguleikarnar
hjá Usain Bolt at vinna gull á 200m,
og fleiri høvdu kanska eyguni eftir,
um hann fór at seta nýtt heimsmet.
Heimsmetið eigur hann sjálvur við
tíðini 19,19 frá HM í Berlin í 2009.
Við tíðini 19,32 í gjár fekk hann so
ikki nýtt heimsmet, men hóast alt
var nógv at fegnast um.
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at ein rennari verjir um sítt OL-
gullmerki á bæði 100m og 200m.
Sunnudagin vann hann nevniliga
eisini 100m-kappingina við tíðini
9,63, sum var nýtt OL-met.
Eg eri ein legenda
25 ára gamli Usain Bolt fýrir ikki
fyri at tosa gott um seg sjálvan, og
eftir tey bæði OL-gullmerkini var
einki undantak, tá ið hann tosaði
við miðlarnar.
– Eg eri nú ein legenda og eri tann
besti íðkarin. Eg eri at sammeta við
Michael Johnson, segði Usain Bolt
og vísti til basketball-stjørnuna frá
Chicago Bulls.
– Hetta er ein stórur heiður. Alt
ræður um Michael Johnson hjá
mær. Eg eri uppvaksin við at síggja
hann seta nýggj met, og hann er
ein fantastiskur íðkari, segði Usain
Bolt.
albinus@sosialurin.fo
Usain Bolt
skrivaði søgu
Renning Jamaica tók øll heiðursmerkini í 200m
hjá monnum hóskvøldið. Fremstur var aftur Usain
Bolt, sum nú hevur skrivað OL-søgu
– Eg eri nú ein legenda og eri tann besti íðkarin. Eg eri at sammeta við Michael Johnson, segði Usain Bolt
Pætur Albinus
Hetta vikuskiftið skulu føroya
meistararnir finnast í súkkling.
Tríggir aldursbólkar eru við
í kappingini, og eru teir ung
lingar, master og so ein opin
bólkur. Teir bestu í einkult
starti, býarkoyring og landa
vegkoyring skulu finnast.
Skráin:
Fríggjakvøldið 10. august kl. 19
30 km einkultstartur
Teinur: FK í Miðvági, Flogvøllur, FK.
Teinurin skal koyrast 3 ferðir.
Unglingar og master koyra 20 km.
Leygardagin, 11. august kl. 15.00
100 km felagsstartur.
Teinur: Plantusølan við Hvítanesvegin,
Kollafjørð, Vestmanna, Oyggjarvegur,
Hvítanesvegur, rundkoyringin við
Føroya Tele, rundkoyringin við
R. C. Effersøesgøta,
eftir Yviri við Strond, til rundkoyringin
við Skansan og só á mál við
Plantusøluna.
Sunnudagin 12. august kl. 09.30
Býarkoyring: Kappast verður um
FM-heitið í Criterium, og koyrt verður
á Hálsi í Tórshavn.
Teinur: Startur og mál við Vælveru
Fitness á Hálsi.
Koyrt verður 50 min., pluss eitt umfar
FM í súkkling
hetta vikuskiftið
Súkkling Hetta vikuskiftið
verða FM-kappingar í súkkling.
Unglingar, master og opin
bólkur kappast í einkultstarti,
býarkoyring og á landavegnum
Pætur Albinus
Noreg,
sum
er
verandi
evropa- og heimsmeistari í
kvinnuhondbólti, limaði seg
hóskvøldið inn í OL-finaluna.
Tað
gjørdu
tær
umvegis
ein
tryggan
31-25-sigur
á
Suðurkorea. Suðurkorea var
annars væl við í dystinum,
men ímóti dystarenda vístu
tær norsku kvinnurnar styrki
og tryggjaðu sær pláss í OL-
finaluni, sum tær vunnu fyri
fýra árum síðani í Beijing.
Heidi
Løke
gjørdist
toppskjútti við níggju málum,
meðan
málverjin,
Katrine
Lunde Haraldsen, stóð ein
frálíkan dyst og tók ikki færri
enn 53% av skotunum.
í finaluni bíðar Montenegro,
sum vann sína hálvfinalu 27-26
ímóti Spania. Finalan verður
spæld leygarkvøldið kl.20.30.
albinus@sosialurin.fo
Norsku hondbólts
kvinnurnar í OL-finaluni
Hondbóltur Norsku kvinnurnar
spældu seg hóskvøldið í OL-finaluna
við 31-25-sigri á Suðurkorea og
kunnu tær nú endurvinna OL-gullið