Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 10. august 2012 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Longu í kvøld, tað er fríggjakvøldið, tekur HB heima í Gundadali ímóti Víkingi. Hesin dysturin byrjar kl.18. HB hevur fyribils vent gongdini við tveimum sigrum á rað. Eftir trygga 4-1-heimasigurin ímóti TB bleiv tað til ein tepran 2-1-útisigur ímóti B68 síðsta vikuskifti. Hetta vóru bæði lið, sum liggja undir HB á stigatalvuni, so dysturin ímóti Víkingi verður á tann hátt ein próvtøka. Vinnur HB dystin, so hava teir av álvara aftur limað seg inn í odda­stríðið og eru í tí føri bara tvey stig aftanfyri Víking. Hjá Víkingi hevur gongdin verið alt ov óstøð­ug seinastu umførini, og eftir summar­steðgin gjørdist tað til eittans stig í fyrstu tveimum roynd­unum. Uppreisn fingu teir tó so dánt síðsta vikuskifti, tá ið teir á heima­vølli vunnu tepurt 1-0 ímóti einum skerdum TB-liði. Hetta vitnar ikki um nakað serliga gott, so sigast kann, at bæði lið­ini í Gundadali skulu vísa sína sonnu styrki. Meistararnir ikki ráð at tapa Eftir eina annars so góða gongd er tað farið at ganga hinvegin hjá TB, sum eftir seks dystir á rað uttan ein sigur nú er dottið niður um niður­ flytingarmarkið. Lemjandi ósigrar er tað vorðið til eftir summar­steðg­ in ímóti bæði Kí og HB, men í Sarpu­ gerði síðsta umfar vóru teir um at fáa stig burturúr, men taptu at enda 0-1. Tá vóru Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilli Sørensen ikki við vegna leikbann, men teir eru altso við aftur nú. B36 er ósigrað eftir summar­ steðgin, har teir løgdu út við einum javnleiki í Streymnesi og síðani hava vunnið 5-1 og 2-0 á ávikavist NSÍ og FC Suðuroy. Spurningurin er, um meistararnir ikki hava ver­ ið ein sovandi bjørn, sum nú er vaknað. Tó mugu teir vera ein leik­ bannaðan Jákup á Borg fyri uttan, og hava teir – eftir eina alt ov laka kappingarársbyrjan – neyvan ráð til annað enn trý stig fyri at halda samband við oddan. Oddaliðið stórfavorittur Greiðasti favoritturin hetta um­ farið er EB/Streymur, sum heima í Streym­nesi fær vitjan av vónleysa FC Suðuroy. Vágbingar royna framvegis eftir sínum fyrsta sigri í Effo­deildini, men tað verður neyvan í Streymnesi, at tað skal hepnast. Hetta er sanniliga toppur ímóti botni. EB/Streymur er nevniliga nýtt odda­liði, meðan FC Suðuroy fram­vegis er aftast. Seinast hesi bæði liðini hittust í Streymnesi var 15. apríl. Tá vann EB/Streymur dystin 3-0. Ein kundi útgreiða nógv hagtøl hvussu illa stendur til hjá FC Suðuroy, men lat okkum bara tríva í eitt: teir skora júst eitt mál triðja hvønn dyst! Botn- og grannauppgerð Á Svangaskarði verður granna­upp­ gerð ímillum B68 og NSÍ. Bæði liðini eru beinleiðis hótt av niðurflyting. B68 hevur havt ilt við at fáa spælið og serliga málskjótingina á glið í ár, meðan NSÍ hevur havt góðar løtur inn ímillum, men - hóast góðan styrk í summarsteðginum – nú av álvara hevur haltað. Fyri hálv­um øðrum mánaða síðani hitt­ ust hesi liðini í Runavík, og tá vann B68 dystin 2-0. Oftast hava grannuppgerðirnar á Svangaskarði og í Runavík verið tættar og spennandi, og nú bæði liðini stríðast fyri lívinum í deildini, verður instensiteturin væntandi heilt í topp. KÍ aftur í oddadysti Heima í Fuglafirði fær ÍF vitjan av KÍ í enn einum oddadysti. KÍ stóð als ikki royndina í einum odda­ braki í heimadystinum á Summar­ festivalinum ímóti EB/Streymi, har teir taptu 1-3, og tapa teir henda dystin í Fuglafirði, so er myndin í oddanum heilt broytt og kann KÍ dragna nógv í mun til tann odda­ sess, teir høvdu herfyri. ÍF hevur ikki tapt í fimm heima­ dystum á rað, og verður tað neyv­ an lætt hjá klaksvíkingum at fáa øll trý stigini við sær. Helst fara klaks­víkingar eftir øllum trimum stigunum, men eitt stig er neyvan nøkur vanlukka. Dysturin í odd­ anum sera tættur og øll stigini hava nógv at siga. albinus@sosialurin.fo Effodeildin upptakt 19. umfar Hørð kapping í oddastríðnum Fótbóltur Bara tvey stig skilja fýra tey fremstu liðini í Effodeildini. Oddaliðið EB/Streymur hevur góð kort í hondini við at møta botnliðnum á heimavølli, meðan KÍ aftur hesaferð skal spæla toppdyst. Hann verður í Fuglafirði og kann senda tapandi liðið afturúr. 19. umfar: 10. aug. kl.18.00 . . . . . . .HB - Víkingur 11. aug. kl.15.00 . . . . . . . . . . .TB - B36 11. aug. kl.15.00 . . . . . . . EB/Str. - FCS 11. aug. kl.17.00 . . . . . . . . . .B68 - NSÍ 11. aug. kl.18.00 . . . . . . . . . . . . . ÍF - KÍ nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 EB/Streymur 18 10 5 3 27 14 +13 35 2 KÍ 18 10 4 4 36 24 +12 34 3 ÍF 18 10 3 5 35 17 +18 33 4 Víkingur 18 9 6 3 29 21 +8 33 5 HB 18 8 4 6 39 27 +12 28 6 B36 18 7 5 6 32 23 +9 26 7 NSÍ 18 6 2 10 25 31 -6 20 8 B68 18 5 4 9 16 28 -12 19 9 TB 18 4 6 8 21 34 -13 18 10 FC Suðuroy 18 0 3 15 6 47 -41 3 Effodeildin Bæði lið­ini í Gundadali skulu vísa sína sonnu styrki í kvøld