fríggjadagur 10. august 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
9
Mær dámar hvørki, men eg vildi vera
fólkaligur og gera eitt gott inntrykk, at
eg bað um te, sigur Hjalti.
– Eg legði merki til, at teposin hjá
honum bleiv við at liggja í koppinum, at
tað til síðst var so sterkt, at tað ikki var
drekkandi. Tað stuttligasta við tí heila
er, at mær dámar heldur ikki hvørki
kaffi ella te, sigur Paulina flennandi.
Tungt at fara til skips
Aftaná vitjanina gekk enn ein vika,
áðrenn Paulina og Hjalti vórðu skild frá
hvørjum øðrum. Hjalti skuldi nevniliga
út at sigla.
– Tað var heilt øgiliga tungt. Serliga
tí at hetta skuldi vera ein langur túrur
upp á tríggjar mánaðir. Men vit hildu
fram við at skriva. Men í staðin fyri
sms'ir mátti tað nú vera teldupostar.
– Vit skrivaðu umleið triðja hvønn
dag. Fyri tað mesta skrivaðu vit um
vanlig dagligdagsviðurskifti, men vit
skrivaðu eisini eitt sindur kerligt. Tað
vil siga slíkt sum »eg sakni teg« og »eg
gleði meg at síggja teg aftur«, sigur
Paulina.
– Skiparin tendraði fyri internet
inum einar fýra ferðir um dagin, og tá
gleddi eg meg at finna útav, um Paulina
hevði skrivað. Tá hon hevði, var tað
hæddarpunktið á degnum, men tað var
eisini eitt skuffilsi, tá ongin teldupostur
var komin, sigur Hjalti.
Flyta saman í hús
Í áleið eitt ár, frá summar 2008 til
summar 2009, tók tað Paulinu og Hjalta
at blíva veruligt par.
– Tað var ein ógvuliga glíðandi
yvirgangur. Alt førkaðist bara øgiliga
natúrliga móti einum føstum parlagi,
sigur Hjalti.
– Eitt, sum gjørdi alt øgiliga tungt,
var, at Hjalti sigldi úti. Tað føldist sum
um, at vit skuldu byrja av nýggjum,
hvørja ferð Hjalti kom heim, sigur
Paulina og skoytir skemtandi uppí:
– Eg havi altíð sagt, at eg aldrin skal
hava ein sjómann, men tað fekk eg so
kortini.
Hjalti hevði nøkur ár áðrenn keypt
hús í Kollafirði. Tey avgjørdu í 2010 at
flyta saman í húsini.
– Hatta var ikki akkurát tað, sum
eg hevði droymt um, men eg vildi
gjarna geva tí ein kjans. Tað var heilt
okay, men vit funnu skjótt útav, at vit
skuldu flyta til Havnar aftur, sigur hon,
og byggja tey í dag hús í Stoffalág í
Havn, og verða húsini væntandi liðug
í 2013.
Í 2011 fingu tey sítt fyrsta barn.
– Petur, okkara deiligi og fantastiski
sonur, kom til verðina í fjørsummar.
Tað var heilt óbeskriviliga ótrúligt, og
dugi eg ikki at seta orð á, hvussu nógv
hann upplívgar okkara tilveru og dag
ligdag, heldur Hjalti fyri.
Fríggjaríið kiksaði
Aftaná at Petur var føddur, føldi Hjalti
tað sum eitt natúrligt næsta stig, at tey
eisini skuldu lata seg gifta.
– Eg gekk og hugsaði um tað ein
ar tríggjar mánaðir. Tá eg so var í
Danmark eitt ørindi, fór eg inn í ein
smykkuhandil og keypti ein ring, sigur
Hjalti.
– Men tað kiksaði eitt sindur, tá
Hjalti skuldi fríggja. Hann hevði keypt
eina eskju við blandaðum bommum og
lagt ringin niðast. Men tá hann tekur
bommeskjuna fram, sigi eg, at eg var so
mett, at eg ikki orkaði eitt tað einasta
bommið, sigur hon.
Hjalti mátti tí taka tað harfrá.
– Hjalti tók so eskjuna og gav mær
ringin. Fyrst fangaði eg tað ikki, at
hann fríggjaði, men tá tað so rann upp
fyri mær, varð eg ordiliga glað og leyp
yvir, klemmaði og mussaði hann.
– At síggja hana so gleða, gjørdi
meg eisini øgiliga rørdan, sigur Hjalti.
Forelskaður av nýggjum
Paulina og Hjalti skulu geva hvørjum
øðrum sítt ja í Christianskirkjuni í
morgin.
– Eg gleði meg øgiliga nógv at síggja
Paulinu í brúðarkjóla, tí eg vænti, at
hon verður ein heilt einanstandi vøkur
brúður, sum hon fer at koma gangandi
fram eftir gólvinum.
– Tað fer at vera ringt at halda tár
unum aftur, tí tá fer tað heila at veru
liga ganga upp fyri mær, hvussu stórt
hetta er.
Fyri Paulinu og Hjalta eru tað
meira enn tær juridisku orsøkirnar at
giftast.
– Sjálvsagt hava rættindini sín part
at siga. Men vit halda eisini, at tað er
týdningarmikið at uppliva sermerktar
løtur, sum man kann minnast afturá.
– Ja, tað er nakað serligt við at ganga
inn í hjúnarlag. At blíva gift verður
nokk eisini sum at verða forelskað
av nýggjum, sigur Paulina at enda,
og tekur Hjalti játtandi undir við síni
komandi konu.
myndir: Rebekka rafael
– Eg gleði meg øgiliga nógv at síggja Paulinu í brúðarkjóla, tí eg vænti, at hon verður ein heilt einanstandi
vøkur brúður, sum hon fer at koma gangandi fram eftir gólvinum, sigur Hjalti Lamhauge