Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 8 VIKUSKIFTI BRÚDLEYP Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Fyri trimum og einum hálvum ári síðan blivu Paulina og Hjalti par. Men tey hava kent hvørt annað, síðan tey vóru heilt lítil. Hansara systkinabarn var hennara vinkona – Eg havi eitt systkinabarn í Klaksvík, sum eg ofta vitjaði sum barn. Tað vísti seg, at Paulina og hon gingu í flokki saman og vóru sera góðar vinkonur, sigur Hjalti. – Tá Hjalti so var og vitjaði har norðri, sá eg hann ofta. Vit komu ikki at kennast meiri enn tað sama, enn at Hjalti var systkinabarn hjá míni vin­ konu, sigur Paulina, sum tilsamans hevur vitað um Hjalta í eini 25 ár. Tá Paulina og Hjalti gjørdust nakað eldri, krossaðust teirra leiðir aftur – hesa ferð bara í Havn. – Eg havi ikki nakað serligt av familju í Havn. Tá ólavsøkan var tað eina árið, endaði tað við, at vinkonan og eg svóvu hjá Hjalta og teimum. Tað hendi einki annað enn, at vit komu at kennast eitt sindur betur, sigur Paulina. Svav heima hjá Paulinu Í 2001 fluttu bæði Paulina og Hjalti niður – men hvør í sínum lagi. – Uttan tær fáu ferðirnar vit høvdu møtst gjøgnum systkinabarn mítt, høvdu vit onki samband, og eg flutti so fyri 11 árum síðan niður til Svendborg at lesa til dualofficer hjá Maersk. Tað er ein útbúgving, ið samantvinnir skips­ førara og maskinmeistara, sigur Hjalti, sum í dag arbeiðir sum maskinmeistari á norskum supply báti. – Sama summar flutti eg eisini niður. Men eg endaði í Keypmannahavn, har eg fór at lesa økonomi og roknskap, sigur Paulina, sum í dag arbeiðir á fíggjardeildina hjá Eik í Havn. Tað skuldi ganga tvey ár, áðrenn Paulina og Hjalti aftur veruliga møttust. – Ein vinmaður og eg planløgdu at fara ein vikuskiftistúr til Keyp­manna­ havnar at hyggja eftir FCK og Brøndby. Trupulleikin vara bara, at vit høvdu einki stað at búgva í Keyp­mannahavn. Tá gjørdi eg ikki mætari, enn at eg ringdi til Paulinu og spurdi, um vit kundu sova hjá henni, letur flennandi úr Hjalta. – Eg helt tað kanska vera eitt sindur løgið, at hann ringdi, tí eg kendi hann ikki so væl. Men eg helt tað atlíkavæl vera nokk so stuttligt, og vóru teir sjálvandi vælkomnir. Tað hendi tó einki millum okkara, sigur Paulina, sum tá búði einsamøll í eini íbúð úti á Nørrebro. Kann eg síggja íbúðina? Paulina og Hjalti fluttu so heim aftur til Føroya, hann í 2003 og hon í 2007. Ikki fyrr enn summarið 2008 byrjaði tað at henda nakað teirra millum. – Ovastevna var, og eg hevði ongan­ tíð verið til hana. Ein vinkona og eg av­gjørdu tí at fara ein túr. Har vóru øgiliga nógv fólk, og við eitt borð sóu vit Hjalta og fleiri vinfólk hjá honum. – Paulina spurdi so, um tær kundu sita hjá okkum, og tað kundu tær sjálv­ andi. Vit sótu har eina góða løtu, og prátið gekk ordiliga væl. Eg má siga, sum er, at tá var eg follin fyri Paulinu og vildi eg gjarna sleppa at síggja hana aftur. Tí spurdi eg hana, um eg kanska kundi sleppa at síggja íbúðina hjá henni onkran dagin, sigur Hjalti flennandi. – Tá kitlaði tað nokk so illa í búk­ inum, tí eg vildi eisini síggja Hjalta aftur, sigur Paulina smílandi. Noyddi seg at drekka te Eftir vikuskiftið úti í Nólsoy skrivaðu tey bæði nokk so nógv millum sín. – Í umleið eina viku skrivaðu vit aftur og fram, áðrenn Hjalti fylgdi upp uppá spurningin á ovastevnu, og spurdi hann meg aftur, um hann kundi sleppa at síggja íbúðina. Tað sýtti eg honum sjálvsagt ikki. – Eg var øgiliga nervøsur áðrenn. Eg hevði jú fingið kenslur fyri henni tá. Komin inn í íbúðina spurdi Paulina meg, um eg vildi hava kaffi ella te at drekka. – Eg havi altíð sagt, at eg aldrin skal hava ein sjómann, tí teir eru burtur so stóran part av árinum. Men tað endaði so við, at eg fekk mær ein sjómann kortini, sigur Paulina Dam úr Klaksvík, sum leygardagin giftist við Hjalta Lamhauge úr Hoyvík Fann sær ein sjómann Vit skulu giftast!