fríggjadagur 10. august 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
7
hetta fyrsta árið verður einsamallur í
Esbjerg.
– Ætlanin er, at eg hetta fyrsta árið
finni meg til rættis á skúlanum og
kann brúka nógva tíð upp á at venja
harmoniku, men tá eitt ár er liðið flyta
konan og okkara fýra børn niður til
mín í Esbjerg, greiðir René frá. Hann
hevur fingið sendandi eina tímatalvu
frá skúlanum, og longu nú veit René,
at hann kemur at hava ein fullkomiliga
annarleiðis gerandisdag samanborið
við tann, hann hevur havt seinastu 14
árini sum sølumaður.
– Eg komi at hava vanligar undir
vísingartímar og eisini ymisk skeið,
men størsti parturin av tíðin fer við
sokallaðum instrumenttímum, sigur
René og fortelur, at hann væntandi fer
at brúka millum átta og tíggju tímar
hvønn dag upp á venjing.
– Hetta verður ein heilt onnur til
vera. Sum sølumaður ert tú nógv úti
millum fólk, men nú skal eg venja meg
við at sita í einum undirvísingarhøli og
eisini brúka tíð einsamallur upp á at
venja harmoniku. Eg havi rættiliga
ring bindindi, so tað verður spennandi,
hvussu tað fer at rigga, sigur René við
einum skálkabrosi.
Saknar seyðahundavenjing
Umframt at starvast sum sølu
maður hevur René fingist við seyða
hundavenjing, og seinastu árini hevur
hann vant ógvuliga miðvíst við hund
unum.
– Seinastu árini havi eg arbeitt rætt
iliga seriøst við seyðahundum, og eg
haldi næstan, eg kann siga, at tað hevur
verið eitt fulltíðarstarv afturat mínum
veruliga starvi, sigur René. Nú hann
flytur til Danmarkar, er hann noyddur
heilt at sleppa hundavenjingunum, og
tað verður alt annað enn lætt.
– Eg veit longu nú, at eg komi
at sakna venjingina við hundunum
ómetaliga nógv. Eg havi havt fýra
hundar seinastu tíðina, men teir havi
eg selt, av tí at eg fari av landinum,
greiðir René frá. Festið, sum hann
hevur í Nólsoy, er hann eisini noyddur
at siga frá sær, meðan hann er undir
útbúgving í Danmark.
– Konan kemur at hava festið í eitt
ár, og tá hon og børnini flyta niður,
tekur svágur mín yvir, sigur René, sum
sigur seg fara at sakna náttúruna og
djóralívið, sum er í Nólsoy.
– Tað er púra sikkurt, at eg fari at
sakna at ganga á fjall, fletta seyð og alt
tað, ið hartil hoyrir, men hinvegin so
fái eg nógvar aðrar upplivingar ístaðin,
hesa tíðina eg verði í Danmark, sigur
René. Honum dámar væl at vera úti í
føroysku náttúruni, og longu nú hevur
hann hugsað um, hvussu hann skal
fáa dagligu rørsluna, meðan hann er
í Danmark.
– Eg havi altíð rørt meg nógv og
rokast úti í haganum, so nú má eg
finna upp á okkurt annað. Eg má bara
seta meg til sættis við, at tað frá mána
degnum av ivaleyst verður til onkran
rennitúr á asfaltinum í Esbjerg ella okk
urt líknandi, sigur René.
Málið er at undirvísa
Høvuðsorsøkin, til at René fer úr Før
oyum og niður á Syddansk Musik
konservatorium í Esbjerg at útbúgva
seg, er tann, at hann kundi hugsað sær
at undirvíst í harmoniku í Føroyum.
– Málið er avgjørt at kunna undir
vísa. Tá eg havi tikið hesi trý árini á
skúlanum, havi eg neyðugu førleikarnar
til at undirvísa, men mann kann eisini
byggja meira upp á útbúgvingina, sigur
René. Til ber nevnliga at lesa í tvey ár
afturat teimum trimum, soleiðis at René
so hevur eina masterútbúgving, men í
fyrstu atløgu tekur hann trý tey fyrstu
árini, og verður harvið bachelor.
– Eg havi ikki havt møguleika ella
kanska heldur ikki givið mær stundir
til at venja harmoniku, so nú sleppi eg
at venja so nógv eg vil og tími, sigur
René. Hann vónar, at hann eftir lokna
útbúgving er blivin so góður, sum hann
nú einaferð hevur møguleika at blíva.
– Hvussu góður kann eg blíva? Tað
er tað eg vil, blíva so góður sum eg
kann, sigur René.
mynd: Rólant waag dam
– Eg eri úr eini familju, har tónleikur altíð hevur fylt nógv, og so havi eg bara sjálvur
verið rættiliga áhugaður í tónleiki líka frá barnsbeini av, sigur René Hansen