Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 6 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Um fáar dagar byrjar ein heilt nýggj tilvera hjá René Hansen úr Nólsoy. Mánadagin fer hann til Esbjerg at nema sær eina trý ára langa bachelorútbúgving innan harmonikuspæl. Útbúgvingin kallast klassisk akkordion, sum er ein víðari útbygging av harmoniku. – Mær hevur altíð dámað væl at spælt harmoniku, men havi ongantíð veruliga havt tíð til at venja. Tá eg so bleiv mæltur til at fara á Syddansk Musik­konservatorium, helt eg, at hetta var ein møguleiki, ið eg skuldi royna, sigur René, sum seinastu 14 árini hevur starv­ast sum sølumaður hjá Damfar. Umframt harmonikuspælið er hann sera áhugaður í seyðahundavenjing, men tað er eitt ítriv, sum í eina tíð verð­ ur lagt á hyllina. Spældi harmoniku við tvíburinum Áhugan fyri tónleiki hevur Rene altíð havt, og longu sum fimm ára gamal byrjaði hann at spæla harmoniku. – Eg og tvíburabeiggi mín plagdu báðir at spæla harmoniku saman sum lítlir, og eg havi so spælt líka síðani, sigur René. At hann hevur tónlistarligar gávur er sambært honum sjálvum ikki heilt tilvildarligt. – Ja, hvat kann eg siga, eg eri nóls­ oyingur, sigur René við einum smíli og heldur fram: – Eg eri úr eini familju, har tónleikur altíð hevur fylt nógv, og so havi eg bara sjálvur verið rættiliga áhugaður í tónleiki líka frá barnsbeini av, sigur René. Sum unglingi tókst hann nógv við tónleik saman við systkinabarninum Kim Hansen, sum er av Føroya fremstu tónleikarum. Men tónleikurin bleiv ongantíð til meir enn eitt frítíðarítriv fyri René, sum er uppvaksin og býr í Nólsoy. – Eg fekk konu og børn rættiliga ungur, og síðani tá brúkti eg minni og minni tíð upp á at venja har­moniku, greiðir René frá. Fyri trim­um árum síðani kom hugurin fyri har­moniku­ spæli av álvara aftur, og René byrjaði at spæla harmoniku á Tórs­havnar Musikkskúla. Fekk toppkarakter í kapping Síðani hevur gingið skjótt frameftir við harmonikuspælinum hjá René. Tað hevur gingist honum so mikið væl, at hann í eini akkordiumkapping, sum bleiv hildin í Føroyum í fjør, fekk ikki færri enn fýra 11-tøl. Dómararnir í kapp­ingini komu úr Danmark, og annar av dómarunum var so mikið hugtikin av René og hansara harmoniku­spæli, at hon eggjaði honum at fara til upptøkuroynd á Syddansk Musikkonservatorium, sum liggur í Esbjerg. – Dómarin segði, at eg dugdi væl og helt tað vera eitt gott hugskot, um eg fór á tónleikaskúla, soleiðis at eg kundi gerast ein enn betri harmonikuspælari og eisini hava neyðugu førleikarnar fyri at kunna undirvísa í harmoniku, sigur René, ið var til upptøkuroynd á Syddansk Musikkonservatorium í januar mánaði í ár. Ein roynd, sum hann fyrireikaði seg væl til. – Størsta partin av jólaferiuni sat eg í einum høli í barnagarðinum í Nólsoy og vandi, soleiðis at eg kundi vera so væl fyrireikaður til upptøkuroyndina sum yvirhøvur gjørligt. Skal venja 10 tímar um dagin Svarið, um at René var komin inn á skúlan, fekk hann í aprílmánaði í ár. – Eg var ótrúliga glaður um at vera sloppin inn og ivaðist onga løtu í, at eg skuldi fara niður at taka hesa út­búgv­ ingina, greiðir René frá. Hann fegnast eisini um, at tey nærmastu stuðla honum í av­gerðini um at flyta til Danmarkar fyri at fáa hesa útbúgvingina. – Konan var ótrúliga glað mína vegna beinanveg, og hon hevur alla tíð­ ina stuðlað mær og mínum ætlanum við harmonikuspælinum, sigur René, sum – Eg gleði meg at gerast ein betri harmonikuspælari, men samstundis veit eg, at eg fari at sakna hundavenjingina og fjalltúrarnar í Nólsoy, sigur 39 ára gamli René Hansen, sum mánadagin fer til Danmarkar á tónleikaskúla Fer frá hundum til harmoniku