Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 5 men tað er tí, at dyrnar eru latnar upp fyri fólkinum, at Öström er vorðið so vælumtókt. Hetta er ein ópussað perla, sum vit nú hava ábyrgd av. Hølini hava ikki verið atkomilig. Tú kom fyri at keypa hegn og okkurt annað, men annars hevði tú eingin ørindi her. Nú eru tað 15 framleiðandi listafólk, sum sýna fram og selja í handlinum, meðan hølini í erva verða brúkt til vinnu- og mentanartiltøk, sigur Poul Clementsen, stjóri í Festi. 1500 fólk á vitjan Tað var 29. mars í ár, at handilin í Öström lat upp. Í hølunum í erva hava fyri­tøkur, feløg og virkir leigað seg inn til virksemi av alskyns slagi. Ætlanin hjá Festi og Poul Clementsen er, at hetta skal fíggja non-profit tiltøkum í hølunum um kvøldarnar. – Snúðningspunktið í øllum hesum er, at mentanartiltøk ikki skulu kosta. Her hjá okkum skulu listafólk sleppa framat, sum veruliga hava nakað upp á hjartað, og tað skulu fólk sleppa at upp­ liva, greiðir Poul Clementsen frá. Úrslitið er, at ein hópin av tiltøkum hava verið í hølunum higartil. Og fólk hava sanniliga tikið væl í móti tí. Besta dømið um hetta var á mentanarnáttini, tá umleið 1500 fólk vitjaðu Öström. Hesi høvdu tá eisini møguleikan at síggja verkstaðin hjá Steinprent, Studio Bloch, Heinesen myndir og tað, ið Öström annars rúmar og sum vit vísa á hesum síðum. Í ár vórðu dyrnar latnar upp fyri almenninginum, tá Festi byrjaði virk­semi innan samskifti og samleika, og undir vørumerkinum Öström fór undir at reka nýumvældu hølini sum depil fyri vinnu og mentan Myndir: heinesen myndir