Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 4 VIKUSKIFTI MENTAN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 24. juni 1887 stóð bygningurin hjá The Normal Company liðugur í Rættará í Havn. Í 1894 keypti Jacob Lützen bygn­ingin fyri 2000 krónur, eftir at The Normal Company varð lýst á tvingsils­sølu. Í fabrikkini hjá Öström, sum tað bleiv rópt, varð farið undir at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti, hvali og kópi. Síðani hevur alt frá kon­ servesframleiðslu, timburvirksemi, olju-, bensin- og petroleumssølu til bakarí, spinnarí, skómakarí, framleiðsla av rabarbusúltutoy, ísframleiðsla og goymsluvirksemi verið í fabrikkini hjá Öström. Soleiðis var tað fram til 2003, tá Lützen’s Timburhandil yvirtók alt virk­ semið í fabrikkini. Seks ár seinni, í 2009, byrjaði tað, sum vit í dag kenna sum tað nýggja Öström. Tá lat Jan Andersson upp grafiska verkstaðin Steinprent og framsýningarhøli í gomlu fabrikkini. Tvey ár seinni fór Jónas Bloch Danielsen undir tónleikaframleiðslu í Öström, tá hann byrjaði Studio Bloch. Hetta var í 2011 og sama ár flutti Høgni Heinesen eisini inn og byrjaði fotostudio har. Í ár vórðu dyrnar latnar upp fyri almenninginum, tá Festi byrjaði virk­ semi innan samskifti og samleika, og undir vørumerkinum Öström fór undir at reka nýumvældu hølini sum depil fyri vinnu og mentan. Mentan og vinna Fabrikkin hjá Öström hevur verið í familjuni síðani 1894, tá Jacob Lützen keypti bygningin. Í dag er tað Sp/F Rættará, sum eigur Öström og er tað oldur­abbasonur Jacob, Heine Lützen, ið er stjóri í felagnum. – Tað er ótrúliga stuttligt, at hetta ber til við eini fabrikk, sum upprunaliga varð brúkt til at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti. Og Steinprent til dømis var eitt frystarí, tað var lokala og kollek­tiva frystiboksin í Havn, greiðir Heine Lützen frá, um nýggja vinnu- og mentanardepilin í høvuðsstaðnum. Hann og hini trý systkin hansara, sum eiga fabrikkina, hava leigað hølini í bygninginum út til privatar leigarar. Steinprent, Studio Bloch, Heinesen myndir og so Festi, sum hevur stóru hølini, ið verða rikin sum ein vinnu- og mentanardepil og handil við føroyskum listahandverki. – Tað er ikki tí, at vit hava verið fantastisk at marknaðarføra okkum, Fabrikkin hjá Öström hevur á sínum 125. ári endurfunnið ungdómin. Í dag er bygningurin, sum tey flestu minnast best sum timburhandil, karmur um ein vinnu- og mentanardepil, ið húsar steinprenti, fotostudio, tónleikastudio, samskiftisvirkið umframt list av øllum handa slagi 125 ár og blómar av nýggjum Mynd: heinesen myndir