fríggjadagur 10. august 2012síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
16
VIKUSKIFTI
www.sf.fo
Takk fyri
Takk fyri
Av fýra ymiskum pallum undirhildu føroyskir og
útlendskir tónleikarar í tríggjar dagar á Summar
Festivalinum 2012. Vit fingu stórar og lívligar
konsertir, vit fingu hugnaligar tónleikaløtur, vit
fingu gykl og kæti, vit fingu tað góða og gamla,
tað unga og fríska, tað kula og ókenda. Tað
hava verið sterkar og vakrar upplivingar og gott
undirhald til alla føroysku familjuna.
Tað er hugaligt at skipa fyri einum so stórum
tónleikatiltaki, har so nógv fólk spæla við, og so
uppliva at fólk streyma til festivalin í túsundatali.
Veðrið var somuleiðis til vildar og setti serliga
góðan dám á tann stórbæra og fólksliga
Summarfestivalin.
Ein vøkur takkarheilsan til tykkum øll, sum av
hjartans huga sungu, undirhildu og spældu á
Summarfestivalinum.
Til pallsmiðir, tøkningar, eftirlitsfólk, sløkkiliðið,
sjúkrahúsið, samarittar og løgregluna.
Til øll arbeiðsfólk og skilafólk, sum við góða
orðinum og gerninginum royna at gera sítt
besta.
Til Klaksvíkar Býráð, Kunningarstovuna og
Klaksvíkar Havn fyri eitt mennandi samstarv og
viljan at hugsa frameftir og lyfta í felag
Ein hjartans tøkk til allar ónevndar og ókendar
vertir, familjur og húseigarar, sum aftur í ár
hava víst hjartarúm og latið dyrnar á víðan
vegg fyri festivalgestum.
Takk til okkara trúføstu samstarvsfelagar,
stuðlar og sponsorar, sum hava lagt lunnar til
ein livandi og væl fyriskipaðan festival.
Og ein stór og vøkur tøkk til allar festivalgestir,
sum hava vitjað og sett dám á býin.
Takk fyri nógva tónleikin, sangin, vinarlagið,
veitslurnar og ta vøkra samveruna.
Takk øll somul fyri eitt minniligt og ríkt
vikuskiftið.
Takk fyri ein góðan Summarfestival, har
tónleikurin skal ljóma og kærleikin blóma!
ViT HiTTAST AFTur 8. – 10. AuguST 2013
– Har Hittini Hittast