Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 15 Hvat heldur tú yvirskipað um tónleikasummarið í Føroyum í ár? Tónleikasumrini eru altíð góð í Føroyum. Vit hava hópin av tiltøkum við festivalum og konsertum, og nú eisini ólavsøkuni, ið er vorðin á tremur við tónleiki. Hvat heldur tú sum heild um tónleikatilboðini, føroyingum hava staðið í boði í summar? Vit hava havt nógv og góð tilboð við eitt nú Voxbotn, G!, Ólavsøkukonsertini, Tórspalli og Summarfestivalinum. Harumframt hava til dømis barrir og caféir havt nógvan tónleik at bjóða uppá, eitt nú eru hóskvøldini í Sirkus frálík. Hvør var eftir tínum tykki besta tónleikaupplivingin í Føroyum í summar? Hetta er ein trupul spurningur at svara, tí eg als ikki havi hoyrt alt í summar. Eg var til dømis ikki við til Voxbotn, eg var bert ein dag á G! og ein dag á Summarfestivalinum. Harumframt eru nógvar konsertir, ið eg ikki var til, men sum vóru frálíkar sambært øðrum. Men um eg skal velja eina uppliving hjá mær framum aðrar, so má tað vera Dead Beat Punx á G! Hvat var mest positiva yvirraskilsi í summar? At so nógvir áskoðarar trossaðu ringa veðrið og fóru á G! og Ólavsøkukonsert. Hvat var størsta vónbrotið? Eg eri ikki vónbrotin av nøkrum. Eingin hevur í mínari meting undirpresterað, okkurt hevur verið minnið gott, men tá vóru vónirnar kanska heldur ikki so stórar frammanundan. Men á einum persónligum plani var tað skuffandi, at veðrið skikkaði sær so illa á Ólavsøkukonsertini. Hvat heldur tú um nýggja tiltakið Voxbotn í Havn? Nú hevði eg ikki møguleikan at luttaka á Voxbotn, tí eg var uttanlands. Men eg fegnist um, at Havnin hevur fingið eitt tílíkt tiltak, har Vágsbotnur verður brúktur til tílíkt, og at tað komu so nógv vitjandi. Eg skilji tó á teimum, ið hava verið har, at teir føroysku bólkarnir kláraðu seg sera væl, meðan útlendska navnið nokk hevði verið betur egna í einum diskoteki. Eg helt festivalin hava skaffað eina sera áhugaverda skrá. Hvat heldur tú um ársins útgávu av G!? Eg var, sum sagt, bert ein dag á G!. Men har fekk eg eina rúgvu av góðum føroyskum upplivingum, har fleiri veruliga góvu mær gásarhold. Hvat heldur tú um nýggju útgávuna av ólavsøkukonsertini, Ó12? Ja, her er habiliteturin so sum so. Eg framførdi og má tí hava tær brillurnar uppi á. Men sum framførandi var tað ótrúliga deiligt at spæla fyri so nógvum og væluppløgdum áskoðarum, ið stóðu og hugnaðu sær í oysregni. Tá so nógv fólk savnast til so ringar veðurumstøður, so man skráin hava verið í lagi. Hvat heldur tú um ársins útgávu av Summarfestivalinum? Eg var, sum sagt bert ein dag á Summar­festival­ inum. Men skráin kendist veruliga merkt av endur­ tøkum, og fáum tónleikanøvnum. Tó so var eg har leygardagin, og upplivdi fleiri fínar konsertir, og hugnaði mær. Eg má nevna Føstufressar og løtuna, tá Rúna av Heygum sang, tað kendist gandakent. Eisini lagið í tjaldinum, tá Páll Finnur Páll undirhildu umframt frálíku Tinganest. Eg havi tó hug at finnast at tómligu skránni. Har var alt ov ofta bíðitíð millum framførslurnar, samstundis sum bólkar blivu riknir av pallinum, uttan at hava sloppið at spælt eykaløg. Hevur tú nakað ynski til tónleika­ summarið í Føroyum næsta ár? Ja, gott veður, og so eisini at fyriskipararnir gera sítt besta til at seta spennandi og góðar skráir saman. uttan tónleik Niels Uni Dam mynd: ditte m. joensen Vit hava havt nógv og góð tilboð við eitt nú Voxbotn, G!, Ólavsøkukonsertini, Tórspalli og Summarfestivalinum. Harumframt hava til dømis barrir og caféir havt nógvan tónleik at bjóða uppá, eitt nú eru hóskvøldini í Sirkus frálík Niels Uni Dam