fríggjadagur 10. august 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
14
VIKUSKIFTI
Hvat heldur tú yvirskipað
um tónleikasummarið
í Føroyum í ár?
Tað hevur verið eitt
lakari eitt av slagnum.
G! Festivalurin lovaði
rættiliga fitt, men mjørkin
tók tað mesta, hóast har vóru
fleiri góðar konsertir. Kapten
Röd var ræðuliga feitur. Summarfestivalurin
var tónlistarliga heldur køvisligur, hóast Ronan
Keating hevði eina fína konsert og TV2 tað sama,
men tað eru ikki konsertupplivingar, eg fari at
minnast serliga væl. Hóast ólavsøkukonsertin
nærmast druknaði í regninum, so haldi eg
faktiskt, at tað vóru fleiri rættiliga fínar konsertir
hetta kvøldið, serliga kongarnir úr Swangah
Dangah. »Millumfingurrapp«, »Gentan er farlig«
og “Úr bygd í bý” fóru reint inn hjá gestunum,
ið fyri tað mesta vóru millum 13-18 ár. Men
summarið endaði væl við sigrinum hjá Hamferð
í Wacken Metal Battle.Tað telur upp.
Hvat heldur tú sum heild um
tónleikatilboðini, føroyingum
hava staðið í boði í summar?
Tað hevur verið eitt javnt ár, ið mun til
onnur, vit hava upplivað. Avlýsingarnar
hjá G! trektu tenn úr á tí frontinum.
Hvør var eftir tínum tykki besta
tónleikaupplivingin í Føroyum í summar?
Kapten Röd á G! festivalinum var ólukksáliga góður.
Hvat var mest positiva
yvirraskilsi í summar?
Swangah Dangah á ólavsøkukonsertini. Og Ronan
Keating á Summarfestivalinum. Hann var fínur.
Hvat var størsta vónbrotið?
Avlýsingarnar á G!, for ólukkan.
Maggio, Grant og Christensen
Hvat heldur tú um nýggja
tiltakið Voxbotn í Havn?
Voxbotn hepnaðist væl, tí veðrið var so mikið
gott, og Vágsbotnur telist millum hugnaligastu
blettar í landinum. Tónleikaliga var ikki nógv
at skriva heim um, serliga tí ljóðið var undir alt
lágmark. Har var einki skil á. Skráin var okey, men
ljóðið leyp so mikið nógv saman, tá eitt nú Týr
spældi, at eg hevði ilt við at taka dagar millum
løgini. Nakað annað, ið má hyggjast upp á til
komandi ár, um Voxbotn verður aftur, er trygdin.
Tá Medina spældi kendist tað ótrygt at standa
frammanfyri pallin, tí tey ungu vildu fram, og tey
vóru full og skuldu bara fram. Har vóru ongar
girðingar, og økið er ordiliga innilokað við húsum
og sjónum, so um panikkur kom í, so kundi vandi
verið á ferð. Serliga tí, at nógv av teimum, ið vóru
til Medinu, vóru børn. Eitt hugskot hevði verið at
gjørt Skálatrøð partur av økinum, evt. havt tveir
pallar. Annars hevði eg ein super dag á Voxbotni,
og tað var feitt at ganga og vála inni og út úr
vertshúsunum á staðnum millum konsertirnar.
Hvat heldur tú um ársins útgávu av G!?
Avlýsingar merktu G! nógv. Tað var eitt
skot fyri bógvin, men fyriskipararnir loftaðu
støðuni væl. Men tað var so ræðuliga
órímiligt, at veðrið vildi so illa til.
Annars var talan um ein góðan festival, tí G! er
meira enn tónleikurin. G! er hugni, nærleiki og
kærleiki, og tað er bara altíð feitt at vera í Gøtu.
Men tað kemst ikki uttan um, at avlýsingarnar
gjørdu, at ársins festivalurin ikki verður ein, eg
fari at minnast serliga væl fyri tað tónlistarliga.
Men eg hugnaði mær, sum altíð, og tað er deiligt
at uppliva, at G! er komið í tryggar karmar eftir
at festivalurin varð koyrdur í ein grunn. Í dag
stendur øll Gøta saman um festivalin, og tað er
í grundini sum eitt av G!-undangongufólkunum,
Beinta Gregersen, segði: »Tað eru tey gomlu, ið
hava tikið við fyriskipanini.« Tað merkist á G!, at
fólk sum Janus Rasmussen, Oluffa Joensen og
Sigvør Laksá er við í fyriskipanini. Gott í tykkum.
Hvat heldur tú um nýggju útgávuna
av ólavsøkukonsertini, Ó12?
Regnið legði fót fyri ólavsøkukonsertina í ár.
Og eg tími ikki hatta við, at hon var okkurt
nýtt og Ó12 og alt hatta har. Hatta var og
verður ólavsøkukonsertin, punktum.
Annars var skráin í grundini fín, og eg hoyrdi nógvar
fínar konsertir, hóast regnið gjørdi tað køvisligt fyri
øll. Serliga Swangah Dangah-konsertin var feit.
Hvat heldur tú um ársins útgávu
av Summarfestivalinum?
Skráin var ov tunn, stutt og greitt. Tað koma
10.000 fólk á Summarfestivalin, ið tey gjalda
millum 500 og 1000 kr. hvør, og tað forpliktar
fyriskipararnar til at gera okkurt ordiligt, haldi
eg. Fyriskipararnir hava snøgt sagt inntøkurnar
til at seta saman eina super feita skrá, men
fóðra gestunum ár eftir ár við Dynamit, Frændur,
Divaz og Ólavur Prestley & his Dirty Ragrats. At
gestirnir lata sær hetta lynda, er so nakað heilt
annað, men eg haldi ikki, at tað er gott nokk.
Høvuðsnavnið í ár, Ronan Keating, var fínur,
men eg kundi hugsað mær, at fyriskipararnir
komandi ár hugdu út um hendan Westlife/
Boyzone-alheimin, teir tykjast fangaðir í, tá teir
skulu finna høvuðsnavnið. Eg kundi hugsað mær
at hoyrt super poppbólkin KEANE í Føroyum, so
eg bjóði fyriskiparunum av Summarfestivalinum
av: Gev mær KEANE komandi ár!
Annars hepnaðist Summarfestivalurin super
væl. Væl fyriskipaður, veðrið var super og so eru
klaksvíkingar bæði blíðir og týðir. Gott ball.
Hevur tú nakað ynski til tónleika
summarið í Føroyum næsta ár?
Jú, har eru nógv. Eg kundi – sum nevnt – hugsað
mær at hoyrt bretska poppbólkin KEANE,
amerikanska soulsangaran Lee Fields, ið eg
hoyrdi á Roskilde festivalinum, danska rokkbólkin
Kellermensch og svensku Kent. Í grundini eru
skítfult av donskum nøvnum, ið eg ikki begrýbi,
at vit ikki sleppa at hoyra í Føroyum javnan. Her
hugsi eg um WhoMadeWho, Turboweekend,
The Floor Is Made Of Lava, I Got You On Tape,
Blue Van og Asteroids Galaxy Tour, fyri at nevna
nøkur. Og so er tíð upp á, at hasir javararnir
Bjørk og Sigurrós koma at vitja landið.
Summarið gongur móti endanum og øll tey stóru tónleikatiltøkini
eru av. Nýggja tiltakið Voxbotn, G!, Ó12 og Summarfestivalurin
hava verið, og túsundtals fólk hava vitjað og upplivað hetta.
Teirra millum ummælararnir Niels Uni Dam og Uni Leitisstein
Hansen, sum her meta um ársins tónleikasummar
Einki summar
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Uni Leitisstein Hansen