Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-10, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 92 · 10. august 2012 13 av­marka sínar kaloriuinntøku við vón um, at somu aldringsárin vísa seg í menn­iskjum. Hóast vit broyta lívsstíl, seta kaloriu­inntøku niður ella eta serligan heilsukost – eitt nú við nógvum antioxidantum, ið er rættuliga væl umtókt – er uttan iva eitt loft á, hvussu leingi og nógv vit kunnu seinka aldringstilgongdini. Áður­ nevndi SENS grunnur arbeiðir tí fyri at stuðla gransking, sum teir vóna fer at kunna endurnýggja likamið uttan nakra tíðaravmarking. Stóru vónirnar er slóðbrótandi gransking innan genterapi og stamkyknugransking. Sambært SENS, ber til at finna fram til nakrar ávísar felagsorsøkir undir allari aldringstilgongdini – eitt nú kyknu­deyða, genmutatiónum og fríir radikalar. Hesar orsøkir eru rótin til sjálva aldringstilgongdina. Vón­ir­ nar eru, at í framtíðini fer at bera til, at førka slóðbrótandi gransk­ing frá øðrum økjum, eitt nú eftir­gjørdum organ­vøkstri, niður á kyknu og mole­ kyler stig, at basa hesum skaðum. Hóast tað ljóðar sum science fiction, er radikali boðskapurin frá Aubrey de Grey, og hansara javnlíkum, at innanfyri næstu fáu áratíggjuni fer tøknin at vera komin so væl áleiðis, at vit fara at kunna seinka aldringstilgongdina so nógv, at nøkur teirra sum liva í dag, helst fara at kunna liva ævigt. Tað ræður bert um, at halda seg á lívið, til tøknin er komin so væl áleiðis, eru radikalu boðini. Søguliga útgangsstøði er, at tøkniligi framburðurin økist eksponentielt í ferð, so hvørt slóðbrótandi tøkni sær dagsins ljós. KT menningin verður ofta brúkt sum dømi. Aftaná seinna heimsbardaga roknaði eingin við, at skjótar digitalar teldur fóru at vera hvørs mans ogn. Tøknin ger okkum bilsin ferð eftir ferð, og tøknin er vónin ævinleikagranskarar krøkja seg til. Neyðugt við deyðanum? Ein ørgrynna av granskarum halda sjálvandi, at hetta er science fiction. Eitt nú ávaraði Colin Blakemore, neuro­lívfrøðingur á Oxford University í ein­um kjaki við Aubrey de Grey, um, at gransking ið roynir at finna ævigan ung­dóm er heilt burturspilt, tí at tær sjúkur sum vit doyggja av, við øll­ um frá nervasjúkum til krabbamein og hjarta­sjúkur, hava sera ymiskt lívfrøðiligt grundarlag, og vit eru komin sera stutt við at skilja, eitt nú summar neuro­log­iskar sjúkur. Og at basa øllum hesum deyðsorsøkum samstundis er reint science fiction, heldur Colin Blakemore. Og hvussu fer heimurin at síggja út, um vit steðga aldringini? Við verandi fólkavøkstri verður alt tilfeingi skjótt brúkt upp. Eitt sindur polemiskt hev­ ur Colin Blakemore spurt: hvussu við pensión og føðitíttleika? Tímir tú at arbeiða til tú ert 1000 ár? Og fert tú kanska, sum 1000 ára gamal, at eiga børn sum eru 980 ára gomul? Talan vildi verið um ein heim, ið var grund­ leggj­andi øðrvísi á allan hátt, skuldi tað eydn­ast náttúruvísindini at bast aldringini. Hvat kanst tú gera? Dan Buettner, ið hevur skrivað bókina »The Blue Zones« hevur samlað gransk­ing, ið hevur granskað liviháttin hjá teim­um fólkabólkum í heiminum, ið hava longstan miðallivialdur. So­nevndar »blue zones«. Talan er eitt nú um íbúgvar á japonsku oynni Okinava, fólk frá Sardinia og sjeyndadags advent­istar. Sambært Dan Buettner, telja genini bert 10%, ímeðan liviháttur eigur 90% av leiklutinum fyri hvussu leingi tú livir. Og nøkur felagseyðkenni koma til sjóndar ið granskingini av hesum fólkum. Tá tað snýr seg um kost, spælir plantu­føði ein stóran leiklut, eins væl og nøtir. Likamlig rørsla er ein nátúr­ligur partur av liviháttinum hjá hesum fólkum, og er í fleiri førum tengt at ein­um umhvørvi, ið nátúrliga eggjar til rørslu. Men umframt sunnan kost og likam­liga rørslu, er ein sterkur sosialur felagskapur eisini eitt felagseyðkenni. Talan er um selektiv fólk, ið bert kenna seg heima í ávísum sosialum bólki. Har­ umframt spælir meditatión, bøn og aðrar sinnisvenjingar stóran leiklut. Hesir fólkabólkar eru sum heild minni strongdir enn flestu stórbýarfólk. Hetta samsvarar væl við nýggjari gransking, ið hevur staðfest, at mediatión kann niðurseta strongd, blóð­trýst og onnur vandamikil heilsu­ skaðilig eyðkenni. Boðskapurin hjá Dan Buettner er tí, at øll kunnu læra eitt­hvørt av hesum fólkabólkum, og til­laga sín livihátt, og liva longur, um ikki ævigt. Tímir tú at arbeiða til tú ert 1000 ár? Og fert tú kanska, sum 1000 ára gamal, at eiga børn sum eru 980 ára gomul? Talan vildi verið um ein heim, ið var grundleggjandi øðrvísi á allan hátt skuldi tað eydnast at bast aldringini