fríggjadagur 10. august 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 92 · 10. august 2012
12
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Vit vilja varðveita okkara ungdóm
longst møguligt. Ofta verður tikið til,
at 30ini eru tey nýggju 20ini, 40ini tey
nýggju 30ini – og so framvegis. Og
nógv leggja alla orku í, at útseta árinini
av aldurdóminum. Serlig kostískoyti,
venjing og kropsrøkt av øllum handa
slag er ein ómettandi stórídnaður,
ið livir av okkara innbygda hugi til
at yvirliva og varðveita heilsuna.
Okkara fatan av aldurdómi, sum
nakað, ið vit onga ávirkan hava á,
er grundleggjandi broytt. Men júst
hvussu leingi kunnu vit útseta árinini
av aldurdómi?
Tað er torført at broyta okkara
fatan av, at vit hóast alt eru deyðiligar
verur við avmarkaðari tíð á foldum.
Deyðin er ein nátúrligur partur av
lívinum halda tey flestu, og fyri
nógvar átrúnaðir er deyðin eitt
týðandi element fyri at røkka einum
hægri andaligum stigi. Fyri onnur ber
okkara avmarkaða livitíð boð um,
at vit skulu fáa sum mest burturúr
lívinum her og nú. Men ein røð av
granskarum og hugsarum á altjóða
pallinum bjóða nú siðbundnu aldurs-
og deyðsfatanini av – summir teirra
ultimativt.
Aldurdómur endurskoðaður
Vit vita, at miðal livialdur ikki
stendur ritaður í stein og at hesin
støðugt førkar seg upp eftir so hvørt
persónliga heilsan hjá fólki verður
betri, orsaka av batnandi livihátti
og betri læknavísind. Hetta er ein
orsøk til, at pensiónsaldurin støðugt
verður hækkaður í stórum pørtum
av heiminum. Men aldurdómur er
framvegis størsta »deyðsorsøkin« í
heiminum, og víst verður á, at 90% av
øllum deyðsorsøkum í ríka partinum
av heiminum, framvegis er treytaður
av aldurstreytaðum árinum. Sannlík
indini fyri at fáa krabbamein, sukur
sjúku og aðrar álvarsamar sjúkur
fleirfaldast tá vit gerast eldri. Hetta
gevur greiða ábending um samanhang
millum lívshættisligar sjúkur og
aldurstilgongdina sum heild.
Men sambært SENS grunninum,
ið er ein altjóða samanseting
av granskarum, aktivistum og
filantropum, ið stuðlar gransking
ið skal basa aldurstilgongdini – er
tíðin komin til, at grundleggjandi
endurskoða heilsu og aldurdóm. Talan
er um eitt slag av heimspekiligari upp
gerð við siðbundnu læknavísindina, ið
roynir at lekja sjúkur tá tær uppstanda
og lætta um sjúkueyðkennir. Sambært
SENS skulu vit heldur hyggja nærri at
undirliggjandi orsøkunum til nógvar
sjúkur: aldurstilgongdini sjálvari.
Men ber til at ger nakað munagott
við aldringina?
Aubrey De Grey, lívfrøðingur
frá Cambridge University, og ein av
fremstu fortalarunum í heiminum
fyri, at vit í roynd og veru fara
at kunna basa aldurstilgongdini í
framtíðini, hevur í síni gransking
víst á, at aldringin í roynd og veru
er eitt slag av hjáárini av vanligum
likamligum virksemi ígjøgnum lívið,
serstakliga evnaskiftið. Vísindaliga
frágreiðingin er einfalt tann, at
aldurdómur og tær sjúkur, ið gerast
meiri vanligar í aldurdóminum, eru
skaðar, sum standast av broytingum
á kyknuligum og molekylerum stigi.
Likami, í síni nátúrligu støðu, er ikki
gjørt til meiri enn eitt ávíst tal av
skaðum, áðrenn úrslitini síggjast.
Førleikarnar hjá kyknunum at
endurnýggja seg aftaná skaðar, eru av
markaðir. Boðskapurin hjá Aubrey De
Grey er tí, at megna vit at finna fram
til tøkni, ið kann hjálpa kyknunum
at viðlíkahalda sína endurnýggjan, so
kunnu vit eisini basa aldringini.
100 ár eingin aldur
Mong eru boðini uppá, hvussu
vit
kunnu
seta
ferðina
á
aldringstilgongdini niður. Ein stórur
partur av granskingini hevur snúð
seg um at kanna hvussu djór eldast.
Umfatandi royndir við mús og rottum
eru gjørdar sum staðfesta, at mýs
og rottur, ið inntaka 30% kaloriur
minni enn hinar sum eru partur av
royndunum, liva 30% longri í miðal.
Frágreiðingin er onkursvegna,
at tá minni orka verður brúkt í
likamsforbrenningini, verður eisini
minni kyknuskaði framdur – og
harvið verður aldringin seinkað. Enn
er ávirkanin á menniskju óviss, men í
USA fer nú ein stór verkætlan fram,
har luttakarar yvir longri tíð, skulu
Deyðin er einasta veruliga vissan við lívinum, er vanlig hugsan.
Men ein lítil og sannførd røð av hugsarum og granskarum gera
nú upp við okkara siðbundnu fatanir av lívið, aldurdómi og deyða.
Summir teirra siga seg hava funnið kelduna til ævigan ungdóm
Kanst tú
liva í ævir?
Hóast tað ljóðar sum science fiction, er
radikali boðskapurin frá Aubrey de Grey,
og hansara javnlíkum, at innanfyri næstu fáu
áratíggjuni fer tøknin at vera komin so væl áleiðis,
at vit fara at kunna seinka aldringstilgongdina
so nógv, at nøkur teirra sum liva í dag,
helst fara at kunna liva ævigt