fríggjadagur 6. juli 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal (SF), er í dag á
fundi í París saman við uttanríkisráðharrum og umboðsfólki
úr omanfyri 80 londum og altjóða felagsskapum. Endamálið
við fundinum er at økja altjóða trýstið á Assad-stýrið til
tess at steðga harðskapinum móti sýriska fólkinum.
5. juli í 1945 tapti Winston
Churchill parlamentsvalið
í Onglandi eftir at hava
leitt tjóðina gjøgnum
seinna heimsbardaga.
Miðalklassin
revsar
løgmann
Rógvi Nybo
Bæði løgmaður og saml
aða samgongan fáa tumm
ilin vendan niðureftir frá
veljaranum. Í veljarakann
ingini bað Gallup Føroyar
fólk meta um – á einum stiga
frá 1 til 10 – hvussu tey væl
tey halda at verandi sam
gonga og løgmaður klára
seg samlað. Her fær Kaj
Leo Holm Johannesen, løg
maður, skotsmálið 4,9 og
samgongan fær 4,0. Hetta er
tað lægsta, bæði løgmaður
og samgonga hava fingið í
kanningum frá Gallup síðani
august í 2010, og eitt fitt vet
frá miðalkarakterinum, sum
er 5,5.
Hava ikki rakt botn
Seinasta kanningin, sum varð
gjørd í mars mánaði, vísti eitt
stórt fall í skotsmálunum
hjá bæði løgmanni og hjá
samgonguni, og tað sær út
til at hvørki løgmaður ella
samgongan hava rakt botn
enn. Síðani desember mánað
er skotsmálið hjá løgmanni
fallið úr 6,2, sum er tað besta
skotsmálið løgmaður hevur
fingið, niður í 4,9. Samgongan
hevur ikki fingið serliga góð
skotsmál yvirhøvur, men
har er fallið síðani desember
úr 4,6 niður í botnkarakterin
4,0.
Veljarakanningin,
sum
varð kunngjørd í blaðnum
mikudagin gav samgonguni
ein dyggan frammaná, og er
tað serliga Fólkaflokkurin,
sum stendur fyri skotum.
Tann veljarakanningin vísti
at triði hvør veljari vendir
Fólkaflokkinum bakið – teir
fara úr 22,5 prosentum við
valið niður í 15,7 prosent.
Harvið stendur flokkurin
at missa heilar tríggjar av
teimum átta tingsessunum,
teir í løtuni ráða yvir. Stóra
fallið hjá Fólkaflokkinum
– og fyri sovítt eisini hjá
Sambandsflokkinum, sum
stendur at missa 2,5 prosent
– sær tó ikki út til at hava líka
stóra ávirkan á skotsmálini
millum fólk. Fallið er, sum
sagt, 0,1 á einum stiga frá 1
til 10 hjá bæði samgongu og
løgmanni.
Miðalinntøkurnar
revsa harðast
Taka vit nøgdsemið býtt
yvir
inntøkubólkar,
eru
tað serliga hjá húskjum við
miðalinntøkunum – teimum,
ið vinna millum 251.000 og
600.000 krónur – at hamarin
fellur harðast. Við seinastu
kanningina hjá Gallup í mars
fekk samgongan skotsmálið
4,2 meðan løgmaður fekk
skotsmálið 5,1. Nú fær sam
gongan bert 3,9 á einum stiga
frá 1 til 10. Hetta er eitt lop
niðureftir upp á 0,3. Skots
málið hjá samgonguni ger
eisini eitt lop niðureftir hjá
hesum inntøkubólkinum, og
fellur niður í 4,7.
Hjá
inntøkubólkunum
undir 250.000 krónur og
omanfyri 601.000 krónur
standa skotsmálini so at siga
í stað hjá bæði samgongu og
løgmanni.
Løgmaður
stóra undirtøku
í Fólkaflokkinum
Millum sambandsveljarar
nar er løgmaður – ikki
óvætnað – høgt í metum.
Millum
tey,
ið
høvdu valt Sam
bandsflokkin, um
val var í morgin,
fær hann skotsmálið
6,8 yvir hvussu hann
klárar seg. Men hyggja
vit
eftir
undirtøkuni
hjá veljarum hjá hinum
flokkunum, fær sambands
løgmaðurin
eisini
dygga
undirtøku millum sjálvs
stýrisflokkarnar, Fólkaflokk
in
og
Sjálvstýrisflokkin.
Millum hesar veljarar fær
løgmaður skotsmálið 6,2.
Illast umtóktur er løg
maður millum veljarar hjá
Framsókn
og
Tjóðveldi.
Frá teimum fær løgmaður
dumpikarakterin 3,3 og 3,4.
rogvi@sosialurin.fo
Veljarakanning Síðan sitandi
samgonga tók við í heyst, venda alsamt
fleiri veljarar tumlinum niðureftir fyri
teirra avrik. Serliga millum tey við
miðalinntøkum minkar undirtøkan
Hjá inntøkubólkunum undir
250.000 kr og omanfyri 601.000 kr
standa skotsmálini so at siga í stað
apr 10
aug-sept
feb 11
apr 11
aug 11
sep 11
des 11
mar 12
jul 12
10
9
8
7
6
5
4
3
2
1
4,5 4,4 4,6 4,6 4,6 4,3 4,6 4,1 4,0
Á einum stiga frá 1 til 10, hvussu væl
heldur tú verandi samgonga klárar seg?
10
9
8
7
6
5
4
3
2
1
5,1 4,9 5,5 5,7 5,9 5,5 6,2
5,0 4,9
Á einum stiga frá 1 til 10, hvussu væl
heldur tú løgmaður klárar seg?
Kelda: Gallup Føroyar
Kelda: Gallup Føroyar
Hvussu heldur tú løgmaður/samgongan klárar seg samlað?
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Samgongan
mars 2012
Inntøkubólkur 251.000 - 600.000
Sera illa
5,5
Sera væl
3,9
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Løgmaður
mars 2012
Inntøkubólkur 251.000 - 600.000
Sera illa
5,5
Sera væl
4,7