fríggjadagur 6. juli 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Danski Tjóðbankin setti í morgun rentuna á inn
lánum niður í minus 0,2 prosent. Hetta gera teir
tí at Evropeiski Miðbankin í gjár lækkaði rentuna.
Sostatt verða íleggjarar nú noyddir at gjalda
fyri at hava pengar innistandandi í Danmark.
Framsókn 6,8 prosent er í
ordan, sigur Poul Michelsen um
nýggjastu veljarakanningina.
– Vit royna enn at finna
fótafestið, og tá vil úrslitið
altíð sveiggja eitt sindur
Uni Holm Johannesen
Eina afturgongd á 6,8 prosent
og tríggjar tinglimir færri.
Tað hevði verið úrslitið
hjá
Fólkaflokkinum,
um
løgtingsval var í morgin,
sambært veljarakanningini.
Lítið hugaligur lesnaður hjá
flokkinum. Tað ásannar eisini
Jákup Mikkelsen, formaður í
tingbólkinum.
– Fólkaflokkurin stendur
seg vanliga ikki væl í veljara
kanningum, so hetta er einki
eindømi, sigur hann.
Tá Sosialurin kunngjørdi
eina veljarakanning í mars,
sum gav Fólkaflokkinum 19
prosent av atkvøðunum, segði
Jørgen Niclasen, formaður,
at tíðin fór at vísa, hvussu
samfelagsligu broytingarnar,
sum samgongan hevur framt,
fara at roynast. Enn hava
veljararnir ikki sæð ágóðan
av hesum.
– Føroyingar hava kanska
ikki varnast, hvørji positiv
árin
hesin
flatskatturrin
hevur á tann einstaka og
samfelagið.
Fjølmiðlarnir
hava verið sera parthallir í
síni viðgerð av málinum, og
tað ávirkar sjálvandi eisini,
sigur hann.
Samgongan hevði mist
meirilutan, um løgtingsval
var í morgin. Tað er serliga
Fólkaflokkurin, sum verður
revsaður. Jákup Mikkelsen
vísir á, at tað er oftast serliga
ein samgonguflokkur, sum
verður revsaður, tá veljara
kanningar eru.
– Vit geva altíð veljara
kanningum gætur, men tað
tykist fyri mær, ta føroyingar
hava enn ikki sæð ágóðan
av flatskattinum. Hetta fer
at broytast við tíðini, tað
ivast vit ikki í, sigur Jákup
Mikkelsen, sum kortini ikki
dugir at siga, nær Fólkaflokk
urin fær undirtøku og stuðul
fyri sínar broytingar.
Jørgen Niclasen, sum er
formaður í Fólkaflokkinum,
var ikki at hitta í gjár ella
fyrrapartin.
Fólkaflokkurin bíðar eftir undirtøkuni
Vit royna at
finna fótafestið
Skotsmálið fallið
Síðani desember mánað er skotsmálið
hjá løgmanni fallið úr 6,2, sum er
tað besta skotsmálið løgmaður
hevur fingið, niður í 4,9
Savnsmynd
Nýggjasta veljarakanningin
frá Gallup Føroyar gevur
Framsókn eina lítla fram
gongd á 0,6 prosentstig
síðani
løgtingsvalið
í
oktober. Tað er nakað,
formaðurin í flokkinum,
Poul Michelsen, bara kann
fegnast um.
– Jú, tað haldi eg er í
ordan. Hetta hevur verið
eitt undarligt ár, og vit í
Framsókn royna enn at
finna fótafestið. Vit hava
ikki eitt bakland, sum hinir
flokkarnir hava, men vit
hava roynt at eftirmett
okkara støðu sum frægast.
Í
eftirmetingini
komu
vit fram til, at vit sum
heild halda fast við tað,
vit hava lovað, sigur Poul
Michelsen.
Hóast flokkurin stendur
til framgongd nú, saman
borið við valið, er fram
gongdin minkað í mun til
farnar
veljarakanningar.
Tá veljarakanningar vóru
gjørdar í desember og í
februar, stóð Framsókn til
at fáa ávikavist 8,4 prosent
og 7,4 prosent. Sostatt
kvinkar
framgongdin.
Orsøkina til hetta, sigur
Poul Michelsen helst verða,
at Framsókn ikki hevur
tikið lut í tí øgiliga negativa
rákinum, sum hevur verið í
seinastuni.
– Vit hava okkara egnu
støðu, og hava ikki við í hes
um aggressiva negativa rák
inum. Tað er helst orsøkin
til, at vit detta eitt sindur
burturímillum í løtuni. Men
vit skulu nú fundamentera
okkum, og meðan vit gera
tað, vilja úrslitini nokk altíð
sveiggja eitt sindur. Men eg
eri vísur í, at tá tíðin kemur
til tað (eitt val, red.), verður
veljarin eisini har, sigur
Poul Michelsen, formaður
í Framsókn.
rogvi@sosialurin.fo
FÓLKAFLOKKURIN – Vit geva altíð veljarakanningum
gætur, men tað tykist fyri mær, at føroyingar hava enn ikki
sæð ágóðan av flatskattinum, sigur Jákup Mikkelsen