fríggjadagur 6. juli 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Toppskorararnir í mvg-eftir
støðum eru tvær fyritøkur,
sum skylda tilsamans yvir
14,2 milliónir í mvg.
Árini frá 2006 til 2011 eru mvg-
eftirstøðurnar hjá føroyskum fyritøkum
øktar úr 70,9 milliónum krónum og
upp í 119,4 milliónir krónur.
Tí verða Føroyar ikki
sjónligar í London
Uni Holm Johannesen
Føroyar verða ikki sjónligar,
tá føroyski Pál Joensen
skal svimja undir heimsins
størstu
ítróttakapping
í
London í august.
– Vit hava sjálvandi við
gjørt hetta nágreiniliga, og
niðurstøðan er, at tað loysir
seg ikki, sigur Sigmundur Ís
feld, deildarstjóri á Løgmans
skrivstovuni.
Utta n r í ki s tæ n a s ta n
fór fyri jól undir at kanna
møguleikarnar at hava eitt
stórt marknaðarføringsátak
í London, meðan OL er.
Uttanríkisráðið í Løgmans
skrivstovuni vendi sær til
Ferðaráðið og til partar í
vinnuni,
serliga
fiskaút
flytarar. Svarið frá teimum
flestu var, at OL er ikki gott
høvi til marknaðarførings
átak.
Ferðarráðið spurdi seg
eisini fyri hjá sínum sam-
starvspørtum í London, sum
beinleiðis mæltu frá at hava
slík tiltøk í London, meðan
OL er, tí har hendir so nógv
hesar dagarnar.
–
Grundgevingin
var,
at tað er sera trupult at
verða sjónlig í London hes
ar dagarnar, umframt at
áskoðararnir, sum verða har,
hava lítlan og ongan áhuga
í at kanna ferðamál ella
gera avtalur um at keypa
føroyskar
vørur,
meðan
OL er, sigur Páll Nolsøe,
kunningarráðgevi
á
Løg
mansskrivstovuni.
Hann
svarar fyrispurninginum, tí
Jóannes Vitalis Hansen, sum
er sendimaður í London, er í
summarfrí.
Páll Nolsøe vísir sam
stundis aftur, at avgerðin at
lata sendistovuna í London
aftur hevur ikki havt nakra
ávirkan á fyrireikingarar
beiðið í samband við OL.
Hava ikki pengar
Úrslitini hjá Páli Joensen eru
virðismikil fyri umdømið
Føroya úti í heimi. Um hann
vinnur heiðursmerki á OL
kann føroyska samfelagið
sanniliga fáa ágóðan av hes
um á ymsan hátt.
Sigmundur Ísfeld sigur
kortini, at tað er einki høpi
í at royna at marknaðarføra
Føroyar í London hesar dag
arnar.
– Tað er ein sannroynd, at
tað kostar nógvar milliónir
krónur, um eitt lýsingar
átak um Føroyar skal meitla
seg fast í sinni á teimum,
sum eru í London, tá OL
er. Vit ráða ikki yvir peng
unum, sum krevst. Føroysku
lýsingarátøkini
høvdu
druknað í øllum meldri
num, sigur hann og leggur
afturat:
– Vit hava sera stóra
virðing fyri tí, sum Pál
Joensen hevur rokkið. Vit
vóna sjálvandi, at hann
fær
medalju,
sum
helst
hevði givið Føroyum eina
rúgvu av umtalu í altjóða
miðlum.
Tað
er
kortini
meiningsleyst hjá okkum at
hava eitt lýsingarátak har,
tí Føroyar verða ikki sjón
ligar í øllum meldrinum.
Vit mugu hinvegin duga
at lofta umtaluni, sum Pál
gevur okkum og brúka hana
í framtíðini, sigur Sigmundur
Ísfeld.
Kaj
Leo
Johannesen,
løgmaður, sum er verji hjá
føroyskum ítrótti, verður
í London undir OL. Hann
verður millum annað til
staðar, tá Pál Joensen skal
svimja 1500 metrar frí. Tað
er eisini tað einasta, sum
almennu Føroyar gera burtur
úr OL á hesum sinni.
OL Í LONDON - Tað er ein sannroynd, at tað kostar nógvar
milliónir krónur, um eitt lýsingarátak um Føroyar skal meitla
seg fast í sinni á teimum, sum eru í London, meðan OL er, sigur
Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni
Løgmaður
er klárur til
samráð
ingarnar
Uni Holm Johannesen
Samgongan fer aftur í
heyst at taka upp sam
ráðingar
við
donsku
stjórnina um ríkisveit
ingina. Kaj Leo Johanne
sen, løgmaður, sigur seg
vita, hvat hann ætlar við
samráðingunum,
men
hann vil enn einki siga.
– Eitt er kortini vist.
At tiðna ríkisveitingina
er ikki okkara fremsta
politiska mál í løtuni,
sigur hann.
Sambandsflokkurin
fór til løgtings
val í fjør við
lyftinum um
at hækka ríkisveitingina
við 200 milliónum krón
um. Blokkurin hækkaði
ikki við afturvirkandi
kraft, sum løgmaður
hevði vónað. Úrslitið var
ein
prístalsregulering
– 8,6 milliónir krónur
afturat í 2012.
– Eg fari at leggja upp
skot fram fyri donsku
stjórnina, men tað skal
ikki skiljast sum, at
hetta er avgerandi fyri
okkara politikk. Vit hava
nógvar avbjóðingar í
løtuni, og vit dúva ikki
upp á at loysa hesar
uppgávurnar við
størri
ríkisveit
ing. Eydnast tað,
so er tað bara
ein
fyrimunur,
sigur Kaj Leo
Johanne
sen,
løg
maður.
– Eitt er vist. At tiðna ríkis
veitingina er ikki okkara
fremsta politiska mál í løtuni,
sigur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, sum fer at
taka samráðingar upp við
donsku stjórnina í heyst
- Vit hava sjálvandi viðgjørt hetta nágreiniliga,
og niðurstøðan er, at tað loysir seg ikki,
sigur Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri,
um avgerðina at velja London og OL
frá sum lýsingarátak á hesum sinni