Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Færri klaga til Løgtingsins umboðsmann. Í fjør fekk umboðsmaðurin 61 klagur og avgreiddi 46 av teimum. Haraftrat vórðu avgreiddar 15 klagur frá árunum fyri. Undanfarnu ár hevur stovnurin fingið væl fleiri klagur. Vinn ein lærling Rógvi Nybo Kappingin snýr seg um, at um fyritøkur vilja seta ein lærling í starv í tíðarskeiðinum 1. juli til 1. oktobur, kunnu tær verða við í kappingini um at vinna tað, sum svarar til løn­ina hjá lærlinginum tað fyrsta árið. – Endamálið við kapp­ing­ ini er at minka um ar­beiðs­ loysið millum ung, og eggja fyritøkum at seta lærlingar í starv. Tað hevur verið nógv prátað um arbeiðsloysi í seinastuni, og vit síggja at færri og færri lærlingar verða settir í starv. Tí hava vit valt at gera hesa kappingina, sigur Rói Bjarnason Poul­sen, formaður í Føroya Ung­dóms­ ráð. Formaðurin vísur á, at allar fyritøkur, stórar sum smáar, privatar og al­mennar kunnu verða við í kapp­ ingini. ­– Men tað eru kanska ser­ liga tær millumstóru fyri­ tøkurnar, ið kunnu hava gagn av hesum. Ein heil ársløn er ikki smáting at vinna, og ger stóran mun hjá einari slíkari fyritøku, sigur Rói Bjarnason Poulsen. Formaðurin hevur eisini góðar vónir um, at hetta fer at gera mun. – Men sjálvt um hetta bert merkir, at tað verða settir 3-5 fleiri lærlingar, enn tað annars høvdu, so ger tað eisini mun, staðfestir hann. Vinnari í januar Tað fylgja tó treytir við lut­tøkuni í einari slíkari kapp­ing. Eitt nú skal lær­ ling­urin vera settur í starv í tíðarskeiðinum millum 01.07.2012 – 01.10.2012,hava góð­kendan lærusáttmála frá Yrkis­deplinum, vera ímillum 16 – 30 ár, limur í fakfelagi og annars skulu allar vanligar treytir, ið eru galdandi fyri at seta lærlingar í starv lúkast. Fyri at verða við í kapp­ ingini, skal fyritøkan senda Føroya Ungdómsráð góð­ kend­an lærusáttmála og eina útbúgvingarætlan fyri lær­lingin, sum vísur á hvat lær­lingurin kemur ígjøgnum í lærutíðini. Seinasta freist at lata inn umsókina er 14.desembur 2012. Vinnarin verður funnin í januar 2013. LÆRLINGAR Føroya Ungdómsráð tekur øðrvísi miðlar í nýtslu fyri at basa ungdómsarbeiðsloysinum í Føroyum. Ungdómsráðið fer í næstum undir eina kapping, har fyritøkur kunnu vinna ein lærling. Føroysk ílegugransking vekir ans í Danmark Rógvi Nybo FarGen-verkætlanin er tann fyrsta í øllum heiminum, sum skal kortleggja allar íleg­urnar hjá einum heilum fólki. Bogi Eliasen er verk­ ætl­anar­leiðari, og hevur um­boð­að verkætlanina á al­tjóða ráðstevnuni Copen­ hagenomics, sum júst hevur verið í Keypmannahavn. Hann sigur, at talan er um eina fe­lags samfelagsverkætlan, hvørs endamál ikki einans er at gera ein ílegubanka, men at skapa eina heilt nýggja heilsu­skipan. – Visiónin er røtt, og vit fara eisini at gera hetta her í Danmark. Um fimm ár eri eg vísur í, at vit kortleggja ílegurnar hjá øllum sjúk­ling­ ur, sum koma innar á sjúkra­ húsini, sigur Torben Ørntoft við Videnskab.dk. Bogi Eliasen leggur dent á, at FarGen verkætlanin er eisini serliga áhugaverd í sambandi við fleiri av teim­ um sjúkunum, ið eru serligar fyri Føroyar – eitt nú CTD. Stóra føroyska ílegugranskingarverkætlanin FarGen fekk mikudagin drúgva umrøðu á donsku heimasíðuni Videnskab.dk - Ein heil ársløn er ikki smáting at vinna, og ger stóran mun hjá einari slíkari fyritøku, sigur Rói Bjarnason Poulsen, formaður í Føroya Ungdómsráði FarGen-verkætlanin er tann fyrsta í øllum heiminum, sum skal kortleggja allar ílegurnar hjá einum heilum fólki Kastaði øskubikar í høvdið á lands­manni Randi Jacobsen Tað gekk hart fyri seg mill­um tveir føroyingar, sum báðir búðu í Hirtshals, tá ið teir ein dag fyrr í vár sótu og ballaðust heima hjá øðr­ um teirra. Ein 68 ára gamal mað­ur var og vitjaði ein lands­mann, og mitt í øllum gjørd­ist tann 68 ára gamli mað­urin frá sær sjálvum og kastaði eitt kilo-tungt øsku- bikar í høvdið á hinum. Aftan á tað slerdi hann mannin fleiri ferðir við einum borði, sum vigaði 5,7 kilo, og hann hevði hótt við at drepa. Tann 68 ára gamli maðurin varð ákærdur fyri gro­v­an harðskap og fyri morð­hóttan. Tá ið málið var fyri í rætt­inum, mintist hann einki, tí teir høvdu drukkið nógv, skrivar nordjyske.dk. Maðurin varð funnin sekur, men revsingin var ikki ásett. Væntandi varð revsingin gjørd treytað, tí maðurin var komin so høgt upp i árinum, og tí hann hevði hjartatrupulleikar. HARÐSKAPUR Ein 68 ára gamal føroyingur búsitandi í Hirtshals varð herfyri í rættinum í Hjørring funnin sekur í grovum harðskapum og morðhóttan móti einum øðrum føroyingi í býnum