fríggjadagur 6. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gera film um
Johan og Rakul
í Fámará
Nú verður ein filmur gjørdur
um Johan í Kollafirði.
Tað er Ingun í Skrivara
stovu, sum skal gera filmin
og upptøkurnar byrja nú og
fara at vara nakrar mánaðir.
Sjálvur heldur Johan, við
skálkinum aftanfyri oyrað,
at tað var upp á tíðina, at ein
filmur verður gjørdur um
hann og hann ivast ikki í, at
hevði Ingun í Skrivarastovu
ikki tikið stig til hetta nú,
hevði onkur annar gjørt tað
heilt skjótt.
Hann sigur, at hann ætlar
sær als ikki at leggja seg út
í, hvussu filmurin verður
gjørdur, tí hann fer at leggja
alt í hendurnar á Ingun í
Skrivarastovu og henni hev
ur hann fult álit á.
Tí hevur hann heldur
ikki hóming av, hvat fer at
spyrjast burtur úr
Hugtikin av Fámará
– Eg helt, at tað er ómetaliga
spennandi, at eini hjún seta
seg niður í einbýli í Fámará
og fara undir at byggja alt
upp av nýggjum.
Tað sigur Ingun í Skriv
arastovu, sum nú hevur
í hyggju at fara undir ein
film um Johan í Kollafirði,
konuna Rakul og verkætlan
teirra í Fámará.
– Verkætlanin í Fámará
hevur eisini eina sosiala síðu
við tað, at hjúnini í Fámará
hava tikið fólk, sum eru í
trongstøðu til at búgva.
– Sostatt hava tey eisini
gjørt Fámará til eitt pláss
fyri tey, sum ongin annar
hjúklar um og royna at hjálpa
teimum at fáa fótafestið
aftur og virða tey, sum tey
menniskju, tey eru.
Ingun sigur, at tað var
hetta, sum hugtók hana, tá
ið hon longu í februar fekk
hugskotið um at fara undir
folmin.
Men tað kom ymiskt í
vegin, so tað varð av ongum
tá.
Hon leggur afturat, at
fyribils er filmsætlanin full
komiliga á byrjanarstøði, so
enn hevur hon ikki hóming,
fyri, hvussu hann endar.
Men hon hevur hugsað
sær ein film upp á ein tíma
um lívið og fólkini í Fámará.
Nú tók verkætlanin um
Fámará eina serliga vend við
tað, at festið varð lýst til sølu
og tá ið avtornaði, vóru tað
ikki Johan og Rakul, sum átti
hægsta boð.
– Síðani er málið kært,
so enn er óvist, hvussu tað
endar, men eg helt, at hetta
er ein hóskandi tráður at
taka upp og fylgja víðari,
sigur Ingun í Skrivaragøtu.
HUGTIKIN Gongst sum ætlað, verður nú
farið undir upptøkurnar til ein film um
tilveruna hjá Johan og Rakul í Fámará
Sosialt einbýli
Johan og Rakul hava búsett seg í einbýli í Fámará og hava givið plássinum
eina sosiala síðu. Tað hugtók filmslistakvinnuna, Ingun í Skrivarastovu
Línuskipini selja nú kvotuna av makreli
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at línuskipini
fara ikki sjálvi at fiska kvot
una upp á 5000 tons, sum tey
fingu av makreli í ár, men
fara at selja øðrum skipum
hana.
Tað staðfestir Hálvdan
Gudmundsen, formaður í fe
lagnum Línuskip.
Hann sigur, at makrel
kvotan kom so seint, at skip
ini hava ikki stundir at finna
útav, hvussu tey skulu fiska
hann.
Tískil hava skipini gjørt
av at selja og hóast hon
ikki formliga er seld, er ein
fyribils avtala gjørd við JFK
hjá Hanus Hansen í Klaksvík
og Framherja hjá Anfinni
Olsen á Toftum, um hvør
sína helvt av kvotuni.
Hann vil ikki siga prísin,
men hann er láturligur, stað
festir hann.
Portalurin hevur hoyrt
ein prís upp á 1,75 krónur fyri
kilo, men tað vil formaðurin í
Línuskipum ikki vátta.
– Men tað líkist, ásannar
hann.
Tað gevur ein prís upp á
8,75 milliónir tilsamans.
- Vit hava gjørt avtalu um
ein fyribils prís, sum kann
hækka, alt eftir, hvat fæst
burtur úr.
Sostatt verður endaligi
prísurin roknaður út, tá ið
makreltíðin er av.
- Tað ber illa til at seta ein
endaligan prís nú, tí ongin
veit, hvat avreiðingarprísurin
verður, sigur formaðurin í
felagnum línuskipum.
Øll fáa tað sama
Tað eru 21 línuskip í flotanum,
harav tey 16 eru í vinnu, sigur
Hálvdan Gudmundsen.
Hinvegin
leggur
hann
afturat, at kvotan upp á 5000
tons er býtt javnt ímillum øll
21 skipini.
Sostatt verður eisini sølu
prísurin upp á 8.750 milliónir
býttur sundur ímillum øll
skipini og tað gevur teinum
góðar 416.000 krónur í part.
Hálvdan
Gudmundsen
sigur, at tað er við ringum
tannabiti, at tey selja kvot
una.
– Vit taka ikki undir við,
at fiskirættindi verða seld,
sigur hann
Men hann heldur, at línu
skipini eru í serstøðu í ár.
Eitt er, at kvotan kom so
seint, at tað ber ikki til at
fiska hana.
Hitt er so tað, at botn
fiskaflotin er sera illa fyri
av fiskaloysi og tískil varð
neyðugt at línuflotin fekk
okkurt afturfyri.
– Og sjálvandi skuldu vit
eisini hava okkara part, akku
rát sum øll onnur hava fingið
sín part, sigur formaðurin í
felagnum.
– Tað, vit fáa fyri makrel
kvotuna, er ein lítil gularót,
sum munar eitt sindur hjá
línuflotanum, men tað ger
ikki stóran mun.
– Høvdu vit ikki verið í
neyð av fiskaloysi, høvdu vit
heldur ikki biðið um makrel
kvotu, tí vit høvdu ikki havt
brúk fyri tí.
MAKRELUR Línuskipini fara ikki sjálvi at fiska kvotuna, tey hava fingið av makreli, men fara at selja hana
Hann vil ikki siga
prísin, men hann er
láturligur