fríggjadagur 6. juli 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
At gera rúsevni lóglig
í Føroyum er óveruligt
Áki Bertholdsen
– Eg dugi ikki at síggja, at
tað ber til at gera rúsevni
lóglig. Men eg skilji avgjørt
væl tankan aftanfyri hetta
sjónarmiði.
Tað heldur Pál Weihe.
Pál Weihe er formaður
í Fólkaheilsuráðnum, men
hann leggur dent á, at ráðið
hevur ikki viðgjørt spurn
ingurin og tískil standa hans
ara sjónarmið fyri hansara
egnu rokning.
Hann heldur, at skal talan
yvirhøvur vera um at gera
rúsevni lóglig, er tað ómeta
liga langur vegur enn, áðrenn
tað yvirhøvur kann lata seg
gera.
– Men tankan aftanfyri
hesa áskoðan skilji eg sera
væl, tí alt lógloysi og allir
sorgarleikirnir, ið fylgja í
kjalarvørrinum á rúsevnum
er rættiliga óunniligur.
Fyri tað fyrsta eru rúsevni
serstakliga
heilsuskaðilig.
Men harafturat verða fólk,
sum eru bundin at rúsevn
um, mangan tvinnað upp
í lógloysi av øllum handa
slagi. Og tað er bara steinur
oman á byrðu, tí tey verða
sosialt niðurbrotin og enda
sum fíggjarligir trælir hjá
seljarunum.
– Hetta er kanska ikki støð
an her hjá okkum, men hetta
er sanniliga gerandikostur
í øðrum londum, heldur Pál
Weihe.
– Tað er bara at hugsa um
ymisk lond í Suðuramerika,
har er at kalla beinleiðis
kríggj
um
rúsevni,
har
túsundtals fólk liggur eftir
á, tí handilsligu áhugamálini
eru so ómetaliga stór, at onki
verður spart.
Hann sigur, at saman-
beringar kunnu gerast við
tíðina í USA, har rúsdrekka
varð bannað.
– Tað elvdi eisini til øgiligt
lógloysi við ómetaliga stórum
peningaligum áhugamálum.
Óveruligur tanki
Men kortini heldur Pál Weihe,
at tað eru nógv viðurskifti,
sum skulu fáast í rættlag,
áðrenn tað talan kann vera
um at gera rúsevni lógligt.
Eitt, hann hugsar um, er, at
skulu rúsevni verða lóglig, má
talan vera um ein samskipað
tiltak í fleiri londum, kanska
í øllum Evropa, ella í øllum
heiminum
– Tá verður tað beinanvegin
ein heilt óveruligur tanki.
– Tað hjálpir ikki, at Før
oyar einsamallar gera rús
evni lóglig, tí so verða vit
yvirfloymd av narkotika-
ferðafólki og tað kunnu vit
valla hava áhuga í.
– Tá verður aftur talan
um okkurt slag av rúsevna
handli.
Hann vísir eisini til Kafé
lívið í Niðurlondum, har tað
er loyvt at keypa hassj.
– Hetta hevur ført til so
óhepnar avleiðingar í sam
bandi við eina beinleiðis
hassj-ferðavinnu, at myndug
leikarnir í Niðurlondum eru
farnir at herða reglarnar
aftur fyri at koma hesum
slagi av ferðavinnu til lívs.
Pál Weihe sigur, at hann
dugur altso ikki at ímynda
sær, at tað skuldi hent, at vit
komu hartil, at rúsevni verða
lóglig og evnini rein, og at
heilsuvandin er tað einasta,
fólk skulu hugsa um.
– Men rúsevni verða ikki
minni skaðilig fyri tað um tey
verða lóglig og tí má undir
ongum umstøðum slakast í
ávaringunum ímóti teimum.
Økir neyvan um
nýtsluna
Hinvegin er Pál Weihe ikki
sannførdur um, at verða rús
evni lóglig, fer tað at føra til
at nýtslan økist.
– Sum støðan er nú, har
rúsevni eru ólóglig, hevur
tað ført til eitt ómetaliga
stórt peningaligt trýst á allar
partar.
– Tað er væl trúligt, at
nettupp tað kann elva til
eina størri nýtslu, tí rúsevna
seljarar standa á hvørjum
gøtuhorni
og
uttanfyri
skúlagarðar og í dansihølum
og royna at selja rúsevni til
einhvønn, ið kemur framvið,
eisini børn og ung.
– Verða handilsligu áhuga
málini tikin burtur úr rús
evnunum, kann eg væl hugsa
mær, at tað í øllum førum
ikki hevði økt um nýtsluna.
– Verður narkotika lógligt
og selt undir skipaðum við
urskiftum, kann tað taka
handilsligu
áhugamálini
burtur, tí í sær sjálvum eru
rúsevni ikki serliga dýr evni,
skulu vit bara hugsa um
framleiðslukostnaðin.
Pál Weihe sigur, at í Keyp
mannahavn hava tey serligar
viðgerðarstovur, har narko
manar kunnu fáa síni evni og
fáa trygd fyri, at talan er um
rein evni og reinar sproytur.
Tað er fyri at teir skulu
sleppa undan at brúka skitn
ar sproytur, við vanda fyri at
verða smittaðir við alskyns
sjúkum.
Tað er eisini fyri, at mis
nýtararnir skulu sleppa und
an at keypa rúsevni uttan at
teir í veruleikanum ikki hava
minstu hóming av, hvat er í
teimum.
– Men eg haldi ikki, at
vit hava teir stóru trupul
leikarnar av sproytunarko
manum í Føroyum, leggur
hann afturat.
LÓGLIG RÚSEVNI Eg skilji væl tankan um at gera rúsevni lóglig, men eg
haldi ikki, at tað ber til, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Ein fløktur
spurningur
– Hetta er ein øgiliga
fløktur og samansettur
spurningur.
Tað
ásannar
Karin
Kjølbro, leiðari á Krimi
nalforsorgini, tá ið hon
verður spurd um, vit skulu
gera rúsevni lóglig.
– Eg haldi ikki at tað er
nakað eintýðugt svar.
Tað var Carl August
Arge, rúsevnaráðgevari,
sum reisti spurningin al
ment á Rás2 í síðstu viku
og hann helt, at rúsevni
eiga at vera lóglig.
– Hetta er ein rættiliga
víðgongd
støða,
sigur
Karin Kjølbro, sum tó
ger vart við, at hon hev
ur stóra virðing fyri Carl
August Arge sum hon
kallar ein ógvuliga dugna
ligan ráðgevara við drúgv
um royndum á økinum
– Tað skerst ikki burtur,
at tað rúsevni elva til ovu
rstóran kriminalitet.
Og tað er ikki ókent, at
tað er nettupp í fongslum,
at fólk verða bundin av
rúsevnum.
– Men tað er altso ikki
uttan grund, at tað er rús
evni eru bannað.
Annars vísir hon, at
rúsevni eru ikki heilt
bannað, tí tað er lógligt at
viðgera misnýtarar við t.d.
Metadon og tað var ikki
loyvt fyrr.
Nú er eisini viðgerð
í flest øllum donskum
fongslum og fyribils tykist
tað at bera góða frukt.
Men rúsevni eru sera
vandamikil og at misnýt
arar seta seg sjálvan í so
stóran heilsuvanda, vísir,
hvussu stór trongdin og
tað er ein veruleiki, at tey,
sum eru bundin av teim
um, gera næstan, hvat tað
skal vera, fyri at fáa aftur
á tí.
Tað er ringt at sigs,
hvussu umfstandi trupul
leikin er í Føroyum.
– Men eg má viðganga,
at vit verða mangan illa
við, tá misnýtarar fortelja,
hvussu lætt tað er at fáa
fatur á rúsevnum.
– Men tað kortini eitt,
misnýtarar aldrin fortelja
og tað er, hvaðani tey
fáa evnini, sigur Karin
Kjølbro.