Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri Simonsen Síðstu mongu árini hava vit í Føroyum ikki kent til annað enn, at tey sum hava lisið til lækna eru antin farin til Keypmannahavnar ella til Århus fyri at fara undir læknalesturin. Tað er framvegis so, at mong leita sær til Keypmannahavnar og Århus, men seinastu árini hava føroyingar leita sær aðrar vegir, fyri at fáa eina læknaútbúgving. Og farna leygardag varð so føroysk lestrarsøga skrivað, tí tá fekk Mary Højgaard Han­sen av Toftum sítt medi­ sinska kandidatsprógv á Pomeranian Medical Uni­ versi­ty, sum er eitt ensktmælt universitet. Mary Højgaard Hansen er fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur lokið læknaprógv í Póllandi. 18 aðrir føroyingar Fyri seks árum síðani gjørdist Mary Højgaard Hansen tann fyrsti føroyingurin, sum fór at lesa til lækna á Pomeranian Medical University í Stettin. Umframt Mary Højgaard Hansen lesa 18 aðrir før­oy­ ingar á Pomeranian Medi­ cal University. Fleiri fara at leggjast aftrat í sep­temb­er, og tá verða tað eisini før­oy­ ingar, sum fara undir tann­ lækna­lestur á Pomeranian Medical University. Holger Arnbjerg frá Al­ tjóða Skrivstovuni hjá Fróð­ skaparsetri Føroya greiður frá, at enn hevur hann ikki upplivað nakran føroyskan lesandi á Pomeranian Medi­ cal University, sum er givin við lestrinum, og tað boðar sanniliga frá góðum. Ætlaði upprunaliga at fara til Danmarkar Upprunaliga ætlaði Mary Høj­ gaard Hansen at fylgja slóð­ ini hjá hinum føroy­ing­unum, sum hava lisið til lækna: – Eg ætlaði at lesa í Dan­ mark, men eg visti sum varð, at prógvið ikki hevði eitt nóg høgt miðaltal. Tí setti eg meg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Har greiddi Holger Arnbjerg frá, at Pólland varð rættiliga væl umtókt millum skandinavar, sum vildu lesa til lækna. Serliga vóru tað svenskarar og norðmenn sum leitaðu sær til Póllands at lesa til lækna. Og eg valdi so at søkja, og slapp inn, greiðir Mary Højgaard Hansen frá í telefonini úr Póllandi. Ùtbúgvingin hevur tikið seks ár. Tað eru nógvar roynd­ir gjøgnum eitt skúla­ ár. Triðja lestrarárið hevði Mary samanlagt 80 royndir, sum hon mátti ígjøgnum áðrenn hon slapp til próv­ tøku. – teimum dámar væl at kontrolera, at tú fylgir við og lesur uppá, staðfestir toftakvinnan. Øll frálæran gongur fyri seg á enskum. Tey lesandi læra tó so frægt av pólskum, at tey kunnu klára tað mest neyðturviliga samskiftið við póllendingar. Útbúgvingarnar eru rættiliga líkar Spurd um ein læknaút­búgv­ ing, sum er tikin í Danmark ikki er á hægri støði, svarar Mary: – Hatta hoyrir ein ofta. Tað er sjálvandi ringt hjá mær at samanbera, tí eg havi ikki lisið í Danmark. Men eg havi tosað við praktikantar, sum hava lisið í Danmark, so vísir tað seg, at útbúgvingarnar á mangan hátt eru rættiliga líkar. Sjálv rokni eg við, at tað eru fyrimunir og vansar við báðum. Ein vansi hjá okkum kann so verða, at sjúklingakontaktin er ikki heilt tann sama hjá einum, sum hevur lisið í Póllandi. Har kunnu tey sum lesa í Danmark jú tosa beinleiðis við sjúklingarnar. – Men tað er so nakað, sum eg bara má arbeiða harðari við, slær Mary Højgaard Hansen fast. Unga toftakvinnan fer nú til Ålesund í Noregi at gera sær sínar fyrstu arbeiðs­ royndir sum nýútbúgvin lækni. Mary fekk lækna­ prógv í Póllandi nøvn Mánadagin kl. 15.00 er ókeypis konsert við kamartrio í Norðurlandahúsinum Monika Stauss Joensen (violin), Ken Jones (trumpet) og Birgitte Schnakenburg (klaver) spæla Sunnudagin verður konsert við Aldubáruni í Steinprenti í Havn. Tey spæla tónleik eftir millum annað Piazolla, Blak, Shen og Mignone. Kári Sverrisson, Lyon og Lisa í Dali í Tøting Leygarkvøldið 7. juli, verð­ ur aftur ein sera áhuga­verd kon­sert í Tøt­ing, hetta er sein­asta til­takið hjá Grót áðr­enn G! Festi­valin. Kári Sverrisson kemur at spæla við bólki. Bólkurin ið Kári hevur afturat sær, eru tónleikarnir úr Bend­ um Spónum, so hetta verður ein sera áhuga­verd samanseting, og spenn­ andi verður at hoyra, hvat hendan samansetingin av tónleikarum kann hála úr hattinum. Ungi Gøtumaðurin Lyon, kemur eisini á pall við sínum egna beinrakna, inniliga, stund­um ganda­ kenda og stund­um eks­ peri­menterandi hug­lagi og tónleiki. Sum óskriva blað, vann Lisa í Dali føroysku singer/ songwriter kappingina í fjør sannførandi. Lisa stóð stutt eftir hetta á palli á G! Festi­valinum 2011. Lisa í Dali ferð at hug­taka áhoyrarnar í Tøt­ing leygarkvøldið við síni vøkru rødd og sterku út­stráling. Konsertin verður kl. 20.00, leygarkvøldið 7. juli í Tøting í Syðrugøtu. Í gjár lat upp lista­fram­ sýning hjá Dugna. Tað eru Frívør Ellefsen og Birgit Nattestad Olsen, báðar úr Miðvági sum sýna fram teirra málningar. Frívør finnur sín íblástur í litum og formum og Birgit í samspælinum millum ljósi og litir, hetta serliga í náttúr­uni . Framsýning hjá Dugna Eitt vaksandi tal av før­oy­ingum lesur til lækna í Póllandi. Í farnu viku gjørdist Mary Højgaard Hansen av Toftum fyrstu føroyingurin, sum hevur lokið læknaprógv í Póllandi. 18 aðrir føroyingar eru í holt við sama lestur. Mynd: Holger Arnbjerg