Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Danski rasarakoyrarin Tom Kristensen verður leygardagin 45 ár. Hann hevur átta ferðir vunnið Le Mans kappkoyringina. Leygardagin 7. juli fyllir Petur Simonsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum, 65 ár. Osvald var føddur í Sumba í 1923, har hann eisini vaks upp. Sum heilt ungur fór hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív hansara full­komiliga, og hann gjørdist eitt livandi vitni fyri Harran og um frelsandi náði Hansara frá fyrsta degi. Osvald varð doyptur á hvítusunnu í 1943 í Ósanum inni í Trongisvági, 20 ára gam­al, sjálvur fimti og vildi á henda hátt vísa, at hann hoyrdi Harranum til. Hann tos­aði ofta um hesa tíðina suðuri á Tvøroyri, sum eina lívg­anar- og vakningartíð frá Harranum, har Harrin virkaði á ein serstakan hátt, og lívsins heilagu kreftir vóru útloystar til signingar og frelsu, navni Harrans fyrst og fremst til heiðurs og æru, sum eina sømir seg. Hann hevur síðani 1950 búð uttan slit í Havn, sama árið sum Judith og hann giftust og settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu. Í Havn var hann ein sermerkt býarmynd, altíð til gongu, á møti, av møti, ørindi í býnum, út á Landssjúkrahúsið at vitja fólk, og hvat tað enn kundi vera. Osvald byrjaði í 1955 at virka sum heilsølumaður í kjallarahæddini í húsum sínum, seldi skógvar, harra­ undirklæði, tógv, leikur og ann­að. Hetta bleiv langa lívs­starv hansara, sum hann røkti til lítar í útvið 40 ár, ar­ beiðs­samur uttan nakran­tíð at gerast verðs­ligur, tí hann gjørdi alt sum fyri Harran og ikki fyri menniskju. Tað er undurfult og stórt at vera varðveittur soleiðis í Harr­ an­um. Minnini eru mong, rík og góð eg havi eftir Osvald bróður. Alt eg kann minnast, havi eg kent hann. Byrj­ anin var í Fuglafirði sum smá­drongur og síðani upp gjøg­num árini. Tað vóru sannar há­tíðar­løtur, tá ið hann kom norður til okk­ ara í Fuglafirði sum selj­andi heilsølumaður og prædiku- maður, væl hýrdur, blíður og hittinorðaður. Løturnar í heimi hans­ ara í Havn saman við konu hansara Judith og døtrun­ um - og ofta mongum møti­ gestum - eru signaðar og lívg­andi at minnast afturá ígjøgnum so mong ár. Sam­ talað varð um Guds orð og eisini tað, sum hoyrir til dagin og vegin, sum sagt verð­ur. Eitt heilt serligt við hesum løtum er at minnast aftur á signaðu borðbønir hansara, har hann úthelti hjarta sítt fyri ásjón Harrans í ákallan, bøn og tøkk. Hann var ein Guds merkis­maður, ein andaligur vegleiðari og ein faðir anda­ liga sæð fyri meg, sum hann var fyri so mong onnur. Minnið um Osvald bróður, hirðan fyri Guds fólki og evangeliumsboðaran, sum setti góð spor eftir seg allar vegir, veri ærað. Vit eru mong, sum takka Harranum fyri tænara Hansara og biðja Harran um at styrkja og troysta tey, sum stóðu honum nær í holdinum, Judith, døt­ urnar og øll teirra. Sólsettum fjøllum yvir fara ein dag skal eg Jesusi hjá at verða, Honum, sum elskar meg. Niðurlag: Sólsettum fjøllum yvir Himmalin bíðar mær. Sólsettum fjøllum yvir, Frelsaran skoði eg har. Stríðið tá alt er endað, horvin hvør skuggi er. Gloymd verður sorg og stúran, á, hvør ein undurfull ferð. Jóannes Ismarsson Joensen Minningarorð um Osvald Kjærbo, Tórshavn 21. mars 1923 – 28. mai 2012 20. juni fingu Palma Djurhuus og Birgir av Steinum, Kollafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4420 gr. 20. juni fingu Sunnivá og Dan Andreasen, Nes, ein son. Hann vigaði 4450 gr og var 56 cm langur. 21. juni fingu Súsanna Maria Hansen og Andrias Lava Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3260 gr. 4. juli fingu Durita Johansen og Rani Slættanes, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4310 gr og 55 cm langur. Fríggjadagin 22. juni 2012 fekk Sylvia Vár ein fittan lítlabeiggja. Hann var 50 cm langur og vigaði 2950 gram. Mamma og babba eita Vanja K. Davidsen og Hjarnar Gudmundsen og búgva í Sandavági Føðingar Ólavsøkukórið 2012 Tíðindaskriv frá Kórsamband Føroya Aftur í ár fer væntiliga eitt stórt kór at seta dám á løtuna, tá skrúðgongan ólavsøkudag kemur úr kirkju og niðan á tinghúsøkið. Kórleiðari á Tinghús­vøll­ in­um verður aftur eins og seinasta ár Leif Hansen; men kórhugnaløtuni á Tinganesi aftaná, sum eisini er vorðin siðvenja, tekur Ólavur Hátún sær av. Ein og hvør, sum hevur sanghug og mál, er væl- komin at verða við til hend­ an kórsang á landsins tjóðar­ degi. Venjingarnar verða á Før­ oya Læraraskúla, og tíðirnar verða hesar: Týskvøldið 10. juli kl. 19.00 Sunnudagin 15. juli kl. 15.00 Sunnudagin 22. juli kl. 15.00 og Hóskvøldið 26. juli kl. 19.00