fríggjadagur 6. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin tann 7. juli verð
ur havnarmaðurin, Jógvan
Telling Joensen 65 ár. Hann
er føddur tann 7/7 í 1947, og
hann er sonur Eigil Joensen
úr Vági og Maju Joensen úr
Tórshavn. Navnið Telling
hevur hann eftir abbanum í
móðurætt, Gerhardi Telling,
sum var dani og giftist
Jóhannu í Reynagarði, og
høvdu tey Tellings Vaskeri
í Tórsgøtu. Jógvan Telling
hevur eina yngri systur,
Hannu Joensen, sum er bú-
sitandi niðri.
Jógvan Telling byrjaði
at spæla tónleik av álvara
sum tannáringur miðskeiðis
í 60’unum, og hann fekk
stuðul heimanífrá til sítt
virksemi, har var klaver í
húsinum, og hann fekk sín
fyrsta gittara frá mammu
síni, og unglingarnir vandu í
tíðarskeiðum heima í stovuni
hjá Maju. Hann spældi í
bólkunum King Bees við
m.a. Finnboga Johannesen
og Cream Crackers við m.a.
Birgari Johannesen. Jógvan
Telling spældi sologuitar og
orgul í hesum seinna bólk
inum.
Eftir
lidnan
studenta
skúla flutti hann til Keyp-
mannahavnar
í
68.
Her
kom hann skjótt upp í før
oyska húsorkestrið í Pæsa
stovu, har manningin taldi
m.a. Jógvan Dahl og Kára
Mouritsen. Í 1969-70 verður
í Keypmannahavn tikið stig
til at spæla inn og geva út
tættir úr teimum studenta
kabarettunum, sum høvdu
verið í Sjónleikarahúsinum.
Her komu tvær EP’ir út,
á tí fyrru m.a. “Sektus og
Sekterius” og á tí seinnu
sangirnir “Tinganes”, “Gamla
Dimma”, “Lisa” og “Alment
starv”. Annika Hoydal tók
lut saman við áðurnevndu
persónum á hesum upptøk
um, og hesi komu at mynda
tónleikabólkin
Harkalið
ið, sum hevur havt so stóra
ávirkan á føroyskan rútmisk
an tónleik. Teirra LP-útgáva
frá 1971 var ávirkað av fólka
tónleiki og rákinum frá tí
tíðarskeiðnum, og hon fevndi
um m.a. nýtulkingar av før
oyskum vísum. Harkaliðið
var ein virkin tónleikabólkur
í Danmark í 70’unum, og
hann tók lut í fleiri donskum
sjónvarpssendingum, har eitt
hæddarpunkt var luttøkan
við Anniku Hoydal í tí
Danska Melodi Grand Prix-
num í 1979 við “Alduni” við
teksti eftir Gunnari Hoydal
og lagnum hjá Anniku Hoy
dal. Síðani góvust tey at
spæla saman, og tey byrjaðu
ikki aftur fyrrenn summarið
1988, tá tey savnaðust aftur
til 3. konsertir í Norðurlanda
húsinum.
Jógvan Telling og Annika
Hoydal góvu í 1977 út Lp’ina
“Annika og Jógvan”, har m.a.
sangirnir “Beinta” og “Tá
babba kemur heim” eru at
hoyra.
Jógvan gav út tvær singul
plátur við 4 løgum á hvørjari
í 70’unum, har m.a. sangurin
“Skiparin Lítli” gjørdust ein
landaplága og var fastur
táttur
í
kvøðuljómunum
í mong ár. Kendasta lagið
hjá Jógvani er helst lagið til
yrkingina hjá Hans Andriasi
Djurhuus “Meg minnist eina
mynd”, sum hann longu
skrivaði lag til, tá hann var
fyrst í 20’unum.
Hann gav eisini nógv ann
að út m.a. “Jógvan í Kátuvík”
og “Jógvan og Lív”, saman
við Lív Berglind (f. Dam).
Eisini luttók hann í 1972 á
EP’ini
“Manningin”,
sum
m.a. hevði lagið “Mær dámar
bjór og brennivín” við Hera
Kragesten,
Finnboga
Jo
hannesen, Birgari Johannes
sen. Hetta er bara ein brot
partur av teimum útgávum,
sum hann hevur luttikið á.
Í 1985 var Jógvan Telling
liðugur við tónleikaútbúgving
sína við universitetið í Keyp
mannahavn. Í eitt tíðarskeið
eftir hetta sigldi hann sum
tónleikari á marglætisferða
mannaskipum á Donau og
í Miðjarðarhavinum. Í 1986
flutti hann aftur til Før
oyar og starvaðist á Føroya
Læraraskúla og á Háskúl
anum, Musikkskúlanum og
eitt styttri tíðarskeið í Hoy
dølum. Hann hevur stjórn
að ymiskum kórum m.a.
Glymur í 5 ár, Háskúlakórin
um, Barnakórinum á musikk
skúlanum og Kaggakórinum.
Hann starvaðist eisini í
70’unum og 80’unum hjá
Útvarpi Føroya og hevði
tónleikasendingar og V4-
sendingar.
Í 1989 gav Harkaliðið út
“Harkaliðið - for sale”, sum
fekk nógva umrøðu, m.a.
tí fútabann var sett ímóti
einum sangi á fløguni. Í 1990
kom so fløgan út aftur, nú
nevnd “Mjólkavegurin”, við
tí
innihaldsligu
broyting
í mun til fyrru fløguna, at
lagið, sum fekk fútabann, var
skift út við eitt annað lag. Í
1991 kom enn ein útgáva við
Harkaliðnum út “Nýtt og
grovt gamalt” við eldri og
nýggjari tilfari.
Bólkurin helt fram við
konsertum fram til á váríð
1993, tá Jógvan Telling fekk
ein blóðtøpp í heilan. Síðani
tá hevur Jógvan ikki havt
møguleika at fáast nógv við
tónleikin. Tey seinastu árini
hevur hann lagt á annan
bógv og fæst nú nógv við
m.a. at mála málningar o.a.
fyri at stytta sær stundir.
Jógvan Telling hevur ver
ið ein av undangongumonn
unum innan føroyskan rút
miskan tónleik, við m.a.
nýskapandi útsetingum av
løgum úr kvæða- og vísu
mentan okkara, við m.a. at
seta nýggjari ljóðføri til hesi
aldargomlu løgini. Jógvan
hevur eisini megnað í sínum
lagasmíði at gera løg, sum eru
einkul, men hava megnað at
fangað áhoyraran og fest seg
í minnið á lurtarum í fleiri
áratíggju. Hann hevur verið
ein av teimum virknastu
føroysku
tónleikarunum
bæði í 70’unum og 80’unum,
og tónleikurin hevur verið
fjølbroyttur og fevnur um
nýskapan, skemt, kærleika,
barnasangir og eisini meiri
provokerandi sangir. Hann
hevur sett tónleik til yrk
ingar hjá nógvum ymiskum
yrkjarum, men hann hevur
eisini skrivað ein stóran part
av yrkingunum til sín tónleik
sjálvur m.a. yrkingarnar til
“Eg varnist okkurt vakurt”
og “Eg haldi at eg livi”.
Hansara frálíku evni innan
sangskriving
fevna
víða,
frá tí ótrúliga vælskrivaða
lagnum “Meg minnist eina
mynd” til teir vøkru barna-
sangirnar “Skiparin lítli” og
“Katrin býr við strondina” til
teir skemtiligaru sangirnar
“Eg skuldi verið Cowboy” og
“Hon fór suður við Smyrli”,
og sjálvandi og ikki minst til
tónleikin, sum hann var við
til at skapa saman við hinum
í Harkaliðnum.
Eg vil hervið ynskja tón
leikaranum, lagasmiðinum,
yrkjaranum, listamanninum,
troubadourinum og provo
katørinum, Jógvani Telling
Joensen, hjartaliga til lukku
við 65 ára føðingardegnum.
Hans Olivur Joensen
nøvn
Leygarkvøldið kl. 19.30 hevur Uni
Debess útgávukonsert í Norðurlanda
húsinum í Havn. Serligir gestir verða
Sámal Ravnsfjall og Niels Galán.
Leygardagin er Barnafestivalur í
Grasagarði í Havn. Festivalurin,
har eitt nú X Factor Line
luttekur, byrjar kl. 11.00
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum gjørdu
okkum gullbrúdleypsdagin góðan og
hugnaligan.
Tøkk til børn, verdøtur, barnabørn og
onnur, sum hjálptu, og til øll tykkum,
sum hátíðarhildu dagin saman við kkum.
Harrin signi tykkum øll
Gunnvør og Jefri
Tónleikarin og tónasmiðurin
Jógvan Telling 65 ár