fríggjadagur 6. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
klumma
Fámará festið
Onkur hevur sagt, at tað er eitt
sindur møðsamt ikki at kunna
fara á Facebook í løtuni uttan
at skula blíva teppibumbaður
við greinum, viðmerkingum og
áheitanum um eitt festi, sum fá
ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur.
Viðkomandi helt, at hatta er jú
ikki meira enn eitt festi, sum so
mong onnur í Føroyum. Men er
tað nú tað?
Eg svaraði aftur, at eg haldi ikki
rættiliga, at til ber at siga, at
Fámará "bara" er eitt festi sum øll
onnur. Tað var tað helst, áðrenn
Johan og Rakul fluttu inn, men
ikki longur. Nú, tá Johan og Rakul
hava bjóðað til at gera gagn fyri
samfelagið burtur úr festinum og
hava "hype'að" tað upp - her meini
eg bæði pussað tað upp við máling
og øðrum, umframt gjørt festið
kent í almenninginum gjøgnum
Radio Fámará, hevur festið fingið
ein annan týdning í eygunum á
fólki.
Vit tosa um immateriell virði,
og har hevur Fámará fingið ein
serligan týdning. Tað gerst til eitt
symbol. Har hendir nakað í Suðri,
sum Jóhan og Rakul eru talsfólk
fyri – tað hevur appell til fólkið,
tí tað gevur øðrum onkusvegna
vón um, at okkurt spennandi
hendir her á landi, sum ger tað
stuttligari og meira áhugavert at
liva her í Føroyum. Langt er jú
millum glottarnar, so tað fellir eitt
turt stað. Eg haldi ikki, at ein skal
undirmeta týdningin av tí.
Hin persónurin helt seg tó
ikki undirmeta týdningin av
nøkrum festi í Føroyum - heldur
ikki Fámará. Hann helt bara,
at málið fullkomuliga er farið
út av proportiónum við øllum
dekninginum. Hann saknaði, at
vit sum borgarar fáa meira at
vita enn bert "Gevið Rakul og
Johan Fámará aftur", sum tykist
vera niðurlagið við tunnum
grundgevingum. Hann saknaði
próvgrundir í málinum, sum geva
honum og almenninginum nokk
av vitan og innliti, sum kann
perspektivera og lýsa málið á
fullgóðan hátt, so fólk í minsta
lagi kunnu vita og taka eina
støðu. Hann helt, málið hevur
fingið so nógva umrøðu í føroyska
miðlalandslagnum (og ikki minst
Facebook), at hann var um at
troyttast av tí. Hann helt, at málið
- sæð í einum samfelagsligum
perspektivi - ikki er so stórt, at
tað rættvísger ta ovurhondsstóru
umrøðuna, málið hevur fingið - og
framvegis sær út til at fáa.
Á ein hátt skilji eg hetta
sjónarmiðið. Men við nærri
eftirtanka, so má eg spyrja: Er
tað nú so nógv galið í tí, at hetta
málið fyllir? Hví er tað galið, um
so er? Tí hvat hevur týdning -
sæð frá einum samfelagsligum
perspektivi? Er tað ikki tað,
sum fólk velja at leggja týdning
í? Kanska kundi ein spurt seg
sjálva/n, hvussu tað ber til, at
fólk lata hetta fylla so nógv?
Kann tað vera, at málið hevur
fingið eitt symbolskt virði, sum
umboðar okkurt meira - okkurt
djúpriliggjandi, sum hevur ein
prinsipiellan týdning fyri nógv
fólk?
Hví samkenna so nógv seg við
Johan og Rakul? Umboða Johan
og Rakul og frustratiónin hjá
teimum báðum kanska eisini
frustratiónina hjá so mongum
øðrum her í samfelagnum,
sum kundu hugsað sær, at
samfelagið var rúmligari fyri
nýhugsan og øðrvísi mátum
at gera tingini, men sum bara
kenna, at myndugleikar leggja
seg í vegin og gera alt meira ella
minni ógjørligt at gjøgnumføra?
Kanska eru rættiliga nógv fólk
evindaliga troytt av, at nýggjar
stigtakanir verða køvdar og
drukna í reglum og ásetingum,
sum meinigi maðurin einki høpi
sær í. Er samfelagið vorðið alt ov
stívrent? Er tað eitt rúmligari,
meira smidligt samfelag, vit ynskja
okkum? Við størri persónligum
frælsi? Tað eru áhugaverdir
spurningar, sum í mínari verð
hava alstóran samfelagsligan
týdning at tosa um.
Eg ivist í, um nakar finst, sum
hevur so nógva 'vitan' um ella
'innlit' í hetta spesifikka mál, at
tey kunnu perspektivera og lýsa
málið á 'fullgóðan' hátt - tí hvat
er tað, at "lýsa málið á fullgóðan
hátt"? Týdningurin av málinum
liggur uttan iva mest í "the eyes of
the beholder". Tað eru fólk sjálvi,
sum tulka og leggja ein týdning í
hetta - sínar kenslur, sínar vónir,
sín frælsishug kanska – ikki so
nógv Johan og Rakul sjálvi.
Tey bæði hava bara gjørt tað, tey
hava hug til, og tey hava dugað
væl at miðla, hvussu tey liva lívið
í Fámará, til almenningin á ein
nokkso sjarmerandi hátt, sum fólk
onkusvegna kenna seg aftur í.
Johan og Rakul útliva ein dreym,
onnur kanska bara hava spælt sær
við í hugflognum, og tað hugtekur
okkum. Og so fer "hype-maskinan"
á rull heilt av sær sjálvari. Fólk í
stórum tali fáa hug at seta orð á, at
tey taka undir við tí, sum Johan og
Rakul gera í Fámará, tí teirra søk
onkusvegna talar til hjartað.
Tá so er, skulu ikki so nógvar
próvgrundir til, tí tað hevur
kanska ikki so nógv við skilvísi
at gera. Men er tað ikki í ordan?
Alt kann ikki kókast niður til
reinan logikk. Summatíðir vilja
vit bara hava, at Dávid vinnur á
Goliath - ella at nøkur øðrvísi fólk
skulu hava loyvi og frælsi til at
liva sítt øðrvísi lív, sum tey vilja,
tí tað gevur okkum øðrum eina
vón um, at um tey vinna, so kunnu
vit onnur kanska eisini sleppa at
útliva okkara dreymar...
Hví fyllir Fámará málið so
nógv í hugaheiminum hjá fólki?
eftir
Elin Brimheim
Heinesen
Eiga at finna nýtt øki til kamping!
Kampingplássið
úti
Við
Strond er gamalt. Nøkur
lunda skipað virksemi kom
har fyri meira enn 30 árum
síðan, og tá varð gjørt vesi og
baðirúm í tveimum skúrum
hjá Guttesen og Staksberg.
Seinni er bygdur ein skúrur
aftrat, sum partvíst er til
konufólk, og partvíst er til
matgerð og matstovu.
Hesir skúrar eru alt ann
að enn tíðarhóskandi, og
hóast roynt hevur verið at
halda teir við líka, so krevja
teir stórar umvælingar ella
útskifting. Standurin er so
vánaligur, at útlendsk vitj
andi beinanvegin gera vart
við sína misnøgd.
Nýliga er tað hent, at býar
arkitekturin hevur latið gera
tekningar av einum bygn
ingi, sum eftir ætlan verður
staðsettur á sama øki sum
verandi. Annað arbeiði, t.d.
nýggjur rottangi, skal eisini
gerast.
Málið var fyri á seinasta
fíggjarnevndarfundi,
har
samtykt varð av játta hálva
aðru miljón til nýggja skúrin
og kloakkeringina. Eg var
ímóti hesum, tí eg meti í
fyrsta lagi, at hetta als ikki er
rætta staðið til kamping, at
ábøturnar bara verða gjørdar
tí tað er valár, og í triðja lagi,
at nógv betur egnað øki eru í
kommununi.
Eg skeyt tí ístaðin upp, at
vit fóru í holt við at finna eitt
nýtt stað til hetta virksemið.
Til dømis er eitt vælegnað
stað uppi við Hotel Føroyar,
sum tosað hevur verið um
áður.
Eg setti tí fleiri ferðir
fyrispurning í fíggjarnevnd
ini, um valda loysnin nú var
tann rætta. Men eg haldi
valfepurin er byrjaður - og
hetta var lætta og skjóta
loysnin, tí nú torir mann
ikki at hugsa um langtíðar
loysnir.
Eg eri avgjørdur um,
at vit sum skjótast eiga at
staðseta eitt nýtt øki til
kamping, og fari tí at skjóta
upp, at vit beinanvegin fara
undir at finna eina góða
framtíðarloysn.
Bogi
Andreasen
varaborgarstjóri
kjak
Eg eri avgjørdur
um, at vit sum
skjótast eiga
at staðseta
eitt nýtt øki
til kamping
Summatíðir vilja vit bara hava, at Dávid vinnur á
Goliath - ella at nøkur øðrvísi fólk skulu hava loyvi
og frælsi til at liva sítt øðrvísi lív, sum tey vilja