Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bussleiðin – stóran týdning fyri kommununa Sambandsmaðurin í bý­ ráð­num, ella minnilutin í minni­lutanum, ger sær dælt í fjøl­miðl­unum um dag­arnar av, at vinn­arin av høv­uðs­vinninginum í lýs­ ingar­átakinum fyri Buss­ leiðina, hevur sett vinningin á sølu­lista. Hetta er eitt grovt álop á frælsi hins ein­ staka. Ein og hvør vinnari hevur sítt fría frælsi til at selja vinningin ella gera við hann, akkurát sum honum listir. Javnan eru bæði flog­ seðl­ar, uttanlandsferðir, at­ gongumerkir o.a. vinningar at síggja á sølulistum. Sam­ bands­maðurin, ið er sam­ bygdar­maður mín, átti eisini at minst afturá, tá ið vit høvdu basar og aðra innsamling fyri sóknarkirkjuna í Kirkju­bø heilt aftur í 1966, har høv­ uðs­vinningurin var ein Ford Taunus, sí hjálagda lutaseðil. Vinnarin hevði ikki brúk fyri Fordinum, og seldi hann tí­ skil, sum vituligt var. Eisini kallar sambands­ maðurin lýsingarátakið fyri Bussleiðina fyri eina jubii- jubii ørvitiskampanju. Eftir øllum at døma trýr sam­ bands­maðurin ikki uppá eina Bussleið við ongum ferða­ seðlum, har tann ferðandi frítt kann stíga inn í bussin uttan at skula hava taldan pening uppi á sær. Nei, hesum heldur sambandsmaðurin hánt um, hóast at nógv bend­ ir á, at hetta er nakað, sum heimurin uttanum okkum trýr uppá er tann rætta leiðin er at ganga. Nýggja Bussleiðin fór av bakkastokki fyri knøpp­um ári síðani, við 14 spildur­ nýggj­um bussum og einum lýsing­arátaki. Samstundis varð ætlan løgd fyri at seinna lýsingarátkið skuldi vera í vár. Endamálið er og verður alla tíðina at fáa fleiri og fleiri at koyra við bussunum. Og við nýggju tøknini, eini sjálvvirkandi ferðafólkateljuskipan, ið telur eftir hvørja fer onkur fer út úr bussinum og onkur kemur inn í bussin, fer at bera til at fáa eina enn betri Bussleið, sum tænir fólkinum best. Skipanin fer at geva neyv hagtøl, og hon leggur sostatt støði undir og gevur møguleikan at gera tey røttu inntrivini fyri at økja um nyttuvirðið av Bussleiðini. Endamálið við eini Bussleið uttan ferðaseðlar Endamálið við ókeypis busskoyring, ella eini Bussleið uttan ferðaseðlar, er at økja um nýtsluna av bussunum og samstundis at flyta nakað av privatbilferðsluni yvir á kollektivu ferðsluna. Eisini er endamálið at ala børnini upp til á ein natúr­ligan hátt at brúka buss­arnar, heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðarvirksemi o. ø. í privatbili. Eitt annað týdningarmikið sjónarmið er, at færri tal av bilum soleiðis verður í bý­ num, sum somuleiðis bøtir um parkerings møgu­leik­ar­ nar. Danski stovnurin Tekno­ logirådet hevur eisini við­ gjørt spurningin um ókeypis býarbussar í drúgvu frágreið­ ingini “Gratis offentlig trans­ port”, har sagt verður m.a.: “Tað er breið semja ímill­ um sakkøn um, at sam­felags­ búskapar­ligir fyr­i­mun­ir eru at heinta við at flyta privat­ bilismu yvir á al­menna ferðslu. Hildið veður, at sam­ felagið í síni heild vil vinna við at gera almennu ferðsluna ókeypis. Ikki við beinleiðis avlopi, men útfrá eini heild­ arætlan og eini langtíðar sam­felagsbúskaparligari meting, har tann vantandi ferða­seðlainntøkan kann verða vigað upp við færri ú­treiðslum á øðrum økjum.” Kanning av Bussleiðini Kanning sum er gjørd av Bussleiðini sigur m.a. at, saml­aða ferðafólkatalið er hækkað. Royndirnar vísa, at við fleiri leiðum, verður ferðafólkatalið nógv økt, tí tænastan sum heild verður betrað. At tey, sum vinna minst pening, koyra mest buss, undrar kanska ikki so nógv. Men í kanningini er eisini áhugavert at síggja, hvussu javnt tað er millum teir næstu tveir inntøkubólkarnar. Her síggjast tí týðiligir vakstrar­ møguleikar fyri alt sam­ felagið. Kanningin vísti somuleiðis á, at eitt átak, ið hevði til endamáls at upplýsa fólkum, hvussu ”dýrt” tað er at brúka bilin, kundi broytt hugburðin, soleiðis at enn fleiri fóru at nýta Bussleiðini. S a m b a n d s m a ð u r i n , minni­lutin í minnilutanum, heldur hánt um Bussleiðina, og tað verður tí ikki við hans­ ara stuðli, at vit fáa eina betri Bussleið í Tórshavnar kommunu. Ei heldur er tað gingið upp fyri honum, hvussu ómetaliga stóran týdning Bussleiðin í veru­ leikanum hevur fyri komm­ ununa – menna vit hana rætt, kann hon við tíðini gerast ein lívæðr í kommununi. Sjálv eri eg serstakliga errin av Bussleiðini, tí tað fall í mín lut, sum forkvinna í teknisku nevnd í 2006, at reisa málið í sambandi við endurskoðanina av Buss­ leiðini. Og fari eg fram­hald­ andi at arbeiða fyri eini enn betri Bussleið í Tórshavnar kommunu. Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi Býráðslimur í Tórs­ havnar býráðið forkvinna í teknisku nevnd kjak Sam­bands­mað­urin, ið er sam­bygdar­maður mín, átti eisini at minst afturá, tá ið vit høvdu basar og aðra inn­ samling fyri sóknar­ kirkjuna í Kirkju­bø heilt aftur í 1966, har høv­uðs­vinningurin var ein Ford Taunus Royndarfiskiskapur eftir makreli í Irmingarhavinum Í síðstu viku boðaðu trolarar í Irmingarhavinum frá, at teir sóu væl av makreli. Tí var hugsandi, at føroyingar bein­anvegin skipaðu fyri, at okkurt føroyskt skip skjót­ast møguligt gjørdi ein roynd­ artúr eftir makreli í Irm­ ingarhavinum. Nú er ein vika gingin, síð­an hesi stórtíðindi, men fram­vegis røkist onki fyri, at nøkur roynd verður gjørd. Fleiri av trolarunum, sum fiska kongafisk í Irmingar­ havinum eru givnir at fiska, men enn er eitt føroyskt skip til fiskiskap har. Tí er upplagt, at hetta skip verður annað skipið í eini roynd eftir makreli har. Sum undirritaði skilir, so eru grønlendingar sera áhugaðir í hesum fiskiskapi, og ætlar eitt grønlanskt skip at gera eina roynd. Koma vit eftir grøn­lend­ ingar, so hava vit drála frá okkum ein framúr møgu­ leika, ikki minst nú ágang­ urin ímóti okkara makrel­ fiski­skapi í føroyskum sjógvi harðnar. Sum skilst kemur fiski­ mála­ráðið ikki víðari í hes­ um máli. Tí vil undirritaði inniliga heita á løgmann um í dag at geva einum skipi royndarloyvi til fiski­skap eftir makreli í Irmingar­hav­ inum. Tað er umráðandi, at ikki aftur komandi vikuskifti fer afturum uttan, at nakað hendir, og at vit koma dallandi eftir grønlendingar í hesum fantastiska møgu­ leika. Sum skilst er okkurt skip sinnað at gera royndina uttan nakran kostnaða fyri landið. – men tað heldur sambandsmaðurin ikki Henrik Old løgtingsmaður - Áheitan á løgmann