Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus NSÍ, sum eftir umstøðunum hev­ ur staðið seg væl við einum blað­ ungum liði í Effodeildini í ár og hevur notið gott av samstarvinum við nýggja venjaran, Kára Reynheim, fekk í gjár eina stóra upp­gávu fyri, tá ið teir á útivølli hittu Differdange úr Luksemburg í Europa League. Liðið endaði í fjør á einum fjórða plássi í luksem­ burgisku deildini. Hjá NSÍ vóru Debes Danielsen og Helgi L. Petersen ikki tøkir vegna ávikavist skaða og sjúku. Tað sást á heimamonnunum, at teir vóru sera væl fyri kropsliga, og tað var eisini sjónligt allan dystin á tamb, at teir stóðu seg væl í nærdystunum. Løgdu seg aftur NSÍ byrjaði dystin varliga og lá langt afturi á vøllinum. Tað gekk javnt at byrja við, men so við og við vann heimaliðið sær yvirtakið. Tó tilspældu teir sær ikki nakrar vandamiklar møguleikar. Júst sum NSÍ annars var við at spæla fult upp við Differdange, løgdu teir seg á odda. Tað var eftir ein deyðbólt, at bólturin stakk út úr feltinum, har Michel Kettenmeyer langaði til og umvegis ein leikara smeyg bólturin sær í mál til 1-0. Runavíkingar royndu at stríða seg inn aftur í dystin, men spælið hekk ikki serliga væl saman. Tað merkti, at Differdange hevði bóltin nógv – tó uttan at vera serliga vanda­miklir. Men teir royndu tó og fýra minuttir fyri hálvleik gav tað úrslit. Teir brutu ígjøgnum í høgru síðu, komu heilt aftur til bak­linjuna, haðani bólturin varð spældur út frá til ein leysan Gilles Bettmer, sum ótarnaður kundi økja til 2-0. NSÍ hevði annars stutt undan hesum málinum havt sín besta møguleika, tá ið Jann Martin Mortensen umvegis gott frísparks­ inn­legg rakti í pannuna á Andras Frederiksberg. Stútari fór tó beint á málverjan. Hálvleiksstøðan var 2-0 til heimaliðið. Hildu ikki tætt Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tveir minuttir gamal, tá ið Differdange økti til 3-0. NSÍ misti bóltin í uppspælinum og misti í somu atløgu fleiri leikarar á miðj­uni og í verjuni. Tað gjørdist kostn­aðar­mikið, tí umvegis skjótt mótálop fekk Omar Er Rafik økt til 3-0. NSÍ royndi at leggja meiri fyri við at skifta frá eini 4-5-1-skipan til eina 4-4-2-skipan, og hóast teir høvdu bóltin væl meiri eftir hetta umskiftið, so fingu teir einki burturúr. Tað, ið eftir var av dyst­ inum, var deydligt og uttan nakrar upp­lagdar møguleikar. NSÍ royndi í dystinum at hug­ savna seg um at standa væl á vøllinum og serliga í verju­part­ inum, men teir fingu ikki byrgt upp fyri trýstinum hjá Differdange í trimum atløgum, og við 0-3-tapi fáa teir nú úr at gera í returdystinum, sum verður spældur á Ovara vølli í Gundadali næsta hósdag kl.18.30. albinus@sosialurin.fo Evropa league Kári Reynheim var ikki ein mað­ ur av nógvum orðum, eftir at lið hansara hevði tapt 3-0 ímóti Differdange hóskvøldið. – Teir vóru bara betri enn vit í dag. Leikliga hugsavnaðu vit okkum um at halda nullið og at lúra teir av, men teir vóru bara eina tonn betri og skaptu mál­møguleikar, segði Kári, sum váttar, at teir løgdu seg aftarliga á vøllin at halda tætt. – Ja, tað gjørdu vit fyri so vítt í fyrra hálvleiki. Vit fingu sjálvandi onnur ting inn í spælið eisini, men tá ið teir koma á odda 2-0, tá er mótbrekka. Vit skapa ov lítið frameftir, sigur Kári og hyggur nú fram ímóti retur­dystinum í Gundadali hós­ dagin kl.18.30. – Tað er heimavøllur og ein nýggjur dystur. Sæð útfrá dyst­inum í dag, so mugu vit raka dagin fyri at fáa nakað burturúr, segði Kári Reynheim at enda. albinus@sosialurin.fo Differdange - NSÍ 3-0 (2-0) 1-0: Michel Kettenmeyer, 31. 2-0: Gilles Bettmer, 41. 3-0: Omar Er Rafik, 47. Differdange: Julien Weber - Phillippe Lebresne (53. Matthias Janish) Andre Almeida Rodrigues, Tom Siebenaler (71. Pedre Ribeiro) Ante Bukovic - Yannick Bastos, Omar er Rafik, Michel Kettenmeyer, Geoffrey Franzony - Gilles Bettmer, Gauthier Caron (80. Pierre Piskor) Gul kort: Mattias Janisch, Phillippe Lebresme, Andre Almeida Rodrigues NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál M. Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen (82. Andrias á Líknargøtu) Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen Gult kort: Jens Joensen Dómari: Bardhyl Pashaj (Albania) Greitt tap í Luksemburg: Nú verður trupult hjá NSÍ Fótbóltur NSÍ fekk ov stinna mótstøðu í Luksemburg í gjár, og við 0-3-tapi ímóti Differdange verður trupult at spæla seg víðari í Europa League í returdystinum næsta hósdag Kári Reynheim: Teir vóru eina tonn betri