fríggjadagur 6. juli 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Evropa league
EB/Streymur - Gandzasar FC 3-1 (3-0)
1-0: Levi Hanssen, 9. (br.)
2-0: Hans Pauli Samuelsen, 26.
3-0: Levi Hanssen, 33. (br.)
3-1: Correiagustavo dos Santos, 72.
EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Gert Hansen, Árni G. Olsen, Leif Niclasen
- Arnar Dam (68. Brian Olsen) Pauli G. Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Levi Hanssen - Niels P.
Danielsen - Arnbjørn Hansen
Gul kort: Pauli G. Hansen, Brian Olsen
Gandzasar FC: Armen Khachatryan - Goran Obradovic, George Krasovski, Armen Tatintsyan,
Artyr Avagyan - Noah Kasule, Dhiego Lomba Farias - Diakaridia Doumbia (62. Andranik
Sargsyan) Dejan Vukomanovic (55. Herman Regilio Seedorf) Yamadou Keita (75. Sargis
Nasibyan) - Correiaugusto dos Santos
Gult kort: Armen Khachatryan
Dómari: Ignasi Villamayor Rozados (Andorra)
Pætur Albinus
EB/Streymur framdi hóskvøldið
eitt sannførandi avrik í Gundadali
í fyrsta umfari av Europa League.
Mótstøðuliðið var Gandzasar FC úr
Armenia, sum í farna kappingarári
endaði á einum øðrum plássi í bestu
armensku deildini. Í Armenia eru
bara 12 fótbóltsfeløg, og tað sigst, at
talv er ein størri ítrótt enn fótbóltur
har, so skuldi EB/Streymur hava
ein møguleika, so var tað kanska
ímóti hesum liðnum úr pinkulinga
fótbóltstjóðini Armenia. Liðið, sum
er úr Kapan tætt við landamarkið
við Iran, var samansett av leikarum
úr ikki færri enn níggju londum –
nevniliga Armenia, Serbia, Bosnia
& Hersogovina, Russlandi, Brasilia,
Georgia, Uganda, Mali og Hollandi.
EB/Streymur var ógvuliga skert
til dystin. EB/Streymur var uttan
teir báðar føstu miðverjarnar, Egil
á Bø og Marna Djurhuus, sum
eru skaddir. Sorin Anghel var ikki
við vegna lestur, samstundis sum
Pætur Dam Jacobsen eiheldur var
tøkur. Teir, sum eftir vóru, løgdu
líka í.
Tóku alt á bóli
EB/Streymur leyp alt fyri alt ein
hvøkk á gestirnar við at leggja
seg langt fram á vøllin, og hetta
gav teimum fleiri góð álop. Serliga
verjan hjá armenska liðnum sá út
til at vera ófyrireikað upp á hetta,
og tá ið fimm minuttir vóru farnir,
var um at enda galið. Arnbjørn
Hansen og Hans Pauli Samuelsen
spældi væl saman, og í einari
vending var líkt til, at Hans Pauli
Samuelsen varð feldur, men hóast
stóra misnøgd millum leikarar og
fjepparar, so var dómarafloytan
kvirr.
EB/Streymur skuldi tó bara
bíða tríggjar minuttir, so kom
brotssparkið. Verjan hjá Gandzasar
lorkaði
bóltin
burt,
Arnbjørn
Hansen fiskaði bóltin og armenski
málverjin, Armen Khachatryan,
feldi væl upplagda áleyparan.
Brotssparkinum tók Levi Hanssen
sær av, og umsetti hann tað trygt til
1-0-leiðslu.
Sundalagsmenn høvdu av álvara
tikið broddin á gestunum, og tað var
púra eyðsæð. Ferð eftir ferð fekk
EB/Streymur nógv pláss frammi á
vøllinum, og eftir 20 minuttum var
Arnbjørn Hansen tætt við at økja,
men málverjin bjargaði royndini
hjá annars púra leysa Arnbirni.
Í 26. minutti var aftur mál til EB/
Streym.Levi Hanssen varð spældur
púra leysur, rak væl frameftir og
legði innfyri. Arnbjørn Hansen
fekk ikki skot á, men Hans Pauli
Samuelsen var eisini klárur og
smekkaði hann bóltin í mál til 2-0.
EB/Streymur gavst tó ikki so.
Teir hildu eitt støðugt trýst og í
33. minutti hevði málverjin hjá
armenum
aftur
felt
Arnbjørn
Hansen. Brotssparkið var ikki at
fara skeivur av, og aftur hesaferð
sendi Levi Hanssen bóltin ósvitaliga
trygt í netið úr 11 metrum. 3-0 til
EB/Streym.
Minuttirnar til hálvleiks til
spældi Gandzasar sín fyrsta veru
liga málmøguleika, men stútarin hjá
Correiaugusto dos Santos eftir eitt
frálíkt innlegg endaði við síðuna av
málinum
Í seinasta minuttinum í fyrra
hálvleiki fekk Levi Hanssen ein
gyltan møguleika at økja enn
meiri, men málverjin bjargaði frí
leyparanum og syrgdi fyri, at EB/
Streymur slapp til hálvleiks við væl
uppibornari 3-0-leiðslu.
Útgangsstøðið er í lagi
Í seinna hálvleiki tóktist tað greitt,
at EB/Streymur ikki hevði í hyggju
at verja um annars tryggu leiðsluna.
Og tað púra beint, tí nú høvdu teir
av álvara møguleikan at avgera
báðar dystirnar hesa somu løtuna,
tí uppspælið hjá Gandzasar riggaði
næstan líka illa sum skipanin í
verjuni.
EB/Streymur hevði nógv pláss,
tá ið teir fóru í álop, men armenar
dugdu sum seinni hálvleikur leið
betur at halda upp á bóltin. Hetta
troyttaði EB/Streyma-leikararnar,
sum fluttu seg minni og minni og
helst høvdu brúkt so at siga alla
orkuna í fyrra hálvleiki.
Hóast Gandzasar ikki vóru ser
liga vandamiklir, so eydnaðist tað
teimum góðar 20 minuttir fyri
leilklok at minka til 1-3. Tað var eftir
eitt hornasparksinnlegg frá Dhiego
Lomba Farias, at Correiagustavo
dos Santos stútaði bóltin í málið.
Seinastu 10 minuttirnar av
dystinum hendi nógv. Gandzasar
hevði bóltin nógv og royndi at
fáa eitt sera týdningarmikið mál,
meðan EB/Streymur lúrdi í mót
álopunum. Gert Hansen havt ein
risa møguleika, men stútarin úr
stuttari fjarstøðu fór omanfyri
málið.
Seinastu løtuna ráddi tað um EB/
Streymi at standa ímóti trýstinum
hjá Gandzasar, sum loksins hevði
funnið útav at spæla bóltin ímillum
sín. Tað eydnaðist frálíka væl hjá
sundalagsmonnunum, sum toygdu
hvørja lykkju í kroppinum og
javnan lógu vatnrættir í luftini í bar
daganum um at ikki lata fleiri enn
tað eina málið inn. Tað eydnaðist.
Lønin fyri stríðið var ein væl
uppiborin 3-1-sigur, sum væl kundi
verið størri, men nú er eitt frálíkt
útgangsstøði áðrenn returdystin í
Armenia næsta hósdag.
EB/Streymur hevur longu nú
gjørt vart við seg í Europa League
við einum megnaravriki.
albinus@sosialurin.fo
Heðin Askham var eftir dystin
sjálvandi væl nøgdur við sigurin,
men eisini eitt sindur spyrjandi
um hitt liðið.
– Tað var púra óvæntað fyri
okkum, at teir vóru so vánaligir,
sum teir vóru í fyrra hálvleiki.
Hinvegin vistu vit væl, at teir
eru fulltíðarleikarar, og at teir
fóru at koma sterkt aftur í
seinna hálvleiki. Tískil var tað
umráðandi, at fáa góða úrtøku
í fyrra hálvleiki, hóast vit í
grundini kundu havt verið á
odda 5-0, um vit vóru hepnir.
Tað kunnu vit nú heldur ikki
krevja, segði Heðin Askham eftir
dystin.
– Vit hugsavnaðu okkum
um at hava góða skipan eisini
í seinna hálvleiki, og tað vísti
seg eisini, at tað bar okkum
ígjøgnum dystin, segði hann
víðari.
EB/Streymur
var
uttan
lyklaleikarar sum Egil á Bø,
Marna Djurhuus, Pætur Dam
Jacobsen
og
Sorin
Anghel.
Hvussu ber tað til, at EB/Streym
ur framvegis megnar at vinna
á einum liði, sum hevur full
tíðarleikarar?
– Eg segði við leikararnar
áðrenn dystin, at tú ofta fært
betri úrslit, tá ið tú manglar
nakrar lyklaleikarar. Eg veit
ikki hvat tað er fyri nakað, men
eg haldi tú spælir tað betri og
gevur teg tað meiri. Serliga
okkara føstu leikarar traðkaðu
í karakter í dag og bóru teir
nýggju leikararnar ígjøgnum
dystin, metti Heðin Askham,
sum fíltist á verjupartin hjá
mótstøðuliðnum.
– Tú sást í seinna hálvleiki,
at teir eru sterkir tekniskt, men
eg helt, at teir vóru illa skipaðir
í verjupartinum. Tað var eisini
tað, vit vunnu dystin uppá.
EB/Streymur leggur í næstu
døgunum leiðina til Armenia,
har teir hósdagin í komandi viku
skulu spæla returdystin.
– Vit fara niður har og trúgva
100% upp á tað. Vit minnast ein
dyst í Baku í fjør, tá ið vit ikki
komu fram um miðjuna allan
fyrra hálvleik, men fingu ein
0-0-javnleik og enntá høvdu
møguleika at vinna dystin. Allir
vóru ernir aftaná dystin, og tað
er einum slíkum úrsliti vit fara
eftir í hesum dystinum, segði
Heðin Askham at enda.
albinus@sosialurin.fo
Heðin Askham:
Kundu verið
á odda 5-0
EB/Streymur við
sannførandi avriki
Fótbóltur Oddaliðið í Effodeildini, EB/Streymur, vann hóskvøldið
3-1 í Gundadali ímóti armenska Gandzasar í Europa League. Sunda
lagsmenn tóku øll á bóli og sigurin kundi lættliga verið størri
Vunnu 3-1 í Europa League:
Myndir: Álvur Haraldsen