fríggjadagur 6. juli 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað hevði verið eitt plettskot, um tað
eydnaðist Vestmenningi at vinna
kappingina millum 10-mannaførini
á Fjarðastevnu, sum um vikuskiftið
er í Vestmanna.
Róðraráhugaðu vestmenning
arnir og ivaleyst eisini mong, sum
ikki kenna seg knýtt at Klaksvíkingi
og Suðuroyingi, unna ivaleyst Vest
menningi at koma fyrstur á mál
leygardagin. Vestmenningar eru
tiltiknir treiskir ítróttarmenn – ikki
minst í kappróðri. Teir hava drivið
á, og teir hava fleiri ferðir verið
heilt tætt við, men teir hava ikki
vunnið síðani á Ólavsøku í 2010.
Tann sigurin var tann triði tað árið,
og Vestmenningur var eitt stig ov
stuttur at vinna FM. Eysturoyingur
var FM vinnari við 46 stigum, og
Vestmenningur rakk 45 stig eftir
sigrar á Sundalagsstevnu, í heima
sjógvi á Fjarðastevnu í Vestmanna
og á Ólavsøku.
Síðani tá hava vestmenningar
bjóðað seg fram í øllum kapp
róðrunum, og teir hava fleiri ferðir
verið tætt við: Í fjør vóru teir allar
sjey ferðirnar næstfremstir, og á
Norðoyastevnu vóru teir bara eitt
lítið vet aftanfyri Klaksvíking,
eftir at vestmenningar høvdu verið
fremstir allan róðrarteinin.
Í ár hevur Vestmenningur verið
næstfremstur á Eystanstevnu og
á Sundalagsstevnu, tá ið tað bara
var ein lítil hálvur skutur fram til
Klaksvíking, og hann hevur verið
nummar trý á Norðoyastevnu og á
Jóansøku, sum var í Vági næstsíðsta
vikuskifti.
– Vit vóru sera vónbrotnir
eftir róðurin í Vági. Higartil hava
vit roknað tað sum realistiskan
møguleika at vinna FM, men nú er
møguleiki ikki fyri tí. Suðuroyingur
prógvaði fyri okkum og øllum
øðrum, at tað ber til at vinna á
Klaksvíkingi. Tað var hugaligt,
men okkara avrik var ikki gott. Vit
vóru eina heila bátslongd aftanfyri
Suðuroying, og tað er nógv á túsund
metra málinum.
Tað er Finnur Johannesen, sum
greiðir frá. Hann er bátsformaður
á Vestmenningi, og hann hevur
drúgvar royndir í at rógva kapp.
Hetta er fjúrtanda árið, at hann
er ein av teimum, sum syrgir fyri
stóra og intensiva summarundir
haldinum, ið mong síggja kapp
róðurin at vera – serliga millum
10-mannaførini – og hetta er sjeynda
árið, at hann rør við Vestmenningi.
Áður hevur hann verið tvey ár við
Hoyvíkingi, og so hevur hann eisini
verið við til at manna Havrfrúnna
og Gullbrand.
Hví gekk tað ikki so væl í Vági?
– Vit hava eftirmett, og vit halda
okkum hava onkrar frágreiðingar
um, hví okkara avrik ikki var so
gott. Men so eigur eisini at verða
lagt aftrat, at kappingarneytarnir
– Klaksvíkingur og Suðuroyingur
– rógva framúr væl. Tað er einki at
liggja omaná, at støðið er hægri í ár,
enn tað nakrantíð áður hevur veri.
Hví sigur tú tað?
– Tíðirnar siga tað. Undan Norð
oyastevnu er tað soleiðis á hvørj
um ári, at spenningurin er stórur
um, hvussu tað fer at verða, og
hvussu vit eru fyri sammett við
kappingarneytarnar. Undan kapp
ingarbyrjan í ár kendu vit okkum
vera betri fyri, enn vit nakrantíð
hava verið áður, og tað vísti tíðin,
at vit vóru, men tað vóru Klaks
víkingur og Suðuroyingur eisini.
At tríggir teir fremstu rógva skjót
ari enn mettíðin, sum hevur verið,
undirstrikar, at støðið er hækkað,
hóast talan var um eitt lítið lot
undan, heldur Finnur Johannesen
bátsformaður umborð á Vestmenn
ingi og formaður í róðrardeildini
hjá VÍF.
Fólkið og báturin
Umborð á Vestmenningi eru tað
bara royndir rógvarar. Elsti maður,
Gunnleiv í Gerðinum, er 40 ára
gamal, ein er 39, og so eru teir 33,
31 og í tjúgunum. Fimm av mann
ingini frá í fjør eru við aftur í ár.
Onkrir róðu við Kvívíkingi í fjør,
og so eru tað aðrir, sum áður hava
verið umborð á Vestmenningi.
Tveir búgva í Kvívík, ein í Havn, ein
í Vágum og hinir búgva allir í Vest
manna.
Merkisvert er tað, at teir eru
tríggir brøður umborð. Umframt
Finn eru Jan og Jóhannus við til at
manna Vestmenning.
Kennist tað aftur í huginum
at manna bátin, at tað hesi bæði
seinastu árini ikki hevur eydnast
tykkum at vinna, hóast tit hava
verið tætt við?
– Í ár noyddust vit at gera eitt
størri arbeiði at manna bátin, enn
vit áður hava gjørt. Agnið var, at
báturin var nýggjur, og eina ferð í
februar var tað komið upp á pláss
við fólkinum. Eg eri ikki vísur í,
at tey hevði eydnast, um vit ikki
høvdu nýggjan bát.
Undan hevum kappingarárinum
smíðaði Sámal Hansen vestmenn
ingum nýggjan bát. Fyrri bátin
høvdu teir havt síðani 2000.
Er tað stórur munur á bátunum
báðum?
– Tað er ikki stórur munur á. Tað
kennist sum um, at áhugin fyri at
vera við verður størri, tá ið talan er
um nýggjan bát. Í róðrartíð er ikki
talan um mun, sum kann gerast upp
í bátslongdum. Tað snýr seg kanska
um eini tvey sekund ella minni
enn so. Um vit siga, at talan er um
tvey sekund, so kundi tað væl havt
verið soleiðis, at vit høvdu vunnið
kanska tveir ella tríggjar róðrar í
fjør, um vit tá høvdu havt nýggja
bátin, og eg kenni meg vísan í, at vit
høvdu havt vunnið FM í 2010, um
vit tá høvdu havt bátin, sum vit nú
hava. Tá restaði bara eitt stig í, og
onkra ferðina var sera tætt millum
Eysturoying og okkum.
Fjarðastevnan
Í morgin verður kappróður í Vest
manna. Fjarðastevna er í Vest
manna annað hvørt ár. Hini árini
skiftir stevnan millum Skála og
Strendur.
Vestmanna er gomul róðrarbygd,
og tað verður fylgt væl við úr
vindeygunum, tá ið Havfrúgvin og
Vestmenningur venja. Í hesi vikuni
hava aðrir bátar verið at sæð. Eitt
nú hevur Suðuroyingur vitjað,
og Klaksvíkingur plagar at royna
málið eitt ella tvey kvøld undan
róðrinum.
Tann
Vestmenningur,
sum
teir róðu við frá 2000 og fram til
í fjør, verður við í morgin. Hann
kallast nú Vestmanabáturin. Tað
eru útisetar, stuðlaðir av onkrum
hondbóltsspælarum,
sum
hava
vant tvær tær seinastu vikurnar.
Tann báturin vann tvær ferðir á
Fjarðastevnu í Vestmanna. Fyrra
ferðin var í 2000, og seinna ferðin
var í 2010.
Spurningurin er nú, um tað fer
at eydnast Vestmenningi at vinna
í heimasjógvi?
– Vit ætla okkum at vinna, og vit
rokna avgjørt við møguleikanum.
Hann sigur frá høgætt. Tað er góð
ætt í Vestmanna, og tað verður
serliga gott, tí vindferðin er millum
lítil og eingin. Avbjóðingin er stór,
tí Suðuroyingur og Klaksvíkingur
hava víst, at teir eru ógvuliga
stinnir, men vit fara at leggja alt
tað í róðurin, sum vit á nakran hátt
megna, og so fáa vit at síggja, sigur
bátsformaðurin á Vestmenningi
Finnur Johannesen.
joannes@sosialurin.fo
Kappróður Men tað verður torført at
taka bæði Suðuroying og Klaksvíking, tí
støðið er hægri í ár, enn tað nakrantíð
hevur verið áður, ásannar bátsformaðurin
á Vestmenningi og formaðurin í
róðrardeildini hjá VÍF Finnur Johannesen
Treisku vestmenningarnir
Fjarðastevnuróður upptakt