fríggjadagur 6. juli 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 6. juli 2012 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
leggja ikki kongin
Fjarðastevnuróður upptakt
Meðan tað higartil í ár ikki hevur
eydnast monnnum í Vestmanna
at vinna nakran róður, so hevur
tað gingið sum eftir ánni hjá
kvinnunum.
Havfrúgvin við kvinnumann
ing hevur vunnið allar fýra FM
kappingarnar. Blikur av Argjum
hevur verið argasti kappingar
neytin. Á Norðoyastevnu var tað
sera tætt, men síðani hevur mun
urin millum tveir teir fremstu bát
arnar verið tvey sekund.
Havfrúgvin er tískil favorittur
at vinna FM, sum kvinnurnar úr
Vestmanna ikki hava vunnið síð
ani 1999.
Merkisvert er tað, at mest sum
allar, ið manna Havfrúnna, eru
tilflytarar til Vestmanna. Tað er
bara ein, sum er uppvaksin í Vest
manna.
Tað er eisini merkisvert, at fýra
teirra, sum eru so stinnar umborð
á Havfrúnni, eiga maka umborð á
Vestmenningi.
Higartil hava makarnir um
borð á Vestmenningi iðrað seg
um, at tað ikki hevur eydnast
teimum at vinna, samstundis
sum teir hava fegnast saman við
makunum , ið hava vunnið kvinnu
kappingarnar.
So fæst at síggja, um tað fer
at ganga upp í eina hægri róðrar
eind hjá vestmenningum á Fjarða
stevnu í Vestmanna í morgin!
joannes@sosialurin.fo
Tilflytarar manna Havfrúnna
Tætt við
Í fjør vóru teir úr Vestmenningi
allar sjey ferðirnar næstfremstir,
og á Norðoyastevnu vóru teir bara
eitt lítið vet aftanfyri Klaksvíking,
eftir at vestmenningar høvdu
verið fremstir allan róðrarteinin.
Savnsmynd
Støðan