Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 4 VIKUSKIFTI samrøða Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Í síni rímligu skrivstovu í Tinganesi situr Kaj Leo Johannesen handan skíggjan og trýstir á teldumúsuna. Hetta er seinasti arbeiðsdagur á hesum sinni. Í morgin fer hann í summarfrítíð. Tað er mánadagurin 1. juli. – Eg skal líka…, letur varisliga úr honum. Her hevur hann sitið seinastu fýra árini. 26. september 2008 tók hann við sum samgonguleiðari. Ábreiðsl­ur­ nar vóru nógvar og harðligar í sein­ asta valskeiðið, tá Sambands­flokk­urin var í samgongu við Javn­aðar­flokkin og Fólkaflokkin, um­framt minni­luta­ samgonguna, sum samstarvaði við Tjóðveldi og Framsókn. Ov positivur, naivur og vánaligur skipari vóru nøkur av skoðsmálunum. Tað metti veljarin ikki á løgtings­ valinum tann 29. oktober í fjør. Løg­ maður var stóri atkvøðuslúkurin, og einki valevni hevur nakrantíð fingið so dygga álitisváttan sum hann. 1.979 at­kvøður fullu í hansara lut. Sambandsflokkurin og Fólka­ flokk­urin fingu átta tinglimir hvør á løgtingsvalinum. Úrslitið var greið ábending um, at føroyingar vildu hava borgarligan politikk, segði løgmaður beinanvegin. Um hann var fyri atfinningum í farna valskeiði, hevur hann av álvara staðið fyri skotum seinastu 10 mán­ aðirnar. Fyri jól vóru uppskotini um flatskattin og at skatta pensjón við inngjaldi samtykt – nakað, sum andstøðan hevur funnist hvassliga at. Næsta tíman skal hann taka saman um fyrstu mánaðirnar sum løgmaður í eini samgongu, ið hevur snarað kumpassið til høgru, sum hann hevur tikið til. – Hey og vælkomin!, brestur brádliga burtur úr løgmanni, meðan hann stór­ smílandi flytir seg eftir gólvinum og rættir mær hondina, áðrenn hann setir seg við langa borðið í rúminum. Tú nevndi í blaðgrein í Sosialinum fyri tveimum árum síðan, at tú hevði fingið nøkur ordans høgg, sum tú málbar teg. Hava høggini verið fleiri og ógvusligari nú? – Nei, soleiðis kenni eg tað ikki. Fyrstu árini í starvinum valdi eg ofta at svara øllum ákærunum. Fer tú í øll ballini, so verða timburmenninir eisini størri. Eg dugi nú at lata ákærur, sum ikki hava týdning, fara framvið. Fyrstu mán­ aðirnir, tá skattaumleggingin og fak­ felags­rørslurnar settu dagsskránna, vóru buldra­sligir, men nú er friðarligt. Tú er nú farin at reka borgarligan politikk og hevur borið alment fram, at tú er høgrasinnaður. Hví sást tað ikki í farna samgonguskeiði, at løgmaður er borgarligur? – Eg haldi ikki, at hatta er rætt. Í 2004 kom Sambandsflokkurin við ein­um skattauppskoti, sum var sera høgra­ sinnað. Tað er vorðið so sjónligt nú, tí henda skattaumleggingin er markn­ aðar­førd sum ein flatskattur. Tað hevur vunnið frama. Hetta er ikki flat­skattur. Orsøkin er helst, at sam­gongu­ limir rópa tað sjálvir flatskatt. – Ja, men innihaldið er ikki flatskattur. Tað er ein progressivur flatskattur. Tað er púra rætt, at vit hava snarað kumpassið tann borgarliga vegin. Tann leiðin er neyðug, uttan at sosiala áskoðanin verður gloymd. Javnaðarstjórnin í Dan­mark hevur valt sama leist. Tað eru ábendingar um, at borgarligur politikk­ur verður rikin, tá tíðirnar eru keðiligar. Tað er ikki bara her, at hesar broyt­ingar­nar verða framdar. Føroyar eru ikki eindømi. Tað vísir seg, at tað altíð er borgarligi vongurin sum tekur ábyrgd, tá rationaliseringar skulu gerast. Borgarligu flokkarnir eru altíð felagsnevnarin, tá tað stendur á. Tað vísir seg eisini í Danmark nú við nýggja skattauppskotinum. Mín lívsfilosofi er, at tú skal lønast fyri at taka ábyrgd og arbeiða meira. Tú førir kortini munandi meira borgarligan politikk nú enn fyrr. – Øll sum kenna meg vita, at eg eri ein borgarligur politikkari við einum sera sosialum hjarta. Eg havi ikki kúvent í politikkinum, eg reki. Tað er bara flatskattamálið, sum hevur givið fólki ta fatan. Nakrar av atfinningunum hava verið, at tú letur teg stýra av Fólkaflokkinum, og at Sambandsflokkurin hevur lítla og onga ávirkan á politikkin, sum verður rikin. Hvør er tín fatan av støðuni? – Eg eri arbeiðsgevari hjá Fólkaflokk­ inum og lands­stýrisfólkunum har. Um mín sann­føring var, at Sam­bands­ flokkurin ikki fær nakað burturúr, so var einki sam­gongusamstarv millum hesar flokk­arnar. Vit gera avgjørt okk­ ara ávirkan galdandi. Tann dagin, tá Sam­bands­flokkurin situr uttan ávirkan, tá verður samstarvið sagt upp. Hvørji mál í verandi samgongusamstarvi hava tit ávirkan á? – Umhvørvispolitikkurin er okkara. Fyri løgtingsvalið førdu vit eisini fram, at skattastigin skuldi endurskoðast. Vit søgdu ikki, hvussu tað skuldi gerast, men at tað skuldi gerast. Vit hava tiðna ríkisveitingina, hóast úrslitið ikki var tað, vit høvdu væntað. Har er onnur mál, sum Sambandsflokkurin hevur verið við at framt. Tilfeingisgjaldið er størsta einstaka dømið. Fólkaflokkurin vildi ikki hava eitt avgjald á, men vit hava brotið tað ígjøgnum. Tað slagið vann Sambandsflokkurin. Ein av drúgvastu sambands­ monn­unum, Edmund Joensen, hevur funnist alment at verandi politikki. Hvat hugsar tú, tá ein Hann er sannførdur um, at verandi politiska kósin er tann rætta. Hann vil vera við, at flatskatturin hevur havt positiv árin á føroyska samfelagið, og hann heldur, at tað hevur eydnast væl at savna tjóðina seinastu 10 mánaðirnar. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tekur saman um tað, sum borgarliga samgongan hevur framt, síðan løgtingsvalið í fjør Eg stýri rætt