fríggjadagur 6. juli 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
5
Mynd: Álvur Haraldsen
slíkur fastgrógvin sambands
maður finst at tínari kós?
– Edmund hevur verið løgmaður, og
hann veit, hvat krevst at sita við róðr
ið í trongum tíðum. Hann hevði eis
ini sítt at stríðast við innanfloks og
uttanfloks. Vit føra góðan og hollan
sambandspolitikk, eingin sum helst ivi
um tað. Hann hevur ikki verið serliga
uppbyggjandi í sínum atfinningum,
men hann um tað. Vit viðgera vanliga
slík mál innanhýsis, men tað valdi hann
ikki.
Edmund sigur beinleiðis, at
tit reka ikki sambandspolitikk.
– Eg kann bara siga tað, at eg havi leitt
Sambandsflokkin til størsta flokkin í
søguni. Tíðirnar eru eisini broyttar.
Sambandspolitikkur í 2012 er tann
politikkurin, sum vit reka nú. Eg haldi
eisini, at hann kundi verið munandi
meira semjusøkjandi mótvegis Sjúrði
Skaale. Tað er grátiligt, sum samstarvið
millum okkara fólkatingsumboð er í løt
uni. Tað er skaðaverk fyri okkara land.
Tað er mín boðskapur til hansara.
Tú sigur, at sambandspolitikkur
er tann politikkurin, tú rekur nú?
– Eg havi ábyrgdina av politikkinum.
Sambandsflokkurin er ein stórur
flokkur, og hann hevur ávirkan. Tað var
eisini mítt fyrsta lyfti, tá eg tók við sum
formaður í 2004. Tá segði eg, at tað vóru
tvey ting, eg serliga fór at arbeiða við.
At fáa so stóran flokk sum tilber, og at
flokkurin skal sita í samgongu. Onnur
mugu meta, um tað hevur eydnast. Eg
hvíli ikki í tí, eg havi rokkið, men vil
framhaldandi stríðast fyri politikkinum.
Treyðugt so, vit gera ikki alt rætt og
royna at lurta eftir atfinningunum. Eg
trúgvi kortini fult og fast upp á tann
politikkin, vit reka í løtuni.
Tað er kanska sjáldan, at
gjógvin millum andstøðu og
samgongu hevur verið so stór
sum nú. Hvussu heldur tú sjálvur,
at tú hevur dugað at savna
tjóðina síðan løgtingsvalið?
– Tað hevur gingið væl, tað haldi eg. Sæð
burtur frá bardaganum, sum tók seg upp
um skattaummlegginging og inngjaldið
av pensjónunum, so hevur tað eydnast
væl. Gjógvin var munandi størri, tá
fullveldissamgongan sat við valdið.
Tað hava verið ávísir snávingarsteinar
á vegnum seinastu mánaðirnar, men
tað eru úrslitini, sum hava týdning fyri
meg. Millumrokningin kann vera roka
lig, men úrslitini telja. Eg royni altíð at
fáa breiðar semjur, og tað hevur eydn
ast í flestum førum. Nú sita umboð úr
øllum flokkum og royna at fáa eina
nýggja fiskuvinnuskipan til vega. Vit
skulu eisini takka bæði samgonguni og
andstøðuni fyri, at búskapurin er sunn
ari og arbeiðsloysi minkar.
Samgongan hevur verið fyri
hørðum atfinningunum, serliga
í málunum um flatskatt og at
skatta pensjón við inngjald. Ein
hørð ábreiðsla var, at samgongan
skundaði sær at samtykkja
málini uttan stórvegis kunning
um, hvat tað í veruleikanum
var, tit framdu. Iðrar tú teg
um ta tilgongdina í dag?
– Tað lætta svarið er ja, men tað geri eg
í grundini ikki. Tað er ein sannroynd, at
um verkætlanin verður ov langdrigin,
so gerst tað trupulari at fáa samtykt.
Eitt dømi er kommunureformurin, sum
føroyingar hava tosað um í 25 ár. Tað
sama við pensjónsnýskipanini. Allar
stórar broytingar í einum samfelagi
skulu sjálvandi vera umhugsaðar, men
tað er ein spurningur um, nær tann
rætta løtan er. Eg veit innast inni, at
tað hevði verið trupult at framt hesar
broytingarnar um eitt ár. Vit viðgjørdu
kortini skattaumleggingina. Tað var ikki
sama uppskot, ið varð samtykt, sum
Fólkaflokkurin skeyt upp frá byrjan.
Men tað var stór óvissa um at
skatta pensjón við inngjald.
– Tað málið kundi kanska bíða seks
mánaðir, men kortini høvdu verið
nógvir spurningar.
Tað vóru eisini fakfólk, sum
heittu á tykkum at viðgera
uppskotini betri. Andstøðan
førdi eisini fram, at tit høvdu ikki
virðing fyri serfrøðini í hesum
málunum. Høvdu tit ikki tað?
– Jú. Upprunaliga uppskotið at skatta
við inngjald kom frá Vísindaráðnum,
sum serfrøðingar mannaðu, í Danmark.
Tað eru nú fýra ár síðan. Eingin hættaði
sær kortini í holt við tað. Søren Bruhn,
stjóri í Suðuroyar Sparikassa, segði
eisini, at tað var eitt gott uppskot.
Men Bruhn segði tá, at
pengarnir skuldu brúkast at
rinda skuld niður, heldur enn
at rinda ein skattalætta.
– Vit rinda eisini skuld niður. Tað er
ein politiskur spurningur, hvussu tú
brúkar pengarnar. Tað mugu politik
arar raðfesta. Vit rinda framvegis
skuld niður. Tað er eingin ivi um, at
skattalættin hevur havt positiv árin
við sær. Vinnuhúsið hevur boðað frá,
at arbeiðsfólk taka nú fleiri byrðar á
seg og arbeiða meira.
Men tú heldur ikki, at tit vístu
ov lítla virðing fyri serfrøðini?
– Nei, ikki í hasum málunum. Vanliga
skulu vit tó brúka serfrøðina meira og
hava virðing fyri búskaparfrøðini og
fiskifrøðini. Tað er kortini treytað av, at
serfrøðingarnar í nógv størri eru á einum
máli um, hvat skal gerast. Um tú spyr
tríggjar búskaparfrøðingar um okkurt,
so fær tú helst trý ymisk sjónarmiði – í
øllum førum tvey ymisk. Tað ørkymlar
politikarnar, tí teir vita ikki, hvat er
tað rætta. Har eru nógvar meiningar
frá búskaparfrøðingum, hvussu vit
hóra undan í hesi búskaparkreppuni.
Summir búskaparfrøðingar siga, at
skuldin er ein stórur trupulleikir, aðrir
siga, at tað er ikki vandamikið.
...framhald á síðu 6
– Mín lívsfilosofi er, at tú skal lønast fyri at taka ábyrgd og arbeiða meira, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður