Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 6 VIKUSKIFTI Tú skrivaði í lesarabrævi í mai, at Føroyar eru ikki og eru ei ávegis at verða eitt stættarsamfelag. Hvussu eru vit ikki ávegis at verða eitt stættarsamfelag, tá samgongan hevur givið teimum hægst løntu skattalætta, meðan hini fáa millum lítið og einki? – Tað er tí, at vit varðveita allar væl­ ferðar­tænastur. Skattalættin er ein spurningur um inntøkur. Væl­ferðar­ tæn­asturnar eru kortini her. Tú verður loftaður trygt og væl, um tú gerst sjúkur ella noyðist á fyritíðarpensjón – eis­ini av skatta­pengunum hjá teimum, sum hava størstu inntøkuna. Tað er ein sosial skipan, sum vit ongantíð fara at víkja frá. Tað er tann sosiali parturin, sum Sambandsflokkurin leggur stóran dent á. Tað eru eisini framvegis tey, sum hava størstu inntøkurnar, sum rinda mest í skatt. So tú skilmarkar eitt stættar­ samfelag, at vit hava vælferðar­ tænastur, og ikki, hvussu stór inntøkan hjá fólki er? – Ja. Vit skulu altíð lofta teimum, sum koma illa fyri og hava lítla inntøku. Hesi fólkini hava altíð møguleikan at arbeiða meira. Vit vóru snøgt sagt farin ov langt. Tað almenna skuldi lofta øllum frá vøggu til grøv. Vit mugu spyrja, hvat vit kunnu geva samfelagnum. Tað norður­ lendska vælferðarsamfelagið hevur ongan kjans. Øll kunnu ikki bara fáa. Tað hava Noreg, Svøríki og Danmark eisini sannað nú. Tú noyðist at gera tað lokkandi hjá fólki at arbeiða. Prísstøðið á mati og bústaði er óvanliga høgt í Føroyum. Skal tað vera neyðugt at arbeiða 10 tímar um dagin heldur enn átta tímar hjá einum vanligum verkafólki við børnum fyri at standa seg her? – Hygg kring allan heimin. Tað er sera torført at keypa ein bústað í hjartanum í høvuðsstaðnum. Tú noyðist tíverri útum. Hetta er eisini orsøkin til, at vit brúka stórar upphæddir í Húsaláns­ grunn­inum nú. Vit gera alt fyri at fáa alternativa húsabygging. Tað verður ikki neyðugt í framtíðini at keypa hús fyri tvær milliónir krónur. Men veruleikin er, at barnafamiljur hava torført við at standa seg. – Avgjørt. Summar familjur hava torført við at klára seg. Eg eri ótrúliga harmur um, at serliga matvørurnar eru kolossalt dýrar, og vit kunnu framhaldandi ikki góðtaka rentustøðið á sethúsalán. Tað skal lækka. Tað er positivt, at Føroyar eru í einum sterkum ríkisfelagsskapi, sum kann lofta, um illa stendur til, men hinvegin skulu vit virka fyri, at okkara kappingarføri verða á hædd við tað danska. Skattalættin er ein stórur partur av tí. Krevur tú ikki við verandi skattaskipan, at fólk skulu arbeiða 10 tímar heldur enn átta tímar? – Eg krevji tað ikki, tað er eitt frítt val. Tað loysir seg nú betri at arbeiða meira. Eg haldi heldur ikki, at vit arbeiða so nógv. Ein kanning, sum varð kunngjørd í Danmark herfyri, vísir, at vit halda, at vit arbeiða nógv, men vit hava ongantíð arbeitt so lítið sum nú. Men tað burdi verið nógmikið at arbeitt átta tímar... – Tað skal vera nokk. Men tað er tað ikki – Jú. Tað eru summi, sum hava tað trup­ult. Tey eru nógv, sum hava keypt hús í bestu tíðum inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum fyri nógvar pengar. Hetta er eisini galdandi í Danmark. Tað er torført hjá øllum teimum, sum keyptu sær dýr og stór hús, áðrenn kreppan kom. Vit vilja bøta um hetta við Húsa­láns­grunninum. Støðuga fólkafráflytingin. Hvussu sær tú hana? – Búskaparliga framgongdin er gleðilig. Vit høvdu ein vøkstur á sjey prosent í 2011. Um tað hevði verið ein útlendsk stjórn, so var alt á gosi, men vit frøast ikki í Føroyum. Tað er eisini í lagi, tað er ikki neyðugt. Arbeiðsloysið er 5,5 prosent. ES hevur borið fram, at um arbeiðsloysi er millum 3 og 5 prosent, so kann tú ikki rópa tað arbeiðsloysi. Men tað broytir ikki, at føroyingar í stórum tali velja Føroyar frá. – Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Fólkafráflytingin er størsta avbjóðingin hjá øllum útjaðarum í løtuni. Tú nevnir búskaparvøkstur og arbeiðsloysi, men vísir fólkafráflytingin ikki, at tað eru onnur tiltøk, sum skulu gerast, um føroyingar skulu velja Føroyar sum sín heimstað? – Jú, avgjørt. Nýggja skattaskipanin er eitt tað størsta takið fyri at steðga fólka­ fráflytingini. Sethúsarentan, mat­vør­ urnar, skattastigin og arbeiðs­møguleikar spæla stóran leiklut, tá fólk skulu velja sær bústað. Har hava vit tikið stór tøk, serliga í høvuðsvinnuni. Tað er fyrstu ferð í søguni, at ein samgonga hevur sagt, at alt okkara fiskiríkidømi skal um før­oyskan keikant. Hetta er fyri at skapa arbeiðspláss. Fakfólk hava víst á, at eitt Fróðskaparsetur kann geva samfelagnum nógvar fyrimunir. Tey ungu fáa størri tilknýtið til landið við at lesa her nøkur ár. Tað er eisini aldursbólkurin millum 20 og 30 ár, sum manglar í Føroyum, og tað er serliga tann bólkurin, sum ofta talar at og stimbrar undir broytingar, tí tey eru ikki heft at familju og arbeiði. Hví hava vit ikki eitt kappingarført Fróðskaparsetur? – Nógv átøk eru framd síðan 2008. Vit hava hækkað játtanirnar, og vit hava fingið fleiri útbúgvingar. Vit hava tosað um at flyta Vinnuháskúlan og Hav­ stovuna undir Fróðskaparsetrið, so vit fáa eitt universitet við tyngd í. Tað er eingin ivi um, at Fróðskaparsetrið skal rað­festast hægri. Tað hevur verið tosað um hetta í nógv ár. Um undirtøka var fyri tí, so var hetta langt síðan broytt. Er politiski viljin ikki bara ov lítil? – Jú. Tað haldi eg. Ein trupulleiki er kanska, at umstøðurnar at fara av land­inum at lesa eru so góðar, millum ann­að við ÚSUN-skipanini. Kanska vit skulu brúka tað tilfeingið á okkara Fróð­skapar­setri við at umraðfesta peng­ ar­nar. Útbúgving skal raðfestast hægri, vit sleppa ikki undan. Tá samgongan hjá tær hevur sum aðalmál at steðga fólka­ fráflytingini, sum enn stendur við – hevur tú so dugað nóg væl? – Nei, tað kann tú siga. Eg, og øll hini, sum hava ábyrgdina av øllum út­jaðar­ økjunum í heiminum, hava ikki dugað nóg væl. Ella hava stóru býirnir dugað ov væl at lokka fólk til sín. Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit hava skorið gott og væl 5,8 millardir krónur út úr bú­skap­inum, tá Tjóðveldi sat við valdið. Er tað ikki ein ov løtt umbering, nú 10 ár eru liðin? – Tað er ikki ein umbering, men ein stað­festing. Tú kann ætla, at tað er tor­ført at fáa nýggjar inntøkur fyri 5,8 milli­ardir krónur. Einligar mammur eru millum teirra sum rýma, men sam­ gongan tekur ikki hond um tær í nýggja skattalættanum. – Jú, um tær velja at arbeiða meira. Tað eru nógvar einligar mammur, sum hava góðar inntøkur. Summar ein­ligar mammur hava tað trupult, og tað er eisini ein avbjóðing. Føroyingar hava bygt hetta samfelagið eftir kjarnu­fam­ iljuni, at maður og kvinna eru saman. Tað er eisini pensjónistar, sum eru sera væl fyri, men tað er nøkur, sum ikki standa seg so væl. Teimum mugu vit hyggja nærri at. Mynd: Álvur Haraldsen – Vit mugu spyrja, hvat vit kunnu geva samfelagnum. Tað norður­lendska vælferðarsamfelagið hevur ongan kjans, sigur løgmaður