Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 7 Vinn ein lærling Føroya Ungdómsráð Fer í næstUm Undir eina kapping, ið vit hava valgt at kalla “vinn ein lærling”. FUR varð sett á stovn 25. mai 1984 og er samstarvs felags skapur fyri teir skipaðu, sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og ungdómsfelags skapirnar í Føroyum. Hoydaslvegur 6 FO-100 Tórshavn Tel 218108 / 598108 fur@fur.fo www.fur.fo FUR hevur sum endamál: at vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar, at viðgerða spurningar, ið viðvíkja føroyskum ungdómi at skapa áhuga fyri ungdómsmálum at eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan á samfelagið, at umboða limafelagsskapirnar í samstarvi við myndugleikarnar, at menna samstarvið og sínámillum fatan millum føroyskan ungdóm at menna millumtjóða fatan. FUR hevur 23 barna- og ungdóms- felagsskapir sum limir. Limafelags- skapirnir hava uml. 60 lokalfeløg. FUR umboðar soleiðis uml. 5.000 børn og ungdómar í Føroyum. FUR umsitir stuðulsskipan, sum veitir pening til limafelags skapirnar og lokalfeløgini eftir reglugerð sum limafelags skapirnir hava samtykt og sambart løgtingslóg um ítróttarvedding. Kappingin er millum allar fyritøkur í Føroyum, ið velja at seta ein lærling í starv í tíðarskeiðinum 1. juli til 1. oktobur. Vinningurin er tað sum svarar til lønina hjá lærlinginum tað fyrsta árið, sambart sáttmála við avarðandi fakfelag. Endamálið við kappingini er at minka um arbeiðsloysið millum ung og eggja fyritøkum at seta lærlingar í starv. Treytirnar fyri at luttaka eru: Lærlingurin skal vera settur í starv í tíðarskeiðinum millum 01.07.2012 – 01.10.2012. Lærlingurin skal hava góðkendan lærusáttmála frá Yrkisdeplinum. Lærlingurin skal vera ímillum 16 – 30 ár. At lærlingurin er limur í fakfelagi Allar vanligar treytir, ið eru galdandi fyri at seta lærlingar í starv annars, sí lærlingalógina. Tað einasta fyritøka skal gera fyri at vera við í kappingini, er at senda okkum góðkendan lærusáttmála og eina útbúgv ingar ætlan fyri lærlingin, sum vísir í stuttum hvat lætlingurin kemur at fara ígjøgnum í lærutíðini. Um fyritøkuni tørvar hjálp við at samanseta eina útbúgvingarætlan fyri lærlingin, er hon sjálvandi altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so vegleiða vit fegin. Umsóknarfreistin er 14. des- em b ur 2012 og avgerðin, um hvør vinnarin er hálvan Januar 2013. Okkara vón er, at kappingin verður væl móttikin og at vit fáa fleiri umsóknir. Vit eru sjálvandi fegin at hjálpa, um tað skuldu verið. Um tað eru spurningar annars í samband við kappingina, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við FUR á tlf. 218108 ella við teldupost á fur@fur.fo Starvsøkið Brúkaraumboðið er landsstovnur, sum umsitur marknaðarføringslógina. Uppgávan er m.a. at hava eftirlit við, at marknaðarføringslógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar, umframt at skapa og menna siðvenju fyri umsitingini av lógini. Samlaða játtanin til stovnin fyri 2012 er 1,1 mió. kr. Stovnurin verður í Tórshavn í skrivstovufelagsskapi saman við stovnunum á Skálatrøð. Stovnurin er eisini skrivstova hjá Leigunevndini. Starvið Sum stjóri fyri Brúkaraumboðið hevur tú ábyrgdina av samspælinum millum stovnin og brúkarar og veitarar av vørum og tænastum, og við atliti til almenn samfelagsáhugamál er tín uppgáva at virka fyri, at góður marknaðarføringssiður verður mentur á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum. Til hesar uppgávur krevst, at tú ert diplomatisk/ur og dugir at taka støðu til ymisk sjónarmið, umframt at tú kanst taka greiðar avgerðir. Harafturat skalt tú megna at umsita marknaðarføringslógina soleiðis, at hon í minst møguligan mun tarnar tí skapandi virksemi, ið fer fram innan marknaðarføring. Umframt at tryggja gott samskifti við brúkarar og veitarar, skalt tú arbeiða fyri, at ídni og eldhugi eru í hásæti á stovninum. Tú hevur eisini ábyrgd av fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum stovnsins. Rætti umsøkjarin hevur • Viðkomandi útbúgving á kandidatstøði, har umsøkjarar við Cand.jur. útbúgving hava fyrimun • góðan førleika at samskifta munnliga og skrivliga og hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt • áhuga fyri teimum samskiftishættum, ið nýttir verða innan marknaðarføring • góð samstarvsevni Setanartreytir og annað Starvið verður sett fyri eitt 5-ára tíðarskeið. Starvið er lønt ájavnt 37. lf. hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, sum verður flutt í ein av Fíggjarmálaráðnum góðkendan eftirlønarkassa. Umsóknir Umsóknir, saman við CV, avriti av prógvum o.ø., skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. juli 2012 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnleyg Árnafjall, aðalstjóra, á telefon 306600. VINNUMÁLARÁÐIÐ Stjóri til Brúkaraumboðið Søkt verður við hesum eftir stjóra til Brúkaraumboðið at seta skjótast gjørligt Vinnumálaráðið, Tinganes, Postrúm 377, 110 Tórshavn Sosialurin 341800