fríggjadagur 6. juli 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
8
VIKUSKIFTI
Brúdleyp
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Leygardagurin 7. Juli 2012 verður ikki
ein vanligur leygardagur. Í øllum førum
ikki fyri tey bæði Finnur V. Carlsen og
Katrinu Miðhamar, tí henda dagin
skulu tey giftast.
– Tað besta verður tann løtan, tá vit
standa framman fyri altarinum og siga
ja til hvønn annan, siga 24 ára gamli
Finnur og 21 ára gamla Katrina, sum
gleða seg til at kunna kalla seg maður
og kona.
– Nú kunnu vit veruliga leggja eina
felags framtíð til rættis, tí sum gift vita
vit, at tað skulu vera vit bæði restina av
lívinum, sigur Katrina.
Helt beiggjan vera sjeikin
Tað byrjaði alt í februar í fjør. Katrina
og Finnur plaga bæði at ganga á møti í
Lívdini í Hoyvík, og tað var eisini her,
tey hittust fyrstu ferð.
– Eg hevði lagt merki til Katrinu,
tí eg helt, hon sá fitt út. Eg hugsaði tó
ikki so nógv meir, tí hon fylgdist við
einum drongi, og eg ivaðist ikki í, at
tað var sjeikurin hjá henni, tí tey sóu
út til at kennast væl og høvdu tað stutt
ligt saman, minnist Finnur. Tað, sum
Finnur ikki visti, var, at drongurin, sum
Katrina fylgdist við, var beiggi henn
ara, og í roynd og veru hevði hon fleiri
ferðir hugt eftir Finni.
– Eg hevði hugt eftir Finni í eina
tíð. Eg minnist væl, at hann leiddi eitt
møti í Lívdini, og eg helt hann vera so
sjarmerandi, duga væl, og so sá hann
út til at vera ein ordiligur maður, sigur
Katrina, sum eisini spurdi seg fyri hjá
vinfólkunum.
– Hann var so mikið áhugaverdur,
at eg var noydd at vita meira um henda
drongin. Eg royndi so at spyrja meg fyri
hjá ymiskum vinfólkum, soleiðis at eg
kundi fáa eina fatan av, hvør og hvussu
hann var, greiðir Katrina frá.
Nakrar vikur seinni vóru tey av
tilvild í sama húsi, tá tey saman við
felags vinfólkum spældu eitt spæl.
– Vit vóru fleiri, sum fylgdust hetta
eina kvøldið, men tað endaði við at vit
vóru fýra, sum fóru at spæla Sequence,
har tú spælir saman við einum partnara
og dystast ímóti øðrum. Av tilvild vóru
vit í parti, sigur Katrina, sum seinni
hetta kvøldið fekk Finnur at koyra seg
heim til húsa.
– Vit koyrdu ein biltúr, áðrenn eg
koyrdi hana heim. Tá vit stóðu uttan
fyri húsini, har Katrina býr, minnist eg
væl, at hon bleiv við at práta. Vit søgdu
góða nátt fleiri ferðir, men hon bleiv
við at finna upp á okkurt nýtt at práta
um, sigur Finnur, og tey bæði flenna
eftir stuttligu hendingini.
Teldan avdúkaði brúdleyp
Tann fyrsti biltúrurin bleiv til fleiri, og
eftir stutta tíð blivu Finnur og Katrina
par.
– Vit høvdu tað gott og stuttligt
saman, og tí vildu vit royna okkum
sum par, sigur Katrina. Tað gekk ikki
leingi, áðrenn tey byrjaðu at hugsa um
hjúnaband.
– Vit vilja fegin vísa, at vit eru góð
– Tá eg skuldi koyra hana heim, bleiv hon við at tosa og vildi næstan ikki
úr bilinum. Tað tók eg sum eitt gott tekin. Tað sigur Finnur V. Carlsen
sum leygardagin skal giftast gentuni, sum ikki vildi úr bilinum
Biltúrur bleiv
til brúdleyp
Vit skulu
giftast!
mynd: Rebekka rafael