Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 9 við hvønn annan og prógva okkara kærleika fyri familju og vinum, sigur Finnur, sum í oktober í fjør fór á knæ. Finnur vildi fegin gera okkurt serligt burturúr, tá hann skuldi biðja Katrinu gifta seg við sær, og tí leitaði hann eftir íblástri á internetinum, soleiðis at løtan kundi gerast minnilig. – Eg googlaði »how to propose« og fekk ymisk góð og annarleiðis hugskot. Tað, sum eg gloymdi, var at so at siga burturbeina øll míni spor og sløkkja telduna, tá eg var liðugur, og tí var eg sannførdur um, at Katrina fór at síggja alt á telduni, greiðir Finnur frá. Løtan hann fór á knæ, bleiv tó eitt sindur øðrvísi, enn hann hevði ætlað. Eitt kvøldi sita hann og Katrina heima hjá Katrinu og hyggja í sjónvarp. – Vit sótu í sofuni, tá eg knappliga fekk eina kenslu av, at nú skuldi tað vera. So eg fór niður á knæ og spurdi Katrinu, um hon vildi giftast við mær, sigur Finnur. Katrina, sum als onga hóming hevði av, at Finnur skuldi fara á knæ, var ikki sein at svara ja. – Eg bleiv ótrúliga kløkk, tí hóast vit leingi høvdu tosað um at giftast, so visti eg ikki, at hann hevði ætlanir um at fara á knæ júst hetta kvøldið, sigur Katrina og heldur fram: – Tað fyrsta eg segði var nokk »meinar tú tað?«, og so byrjaði eg at gráta av gleði. Og sjálvandi segði eg ja, for­telur Katrina og smílist. Fyrireikingarnar eru drúgvar Katrina og Finnur fóru alt fyri eitt í gongd við at fyrireika brúdleypið. Týdn­ingarmiklast var at finna ein dato til stóra dagin. – Vit hava tosað aftur og fram í langa tíð um nær, vit skulu giftast. Vit halda, tað er stuttligt at giftast á einum dato, sum mann minnist, so dagarnir 10.11.2012 og 12.12.2012 vóru eisini uppi at venda, áðrenn avgerðin fall á 07.07.2012, sigur Finnur. Ein partur av fyri­reikingunum er eisini at finna sær klæðir til henda stóra dagin, og Katrina hevur fyri langari tíð síðani funnið rætta brúðarkjólan. – Tær flestu genturnar vita longu áðrenn tær eru vaksnar, hvussu tær vilja síggja út á brúdleypsdegnum, so eg havi altíð havt eina hóming av, hvussu kjóli, hár og make- up skal vera, sigur Katrina. Júst hvussu kjólin sær út, vil hon ikki avdúka, tí tað skal vera loyniligt fram til leygardagin, men hon hevur funnið ein kjóla, sum henni dámar sera væl og hevur eisini longu nú verið hjá frisør og roynt hársniðið, hon skal hava leygardagin. Eisini Finnur ætlar sær at síggja gott út á tí stóra degnum. – Sjálvandi vil eg vera so flottur sum gjørligt, so eg havi hugsað um, hvussu klædningurin skal síggja út. Klædningurin er funnin, og eg eri væl nøgdur, sigur Finnur. Tey hava avgjørt, at vígslan skal fara fram í Vesturkirkjuni, og seinni um dagin hava tey boðið eini hundrað fólk­um til døgurða á Hotel Hafnia. – Ofta er tað soleiðis, at brúðurin tekur sær av tí mesta, men fyri meg hevur tað verið umráðandi, at vit eis­ini kunnu vera felags um nakrar av fyri­ reik­ingunum til brúdleypi. Tí hava vit bæði tvey eitt nú sitið og skrivað inn­ bjóð­ingar til gestirnar, sigur Katrina. Skulu nú búgva saman Hóast Finnur og Katrina hava verið par í eina tíð og nú skulu giftast, hava tey ikki roynt at búð saman áður. Eftir brúd­leypið flyta tey saman í íbúð. – Orsøkin til, at vit ikki hava búð sam­an áður, er, at vit bæði eru av tí áskoðan, at alt skal ikki deilast við øll­ um. At búgva saman er nakað serligt, og tí hava vit valt at bíða við tí til vit eru gift, sigur Finnur. Tey eru als ikki bangin fyri, at tey ikki kennast nóg væl, av tí at tey ikki hava búð saman. – Vit tosa nógv saman og føla, at vit kennast væl. Eg haldi ikki, at øll pør kennast hundrað prosent, bara tí tey búgva saman. Tað er meira nakað, sum kemur við tíðini, sigur Katrina, sum væntar at tað verður lættari at leggja ger­andisdagin til rættis, tá tey eru gift og búgva saman. – Alt verður lættari, tá vit hava okk­ ara egna heim, og vit sleppa undan at ringja til hvønn annan í tíð og ótíð. Og so gleði eg meg eisini til, at vit kunnu bjóða vinfólkum og familju inn í okkara heim ístaðin fyri títt ella mítt, sigur Katrina og leggur afturat: – Tað besta er nokk, at vit við hjúna­ bandinum vita, at tað skulu vera vit bæði restina av lívinum, sigur Katrina, og Finnur er samdur. – Mær dámar væl tankan um, at par­lagið við hjúnabandinum veruliga blívur seriøst og vit eru tryggjað eina felags framtíð, sigur Finnur. Nakrar dagar eftir brúdleypi gongur leiðin til Skúvoyar. – Har skulu vit bara slappa av og njóta tíðina sum nýgift, og tað gleða vit okkum til, sigur Finnur. myndir: Rebekka rafael Leygardagin verða Finnur og Katrina vígd í Vesturkirkjuni í Havn og veitslan verður á Hotel Føroyum, har eini hundrað fólk koma