fríggjadagur 6. juli 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
12
VIKUSKIFTI
Frásøgumaður
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey eru mong, ið siga, at Niels Petersen
er ímyndin av framgongdini hjá TB. Og
tað er ikki heilt skeivt, tí tað hevur bara
gingið ein veg hjá aldursforestanum í
føroyskum fótbólti síðani 33 ára gamli
tvøramaðurin fór undir at varpa út
fótbóltsdystir umvegis heimasíðuna
hjá TB.
– Hugskotið at varpa út fótbóltsdystir
kom í 2001, tá eg var í Danmark. Eg
ilskaðist um, at tað var so trupult at
frætta nakað úr næstbestu deildini, og
eg mátti ringja alla møguliga staðni
fyri at fáa at vita, hvat var hent, greiðir
Niels Petersen frá um upprunan til TB-
varpið.
Hann helt, at hetta mátti fáa eina
vend, men gjørdi so ikki meiri við tað
tá.
Andy Gray er fyrimyndin
– Í 2007 gjørdist eg so ítróttarskrivari í
Miðlahúsinum, har eg valdi at gera nógv
burtur úr 1. deild. Tá tosaði eg millum
annað við Jann Inga Petersen hjá B68,
sum eisini spældi í 1. deild. Hann var
av somu sannføring sum eg, og millum
annað tað var við til at sannføra meg
um, at tað var stórur áhugi fyri deildini,
fortelur Niels Petersen.
Eftir at hann gavst í Miðlahúsinum,
fór Niels at skriva á heimasíðuni hjá TB.
Tá var tað, at hann í eini roynd at fáa
fleiri vitjandi til heimasíðuna, gjørdi
av at varpa út landskappingardystin
millum TB og B68 í seinasta leikumfari í
1. deild tann 3. oktober í 2009. Fyrimynd
hansara var Andy Gray, sum ongantíð
pakkaði tingini inn sum frásøgumaður
í tiltiknu BBC 5 live.
– Soleiðis sum hann kann fáa ein
púra vanligan fótbólts so ófatiliga
spennandi er fantastiskt, og eg havi
altíð droymt um at gjørt tað sama,
sigur Niels, ið sanniliga eisini fekk
ein elddóp sum frásøgumaður.
– Dysturin endaði 5-4 til
TB, og alt gekk púra grassat,
minnist Niels, sum tá gjørdi av,
at útvarping av heimadystunum
hjá TB skuldi gerast fastur táttur.
Fyrsta dystin vóru tað eini hálvt
hundrað fólk, sum høvdu tendrað
TB-varpið. Spakuliga hava fleiri og
fleiri klikt á tb.fo, tá Niels sigur frá,
og lurtaraskarðin hevur táttað í 1500
fólk. Talan er um tvørafólk, útisetar
og sjómenn, har stórur partur absolutt
einki tilknýti hevur til TB.
Men hóast tað, smæðist Niels ikki við
at siga akkurát tað, sum hann heldur,
um tað, ið fer fram á vøllinum.
– Tað eru merkiliga fá, sum halda, at
eg fari út um mark. Fótbóltur er eisini
eitt spæl um kenslur, og tað má eg eisini
sleppa at vísa, tá eg sigi frá, sigur Niels
og leggur so aftrat:
– Tað verður tó ongantíð soleiðis,
at eg fari at banna og kola, bara fyri
at gera tað. Men eg elski tað, sum eg
geri, og eg fari at halda áfram til onkur
steðgar mær, heldur Niels fyri.
Triðja árið á rað útvarpar Niels Petersen fótbóltsdystir hjá TB.
Tað, sum byrjaði við 50 lurtarum táttar í dag í 1500. – Tað eru
merkiliga fá, sum halda, at eg fari út um mark, sigur Niels, sum
ikki smæðist fyri at fortelja akkurát hvat hendir á vøllinum
Hittinorðaði
frásøgu-
maðurin hjá TB
Niels Petersen varpar út allar heimadystirnar hjá TB úr einum
lastbili við vøllin við Stórá í Trongisvági. Farna sunnudag
var hann á Svangaskarði og segði frá, og áður hevur hann
verið bæði í Gundadali og Klaksvík við TB-varpinum
Tað verður ongantíð
soleiðis, at eg fari
at banna og kola,
bara fyri at gera tað
mynd: Annika Eidesgaard