Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 9. juli 2012 3 lýsing 2012 18-25 TAKK FYRI ØLL SOMUL! Vit vilja hervið takka øllum fyri eitt fantastiskt kvøld niðri í Vágsbotni, tá ársins konsertdagur varð hildin 30. juni. Fleiri enn 4.000 fólk vóru í Vágsbotni hendan góða summardag, har vit bjóðaðu undirhald, tónleik og hugna á einum av vakrastu og bestu plássunum í Havnini. Sambært afturmeldingum og ummælum hugnaðu fólk sær óført, og tiltakið eydnaðist sum heild sera væl. Hetta var fyrsta Voxbotn nakrantíð, og tá vil altíð vera okkurt, sum kann gerast øðrvísi og betri. Men samanumtikið eru vit sera væl nøgd við alt. At tað eydnaðist so væl kunnu vit bara takka okkara ótrúligu arbeiðsfólkum, samstarvsfeløgum og stuðlum fyri. Tí vilja vit hjartaliga takka øllum, sum á ein ella annan hátt vóru knýtt at tiltakinum, fyri framúr gott arbeiði. Uttan tykkum var einki Voxbotn. Ein serstøk tøkk til tónleikarar, stuðlar, grannar, Kunningar- stovuna í Havn, Miðlahúsið og Rás2, Tórshavnar Kommunu, Løgregluna í Føroyum og Tórshavnar Sløkkilið fyri tykkara stuðul, hjálp og leiklut í tiltakinum. Og sjálvandi tøkk til tykkum 4.000, sum stuðlaðu tiltakinum. Voxbotn er komið fyri at vera, og tí vilja vit boða frá, at næsta Voxbotn verður leygardagin 29. juni 2013 frá kl. 15-03. Framhaldandi gott summar :) Vox Entertainment