fríggjadagur 6. juli 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 9. juli 2012
vikusíðan
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Miðlahúsið
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Eyðun Samuelsen
Lýsingarráðgevi
es@sos.fo
tel. 212577
Magnus Gunnarsson
Lýsingarráðgevi
maggi@sos.fo
tel. 216135
James Olsen
Lýsingarráðgevi
james@sos.fo
tel. 252090
Jonna Gaardbo
samskipari
jonna@sos.fo
tel. 341826
At leggja plátur á var bókstavliga at
leggja vinylplátur á ein plátuspælara.
Vinylplátur, ið eru vorðnar populerar
aftur, tí at veruleikin er tann, at enn
hava tær endurskipaðu fløguupp-
tøkurnar frá LP-upptøkunum seinast
í 60'unum og tíðliga í 70'unum ikki
fingið ta frálíku ljóðdygdina, sum
eyðkendi nógvar vinylplátuupptøkur
frá teirri tíðini. Tiltiknar vóru upp
tøkurnar, LP'irnar, hjá til dømis Led
Zeppelin, Jimi Hendrix Experience,
Deep Purple, The Who, Free, Jethro
Tull, Grand Funk Railroad, Savoy
Brown, Steve Miller Band, Chicago,
The Doors, Steppenwolf, Cream, Uriah
Heep, Atomic Rooster, bara fyri at
nevna nakrar av hesum bólkum, hvørs
musikkur er vorðin klassikarar og fyri
mynd hjá mongum nútíðar bólkum og
solistum.
Spældu hart
Hóast diskoteksútbúnaðurin sjálvsagt
ikki var so framkomin sum nú, riggaði
tað væl við plátuspælarunum, sum
vóru innbygdir í pultin, og teimum
risastóru hátalarunum, ið hingu uppi
undir loftinum og á veggjunum.
Yvirhøvur var tað sum sild í tunnu í
diskotekinum tá í 70'unum. DJ'ararnir
skrúvaðu hart frá, og múgvan bylgjaði
aftur og fram sum ein veldig vatnsong.
Nú fara teir at læra seg at passa tann
supermodernaða, voluminøsa útbún
aðin, sum nútíðar DJ'ararnir brúka í
Garðinum.
Um tað verður so nógv fólk leyg
arkvøldið 21. juli, sum tað kundi vera
fyri dekadum síðan og í Deep (nú
Garðurin) í fjør, skal vera ósagt. Tó
vænta fyriskipararnir, at fult hús verð-
ur í Garðinum.
Atgongumerkið kostar 150 krónur.
Tað er at fáa hjá Tutl í miðbýnum í Havn
og í Baresso í SMS. Diskotekklubbin
letur upp klokkan 22, og frá klokkan
22 til 24 er ókeypis vælkomudrykkur
og snack. Tiltakið er frá klokkan 22
til 4. Høvi verður eisini at dansa sjálv
andi, og hetta er samstundis eitt
frálíkt høvi at sessast og njóta tann
fantastiska ultimo 60'ara- og primo
70'ara-mu-sikkin.
Nostalgi?
Ja, eisini. Summi hava líkasum í
tonkunum bílagt teir fýra gomlu,
royndu DJ'ararnar, Sonna, Tummas,
Finn og Jákup. Hugskotið við einum
slíkum nostalgiskum tiltaki í gamla
Diskotekklubbanum hevur fleiri ferðir
verið havt á lofti, og so brádliga hildu
teir, at nú skuldi tað vera. Tí nú er tað
vorðið hjá teimum røsku tilkomnu,
sum tey blaðungu altíð hava kært
seg um, at einki er fyri tey! Ikki heilt
einki, men ov lítið, og tá ið nakað er,
frøast tey tilkomnu og fara mannsterk
av húsum at stuttleika sær og hava
tað gott saman við sínum gomlu
kenningum.
FAKTA
Skráin fyri diskotek
klubbakvøldið, leygar
kvøldið 21. juli:
Frá 22-24 Alternativur
tónleikur.
Frá 24-01 Tungur rokkur
við eitt nú Led Zeppelin,
Deep Purple og Uriah
Heep
Frá 01-04 Øll dansi
hittini frá 70'unum, tann
glaði tónleikurin
Kostnaður: 150 krónur
Atgongumerki eru at fáa
í Tutl og Baresso í SMS
í Havn
Ið hvussu er eitt kvøld. Onkur omma, kanska fleiri, fara ivaleyst í Garðin leygarkvøldið
21. juli, tí at tá fara DJ-pionerarnir, Sonne Smith, Tummas Jakobsen, Finn Jørgensen
og eftir øllum at døma Jákup Magnussen at "leggja plátur á" í Garðinum, sum er í
akkurát somu hølum sum tey hjá Diskotekklubbanum í teimum dundrandi 70'unum
Løkke og
Sólrun flyta
Fyrrverandi danski
forsætisráðharrin Lars
Løkke Rasmussen og
føroyska kona hansara
flyta nú bústað. Sólrun
og Løkke hava í nógv ár
verið búsitandi í Græsted,
men nú hava tey fingið
sær íbúð í Nyhavnini í
Keypmannahavn. Húsið
í Græsted verður í fyrsta
umfari leigað út.
Samgongan
missir
meiriluta
Nýggj veljarakanning,
sum Gallup Føroyar hevur
gjørt fyri Sosialin, vísur,
at samgongan missir 4
tingfólk og harvið meiri
lutan í løgtinginum. Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
vinna 2 tinglimir hvør
Stór mvg-
eftirstøða
Føroyskar fyritøkur eru
ikki serliga raskar at rinda
mvg, og myndugleikarnir
eru heldur ikki serliga raskir
at krevja skuldina inn.
Tað sæst í eini frágreiðing,
landsgrannskoðarin
hevur gjørt um mvg-
eftirstøður. Frágreiðingin
vísir, at frá 2006 til 2011 eru
eftirstøðurnar øktar úr 70,9
milliónum krónum og upp í
119,4 milliónir krónur.
Vikan
ið fór
Birgir W. Høgnesen
marknaðarleiðari
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald
tel. 341800
Diskotekklubbin
letur aftur uppaftur