fríggjadagur 6. juli 2012síða 49
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eg njóti
løtur millum
blómurnar
– Eg elski blómur, og tær elska meg. Plantur eru
sum alt annað livandi – tær svara aftur. Og eru fólk
góð við plantur, verða tær vakrari, sigur Sólrun
Michelsen, sum hevur vakran urtagarð í Gundadali
s2
frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum
Ókeypis lýsingarblað
Hús & Heim s40
9. juli 2012
www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20
Føroya størsta goymsla av el-tilfari.
LK-eltilfar - kaðalar - talvutilfar - el-amboð
Armatur og lampur - LED - o.m.a.
vikutema
vika 28
Hús & Heim
Vikutema
Hús og hugni
til heimið
Fyrireikingarnar til Vestanstevnuna
frá kommunnar síðu byrjaðu fyri fleiri
vikum síðan.
– Vit í kommununi gera hvørt ár
nógv burturúr, at bygdin sær rein og
snotilig út. Nógv orka verður løgd í at
hampa gjøgnum várið, so tá summarið
og Vestanstevnan nærkast, eru
bygdirnar prýðiligar hjá fólki at vitja
og liva í, sigur Albert, ið er borgarstjóri
fyri m.a. Sandavág, sum áður hevur
vunnið heiður fyri at vera reinasta
bygd í Føroyum.
– Umframt at halda bygdina
reina so er okkara uppgáva at skapa
karmar fyri tiltøkunum, ið fara at
vera á stevnuni. Stevnan verður mest
fyriskipað av ítróttarfeløgunum í
bygdini, og teimum royna vit at stuðla.
Fyri at nevna eitt dømi so hava vit
nýliga tikið ein nýggjan vøll í nýtslu,
sigur Albert.
Stevnan av stórum týdningi
Sambært Albert Ellefsen er týdn
ing urin av at hava eina oyggjastevnu
ovurstórur.
– Tað er einki at ivast í, at ein
slík stevna hevur ein øgiliga stóran
týdning fyri lívið her á oynni. Vágafólk
eru generelt sera spent til stevnuna
og standa nógv saman um hana. Av
tí sama eru tað nógv fólk, ið koma
á stevnu, bæði vágafólk men eisini
avoyggjafólk. Tað at øll oyggin og
onnur við savnast eitt vikuskifti,
har hugnin og gott lag verður sett í
fremstu røð, er sera týdningarmikið
fyri trivnaðin í oynni. Samstundis er
stevnan týdningarmikil fyri samleikan
hjá vágafólki, tí tey nevniliga kunnu
møtast og uppliva, hoyra, smakka og
síggja ymiskt, ið hoyrir oyggj teirra,
Vágunum, til, sigur Albert.
Nógv av skránni verður lík teimum
undanfarin ár, men ein stórur munur í
ár er, at stevnan verður flutt á annað
øki.
– Fyrr hava Vestanstevnurnar verið
hildnar um vøllin, men í ár hava vit valt
at flutt stevnuna mitt inn í bygdina.
Hetta hava vit gjørt, tí vit meta, at
stevnan verður bæði hugnaligari og
meira savnandi har, sigur Albert
Renna undan huldukonu
Heiðurin at seta stevnuna hevur Árni
Jacobsen, lærari, fingið.
– Fríggjadagin verður stevnan sett,
har ein skrúðgonga verður ígjøgnum
Sandavág. Árni Jacobsen kemur síðani
at seta stevnuna. Eftir setanina verður
so ein ókeypis uttandura konsert við
lokalum tónleiki, sigur Albert.
– Hóast hæddarpunktið fyri mong
sjálvsagt er kappróðurin, so hava
vit eisini nógv onnur tiltøk gjøgnum
vikuskiftið. Eitt av teimum, sum eisini
varð roynt í fjør við góðum úrsliti, er
fjallarenning sum ’Seyðmaðurin á
Sondum’, ið er ein søgn úr Vágunum.
Her verða luttakararnir flognir við
tyrlu niðan á Fjallavatn, har tað so
verður runnið til Sandavágs. Hetta
er sami teinur, sum Seyðamaðurin
á Sondum sigst skula hava runnið
undan eini huldukonu. Tá renningin er
yvir staðin, verður sligið ring, har tað
verður kvøtt um sama Seyðamann av
Sondum, sigur Albert.
– Eitt annað, sum eg eri serstakliga
spentur uppá, er konsertin í Sandavágs
kirkju við Kristinu Bærentsen. Hon er
eisini ókeypis, og vænti og vóni eg
nógv fólk til hana, sigur Albert.
Stevnan hjá
borgarstjóranum
Sum borgarstjóri hevur man eina
serliga spenta kenslu til eina slíka
stevnu. Spurdur hvussu hann fer at
brúka vikuskiftið, svarar Albert:
– Sjálvsagt fari eg sum tað fyrsta
til setanina fríggjadagin. Leygardagin
fari eg at leita mær oman á keiøkið at
hyggja eftir kappróðri og heppa upp
á okkara bátar. Midnáttarrøðuna, sum
Herálvur Jacobsen fer at halda, ætli eg
mær eisini at lurta eftir.
– Hevði eg verið betri gonguførur,
hevði eg ivaleyst farið at runnið sum
Seyðamaðurin á Sondum. Í staðin fari
eg at standa á mállinjuni og heppa
á hinar rennararnar. Konsertina við
Kristinu Bærentsen ætli eg mær eisini
at fara til, sigur Albert avgjørdur.
Væntandi gott veður
Ein heilt avgerandi leiklut, hvussu ein
stevna fer at hilnast, eiga veður gud
arnir. Men hesum ber Albert ongan
ótta fyri.
– Síðstu tvey árini hevur veðrið verið
avbera gott, og hann sigur frá góðum
veðri aftur í ár. Um tær forsøgnirnar
halda, so vænta vit eins nógv fólk um
ikki fleiri á Vestanstevnuni í ár, sigur
Albert.
Øll vælkomin
á Vestanstevnu
Fólk skulu sambært Albert ikki vera
bangin fyri at fara svong aftur av
stevnu.
– Eg kann við vissu siga, at blíð
skap urin hjá bygdafólkinum verður
settur í hásætið, og allar hurðar
standa opnar. Nógv verður gjørt burtur
úr mati, so tað er bara at støkka inn
á gólvi hjá onkrum kenninga, sigur
Albert.
– Sum borgarstjóri fyri Vága
Komm unu vil eg hervið bjóða øllum
Føroya fólki vælkomnum at hugna
sær á Vestan stevnu, sum eisini ber orð
fyri at vera ’Tann hugnaliga stevnan’.
Sandavágur verður á Vestanstevnuni
sanniliga eina vitjan verd, sigur Albert
Ellefsen at enda.
Vestanstevna
Vikutema
Vælkomin til
Sandavágs
Vælkomin á
vestanstevnu!
Nú Vestanstevnan nærkast er tað serliga ein maður, ið gleðir seg nógv. Hann eitur Albert Ellefsen og
er borgarstjóri fyri Vága Kommunu. – Vestanstevnan er eitt av árligu hæddarpunktunum í oynni,
og er hon sera týdningarmikil fyri bæði trivnaðin og samleikan hjá vágafólki, sigur Albert avgjørdur
BESTSELJARIN
SPAR
20%
SERA DEKKANDI
SPAR
20%
BEST Í TEST
SPAR
20%
Feldi tár tá dótturin
fór til Danmarkar
Vikustólurin
Diskoteks
klubbin
letur
uppaftur
Uppi á Hálsi • Tel 35 46 80
Ide Møblum
frá kl. 1100
30
Fríggjadag frá kl 1100
00
Leygardag frá kl. 1000
00
Í tíðarskeiðnum frá 2. juli til 18. august hava vit opið soleiðis: