fríggjadagur 6. juli 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
baksíðan...
lagt til rættis: Rolant Waag Dam
Føroyska tónleikasummarið er ikki einans merkt av festivalum, tí
fleiri spennandi og forkunnugar fløguútgávur verða útgivnar
nú. Eisini seinni í ár hava vit nógv at gleða okkum til, tá Kári
Sverrisson, Jürgin, Eivør og Knút koma øll við hvør sínari fløgu
Sangir í summar
SAKARIS
Sakaris Emil Joensen, sonur fólkakæra
Martin Joensen, kemur í næstum
út við sínum fyrsta fløguútspæli.
Sakaris hevur fyri tað mesta arbeitt
í bakgrundini sum tónleikari, eitt nú
sum bassleikari í Lama Sea, Boys
in a Band og hjá Guðrið Hansdóttir,
umframt at hann hevur framleitt fyri
eitt nú Heiðrik á Heygum. Í 2010 kom
hann so fyri fyrstu ferð út við egnum
tilfari, tá hann gav út staklagið
»In a Box«, og síðani hevur hann
brúkt alla orku upp á fløguna, sum
kemur út í summar. Talan verður um
stramman elektro-popp tónleik,og
útgávukonsertin verður á G!
Fróði & The Pink Slips
Triðja fløgan hjá bólkinum, har Fróði Hansen,
beiggi Guðrið Hansdóttir, er oddamaður,
er á trappuni. Bólkurin er mannaður við
føroyskum útisetum í Keypmannahavn, har
teir hava spælt rættiliga nógv kring danska
høvuðsstaðin. Nýggja fløgan hevur fingið
heitið »The Mouse« og er hon upptikin í tiltikna
Lundgaard Studio Danmark, har bólkurin
hevur samstarvað við Óla Poulsen. Fyri góðum
hálvum ári síðani kom heitislagið á fløguni
eisini út sum sjónbandalag, og síðani hevur
bólkurin lagt myndir og sjónbandaupptøkur
út á fjepparasíðuna á Facebook frá
upptøkuhølunum. 13. juli fæst fløgan til keyps.
Marius
Marius Ziska, sum er oddamaður
og leggur navn til bólkin Marius,
verður fløguaktuellur í summar.
Marius, sum í dag er 30 ár, fekk
sítt gjøgnumbrot sum 16 ára
gamal í Prix Føroyar, tá hann og
restin av manningini í Flux gjørdust
landskendir við lagnum »Mr.
Headless«. Síðani hevur hann ment
seg nógv sum sangara og ikki minst
sangskrivara síðani, og stílurin nú
er fólkakendur og akustiskur enn
áður. Hetta hevur hann eisini víst
uttanfyri landoddarnar, í Íslandi,
Kanada og Danmark, og í løtuni
er hann á konsertferð í USA.
HOGNI
Hogni, ella Høgni Lisberg, letur í summar
fjórðu fløguna av hondum. Á undanfarnu
útgávunum hevur Høgni spælt alt frá
sukursøtum kærleikspoppi til øsandi bluesrock,
folk og funk tónleik um búskaparkreppur.
Og sambært Høgna sjálvum, so fevnir nýggja
útgáva hansara um tónleik, ið er bæði
friðarligari og ógvusligari enn nakað, hann
hevur gjørt áður. Stakløgini »Under Street
Lights« og » Who’s Gonna Save You Now « eru
góð dømi um hetta. Hoyrdi tú ikki hesi í Ghetto
Føroyar sendingunum hjá Rás2, ber til at fara
á Facebook síðuna hjá Ghetto Føroyar og hoyra
fyrstnevnda lagið verða framført live, meðan
bæði tvey eisini eru at hoyra á soundcloud.com.
Kristian
Blak
65 ára gamli grand old man
í føroysku tónleikavinnuni,
syrgir ikki einans fyri, at
føroyskir tónleikarar fáa tónar
sínar út. Altíð aktivi Kristian
Blak hevur eisini gongd í
sínum egnu projektum, og
í summar kemur enn ein
fløga frá hansara síðu. Talan
verður um eina útgávu við
klassiskum tónleiki, har Anna
Klett og Ólavur Jákupsson
eisini geva sítt íkast.
MonkeyRat
Tiltikni dugnaligi bassleikarin Arnold Ludvig
er saman við konuni Anna Iachino skrokkurin í
festliga og skeiva bólkinum MonkeyRat, sum hevur
seks ár á baki. Bólkurin letur í summar næstu
fløguna, »Sunshine«, av hondum. Fyrsta fløgan,
»Fuck the Jantelaw«, fekk sera góða móttøku,
har bæði tekstir og tónleikurin spentu ógvuliga
víða. Tónleikurin er ein bland av ymsum greinum,
sum best kann lýsast sum nakað, ið ikki líkist
nøkrum øðrum. Manningin í bólkinum býr øll
í Danmark, men í samband við fløguútgávuna
spælir bólkurin eisini í Føroyum í summar.