fríggjadagur 6. juli 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
15
mynd: heinesen myndir
umráðandi at skriva. Og eisini hvussu
tað kanska kundi eydnast mær at finna
inn til ein kjarna í skrivingini.
Men eygleiðingarnar fara
ígjøgnum tíni egnu filtur
Ja, objektivar høvdu tær verið óintres
santar, eg eri als ikki Ekelöfserfrøðingur,
men tá ið hann sigur: Eg lúgvi ikki,
og tað lýgur ikki í mær – tá er tað
ein ábyrgd hann kemur inná, hetta at
tora at lata vera við at fyrigykla sær,
at standa andlit til andlit við tilveruna
sum sansandi, hugsandi menniskja.
Uttan doyving.
Tú ert ikki annað enn ein vígvøllur
Ein vallari sum sól og stormur –
ríva í samstundis. Ikki eftir tørni ella
skipað –
Ísakalt í skugganum, glóðheitt í sólini
Sálarinnar apríl
Sýgur tú tær merg
úr gomlum yrkjarum?
Ja, eg havi helst ein veikleika fyri goml
um skeggapum. Fernando Pessoa t.d.
var ein sum setti spurnartekin til alt –
Alt – og er onkuntíð á markinum til at
gerast troyttandi at lesa, og so er hann
knappliga ein sólblóma og proklamerar
at menniskjasálin er ein trappa. At lesa
Shakespeare er sum at vera í einum
ódnarveðri av orðum og við William
Heinesen er sum at sita og pakka smáar
glitrandi pakkar upp osfr. Skeggapur.
Eg royni ikki at stara meg blinda í
teimum. Um árskiftið fekk eg eyguni
upp fyri eini ungari bretskari damu
sum eitur Kate Tempest, ein poetry
slammari/rappari - fantastisk. At hon er
til her og nú, skrivar her og nú inniligt
og leitandi er ótrúliga kveikjandi.
Poetry slam skeiðið sum varð hildið á
háskúlanum er ein av orsøkunum til at
eg kom víðari við mínum yrkingum.
Ein trippur til
USA í einum Dodge
Í Januar 2009 fóru vit avstað, vit høvdu
bara keypt ferðaseðil vestur um hav og
høvdu lítið annað við okkum enn ein
dreym um at royna at ferðast upp á
tann frælsa mátan. Vit vóru tríggjar
mánaðir burtur og løgdu ongantíð ætl
anir meira enn ein ella tveir dagar fram.
Eg skrivaði dagbók so hvørt, brotpettir
frá eini bilferð úr statunum á eystur
strondini við Atlanshavið og allan
vegin yvir um til Kyrrahavið.
Eg festi meg mest við tey menniskju,
vit hittu á leiðini, tilvildarligar sam
røður og stemningin í tí ikki at vera
bundin. Nakað løgið hendi, eg gjørdist
greið yvir, hvussu tengd eg var upp í
alt uttan um meg, t.d. sá eg meg sjálva
í heimloysingunum ið svóvu í park
unum. har vit steðgaðu á, so børnini
skuldu sleppa at spæla, men kundi
eisini speglað mær í eygunum á ungu
ivrigu ferðaleiðarunum, ið vístu okkum
runt í mormontemplinum. Eg var um
somu tíð eitt rekavætti, og eitt menn
iskja uttan egna rødd, um somu tíð so
fræls, at eg einki hevði eftir at missa,
og so fjøtrað, at lívið ikki tyktist liviligt.
»Um somu tíð – sálarinnar apríl hevði
Ekeløf helst mutlað.«
Hugskotið til savnið Rót tripp kom,
tá ið eg var heimafturkomin. Eg sá, at
tað, eg hevði skrivað á ferðini, hevði
nógv til felags við tað, ið eg hevði
skrivað frammanundan, meðan vit búðu
í Keypmannahavn, og eg eina tíð var
so bergtikin av svenska høvundanum.
Tað tók mær kortini góð tvey ár aftrat,
áðrenn eg føldi at savnið var nakað eg
kundi fara at hugsa um at geva út.
Samrøðan við Marjuna er liðug,
men spurningur eftir spurning taka
seg upp úr savninum.
At bróta hylkið av sær, onnur gjørdu
tær at vera í – eins og firvaldur spreing
ir reivveru – krevur ómátiligan mátt
og uppreistur.
Hylkið var ikki bara hvíti kjólin og
lakkskógvarnir, sum smágentan turkaði
væl í mottuna, áðrenn hon steig inn
um gáttina inn í samkomuhúsið. Hylkið
var eisini sjálvt húsið, sum passaði til
leiðreglurnar, og sangirnir, ið passaðu
til húsini. Alt var hvørt eftir øðrum –
leiðirnar vóru ruddaðar – ein gøta tók
aðra við sær – tær hvítu strikurnar á
svarta asfaltinum glógvaðu.
Og so gekk hon kortini aðrar leiðir.
Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn
í dag. Framløga verður í Posthúskjallaranum
í kvøld kl. 9. Marjun fer at lesa úr savninum,
og ein ein-aktari, hon hevur skrivað, verður
framførdur. Øll eru hjartaliga væl komin.
Fyriskipararnir halda hetta vera fínt høvi
at seta sjøtul á vikuskiftið í Vágsbotni.