Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-06, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 14 VIKUSKIFTI yrkingasavn Jonhard Mikkelsen At vaksa og búnast sum menniskja er mangan torgreitt. Nógv hava kortini ein lagdan veg fyri sær, tá ið trinið verður inn á lívspallin. Eina leið at ganga, sum onkur hevur slóðað fyri og rudd­að. Eisini eru reglur fyri, hvussu eig­ur at verða gingið. Inn fyri málaðu hvítu strikurnar skulu vit halda okkum. Í myrkrinum lýsa prestarnir gongdu leiðina. Nógv síggja tað, ið er báðumegin vegin, men fara ikki av vegnum, tí rætta farleiðin er løgd. Kanska er best at halda seg innan­fyri. Onnur gera tað kanska av ótta, tí tað er ikki lukkuligt at fáa eitt slank útav. Gamli, vísi Walt Whitman yrkti á sinni meistaraverkið The Road Not Taken. Í yrkingini kemur onkur til ein skógar­jaðara, og gøtan, hann gongur, greinir seg í tvey. Hann er vísur í, at aftur kemur hann ikki, hann fær ikki iðrað seg um av­ gerð­ina og byrjað av nýggjum, tí ein gøta tekur aðra við sær. Aftur slepst ikki. Seinasta ørindi kann vera nøkulunda soleiðis á okkara máli: tvær gøtur skiltust í einum skógi og eg – eg fór eftir teirri, har tey fæstu høvdu gingið Og tað hevur gjørt allan munin Kanska er tað so álvarsligt val, ið Marjun hevur staðið andlit til andlits við. Leiðin at ganga. Tí víðkaði mynd­ burð­urin er vegurin, ferðin eftir veg­ num, ferðin út í ymsar loynikrókar, út í eymar nervatræðrir... Eg vaksi hvønn tíma Marjun: Tað tekur langa tíð at vaksa til, eg dugi illa at hugleiða um mín egna uppvøkstur, eg vaksi enn, eg toyggi meg úteftir, uppeftir enn, men eisini niðureftir, inneftir. At liva er ein áhaldandi umskapan. (, eins og alt í heiminum er tað). Eg, eins og øll menniskju, eins og alt í heiminum, fari gjøgnum broytingar og smærri kollveltingar gjøgnum eina lívstíð, eitt ár, ein dag, ein tíma. At avluta tað avgjørda hevur verið tað, ið hevur gjørt allan munin fyri meg. Men mær dámar at eygleiða, hyggja hvussu fólk hvítta sær tilveruna upp. Eg kann gera tað nú, tí eg eri komin hagar, eg havi útsýni, har eg fái hugt. Børn hava ikki henda møguleikan. Tey kunnu einans skilja heimin eftir teimum fortreytum, sum tey vaksnu rundan um tey geva teimum. Tað tekur langa tíð at vaksa til. Hvussu langt ber tað til at toyggja seg? Má eg spyrja eg meg sjálva, og ber tað nakrantíð til at slíta seg leysa? Til­vit­ anin er jú bæði tann, ið fær meg at toyggja meg, og tann, ið hevur fest meg í tilveruna. Tvíeggjaða svørðið trúgv Eg dugi illa at hugleiða um trúgv. Eg havi sæð ótrúligan næstrakærleika spretta úr tí, tey kalla trúgv, men úr sama gróðrarbotni eina ræðandi arro­ gansu, hvørt um annað, eins og fyri­ gev­ing og fordøming. Tað fløkist hvørt upp í annað. Eg kann ikki annað enn undrast, eg má undrast, eg haldi tað er neyðugt at undrast, ikki soleiðis at leggja seg afturá og rista við høvdinum, men at seta spurnar­tekin við. Hvat er hetta, sum stingur so djúpt, hvør hevur plantað tað har og hví? Tað tekur langa tíð at vaksa til. Eg dugi ikki at siga, um eg eri fullbúgvin enn, neyvan, men eg haldi at eg havi lært meg at liva. Tú hevur ikki yrkt áður... »Endast som vittne är menniskjan til...« – er setningur tikin úr yrkingini Tag og skriv hjá Gunnar Ekelöf. Fyrstu ferð eg hoyrdi hana var í samband við eina fyrilestrarøð hjá Neil Ashley Conrad í Keypmannahavn í 2007, og allar yrkingarnar í savninum hjá mær eru skrivaðar eftir hetta. Tag og skriv eggjar til húðleyst erliga at eygleiða heimin og at taka tað til sín, sum tú sært. – Og so at skriva, sum eitt vitni. Yrk­ing­in rakti nakað í mær, tað kendist sum eg knappliga skilti, hví tað var so Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar, sum ikki lata seg beinka Rót Tripp